Neil Armstrong

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Armstrong, ið, sum flestum kunnugt, var fyrsti maður á mánanum, andaðist 25. august 2012.

Neil Alden Armstrong (f. 5. august 1930 – d. 25. august 2012) og felagi hansara Buzz Aldrin vóru fyrstu menn á mánanum, tá teir fóru hagar við rúmdarfarinum Apollo 11. Tað hendi tann 20. juli 1969. Tá hann setti fótin á mánan, segði Armstrong tey kendu orðini "That's one small step for man, one giant leap for mankind". Armstrong og Aldrin vóru í tveir og ein hálvan tíma á mánanum og gjørdu kanningar. Armstrong var eisini flogskipari undir Koreakrígnum, royndarflogskipari, flogverkfrøðingur og professari. Hann hevur eisini fingið eina stjørnu á Walk of Fame í Hollywood. Armstrong byrjaði hjá Nasa í 1962, og hann gavst tvey ár aftan á mánaferðina. Seinni arbeiddi hann sum professari í verkfrøði.

Amerikanski rúmdarmaðurin, Neil Alden Armstrong, ið var fyrsti frá mannaættinum sum setti fótin á mánan doyði 82 ára gamal 25. august 2012. Hann varð lagdur undir skurð fyri hjartatrupulleikar fyrr í mánaðinum. Hann fylti 82 ár eisini fyrr í sama mánaði.


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið