Mánin

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Myrku økini verða frá gamlari tíð nevnd mare, hóast eingi høv eru á mánum. Tað ljósa er arrut hálendi, sum er merkt av teimum mongu meteorittum, sum brustu niður í hin unga mánan fyri mongum milliardum árum síðan. Størstu samanbrestirnir brutu hol á skorpuna og flótandi tilfar rann út á víddirnar. Soleiðis vórðu myrku økini til.

Mánin er næsti granni okkara í rúmdini. Teir gomlu norðbúgvarnir nevndu hann Himintungl ella bert Tungl, men mánanavnið var eisini vanligt longu í norrønari tíð. Miðalfjarstøðan er bert 384400 km, og tað merkir, at tú við einum vanligum handkikara kanst síggja spennandi detaljur á mánaflatuni. Á Mánanum er hvørki luft ella flótandi vatn, og tí hevur hann heldur einki veðurlag. Mánin hevur heldur einki jarðfrøðisligt lív. Tey landmerki, vit síggja á mánaflatuni, eru skapt av at loftsteinar (meteorir) hava rakt Mánan.

Eftirsum tað tekur mánanum júst somu tíð at snara einaferð um sjálvan seg, sum tað tekur honum at snara um Jørðina, vendir hann altíð somu síðu móti okkum. Hetta verður nevnt "bundin rotatión", og hiðani av Jørðini síggja vit sostatt bert umleið helvtina av Mánaflatuni. Stóru økini á Mánanum kunnu síggjast við berum eyga. Myrkar fløtur við láglendi - mare-økini (Mánahøv) - standa í andsøgn við ljósari hálendini.

Mánaflatan sæst best nærhendis terminatorinum - ið er markið millum ljós og skugga á Mánanum. Tá ið fullmáni er, síggjast landkenningarnar ikki so væl, tí tær eru ov upplýstar, og sjálvt stór kratir kunnu vera ósjónlig. Onnur øki síggjast hinvegin best í fullmána, tí tey krevja stóra kontrast fyri at verða sædd - hetta er serliga galdandi fyri myrku mare-økini.

Mánin er okkum 400 ferðir so nær sum sólin, men hann er eisini 400 ferðir so lítil sum sólin. Tí eru hesir knøttir um leið líka stórir at síggja til á luftini. Tá ið mánin er ímillum okkum og sólina, kemur hann stundum fyri sólina. Tá er sólarmyrking. Full sólarmyrking var í Føroyum 30. juni 1954. Øðrvísi enn sólin er hann ein kaldur knøttur, sum melur um jørðina. Mánin lýsir ikki sjálvur, men bara við afturkastaðum sólarljósi, sum vit nevna mánalýsi. Til støddar er hann góðan fjórðing av jørðini, og frástøðan er um leið 30 ferðir tvørmálið í jørðini. Mánin hevur fasur, t.e., lýsandi mánaeygað broytir skap, alt eftir hvar hann er í ringrásini um jørðina.

Fyrstu menn at ganga á mánanum vóru amerikanararnir Neil Armstrong og Edwin Buzz Aldrin í juli 1969. Teir fóru við rúmdarfarinum Apollo 11, og mánafarinum Eagle førdi síðan tveir av monnunum niður á mánan, meðan hin triði (Michael Collins) fleyg í ringrás um mánan. Armstrong hevði leiðsluna á Apollo tann 20. juli í 1969, tá ið rúmdarfarið lendi á mánanum. Hann varpaði aftur til Jørðina við kendu orðunum: "That's one small step for a man, one giant leap for mankind". Í tríggjar tímar gingu Neil Armstrong og felagi hansara Edwin Buzz runt á mánanum.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]

 v  k  r Sólskipanin
Sólin Merkur Venus Mánin Jørðin Mars Jupiter Saturn Uranus Neptun PlutoSolar System XXVII.png
Sólin · Merkur · Venus · Jørðin (Mánin) · Mars · Jupiter · Saturn · Uranus · Neptun · Pluto
Gongustjørnur · Dvørgastjørnur · Mánar: Europa
Sí eisini Stjørnufrøði