Sólin

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Sólin

Sólin (symbol: ☉) er er ein stjørna, t.e. ein ógvuliga stór lýsandi kúla av gløðandi heitum gassi. Tvørmálið í henni er um leið 109 ferðir tvørmálið í jørðini [1][2], og frástøðan er knappliga 12 000 ferðir tvørmálið í jørðini. Sólin kundi gloypt 1 303 600 jørðum. Hon er tann stjørnan, sum er tættast jørðini. Sólin hevur ein radius upp á knappar 700 000 kilometrar, vigar 330 000 ferðir meira enn jørðin og evnisnøgdin er meira enn 99 % av sólskipanini.

Hitin uttaná er knøpp 6 000 °C. Í miðdeplinum er væl heitari. Kjarnin á sólini er full av glóðheitum gassi og er 15 milliónir °C [3]. Um leið 3/4 av tilfarinum í sólini eru hydrogen og um leið 1/4 er helium. Ein stórur partur av orkuni úr sólin fer sendandi út í tóman heim. Bara ein evarska lítil partur kemur á jørðina. Men hóast sólin er um 150 mió. km frá okkum, merkja vit væl lívgevandi hitan úr henni. Av hesum ger eitt yðjandi lív á jørðini sær dælt. Sum stjørna millum stjørnur hevur sólin onga serstøðu. Hon er allar vegir ein miðalstjørna. Stjørnur kunnu vera bæði kaldari og heitari enn sólin. Tær kunnu bæði vera minni og nógv størri enn sólin. Hjá okkum hevur sólin tó ta serstøðu, at hon er einasta stjørna, sum er okkum so nær. 150 mió. km eru í rúmdarhøpi fyri einki at rokna [4]. Næstu grannastjørnurnar hjá sólini eru meiri enn 270 000 ferðir so langt frá okkum sum sólin.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Woolfson, M. (2000). "The origin and evolution of the solar system". Astronomy & Geophysics 41 (1): 1.12. doi:10.1046/j.1468-4004.2000.00012.x:
  2. Sun: Facts & Figures, solarsystem.nasa.gov
  3. "Archive copy". http://www.astro.uio.no/ita/DNP/nineplanets/sol.html. Heintað 2011-03-16. 
  4. http://www.universetoday.com/14437/how-far-is-earth-from-the-sun/
 v  k  r Sólskipanin
SólinMerkurVenusMáninJørðinMarsJupiterSaturnUranusNeptunPluto
Sólin · Merkur · Venus · Jørðin (Mánin) · Mars · Jupiter · Saturn · Uranus · Neptun · Pluto
Gongustjørnur · Dvørgastjørnur · Mánar: Europa
Sí eisini Stjørnufrøði
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið