1930
Appearance
Árstal |
1927 1928 1929 – 1930 – 1931 1932 1933 |
Áratíggju |
1920-árini – 1930-árini – 1940-árini |
Øldir |
19. øld– 20. øld – 21. øld |
1930 (MCMXXX) var sambært gregorianska kalendaranum eitt vanligt ár, ið byrjaði á einum mikudegi.
Hendingar
[rætta | rætta wikitekst]- 5. mars - Danski lismálarin Einar Wegener fer í Týsklandi undir kynskiftis skurðviðgerð, og skiftir navn til Lili Elbe. Hann er fyrstur í heiminum at fara undir slíka viðgerð sum í hesi tíðini enn er á royndarstigi.
- 6. mars - Frystur døgurðamatur (frozen foods) verður fyrstu ferð at at fáa í handlunum í Massachusetts í USA.
- 28. mars - Turkiska leiðslan avger, at broyta navnið av býunum Konstantinopel og Angora til Istanbul og Ankara.
- 18. apríl - BBC, bretska kringvarpið, boðar frá í tíðandasending síni, fyri fyrstu og einastu ferð, at tey hava ongi tiðindi at bera hendan dagin.
- 15. mai - Sjúkrasystirin Ellen Church, verður heimsins fyrsta flogterna.
- 16. mai - Rafael Leónidas Trujillo verður valdur forseti í Dominikanska Lýðveldinum.
- 7. juli - Byrjað verður at byggja tí stóru byrgingina Hoover Dam í Nevada, USA.
- 2. november - Haile Selassie verður krýndur keisari av Etiopia.
- 25. november - Enski læknin Cecil George Paine, læknar ein sjúkling við eygnabruna við Penicillin. Hetta er fyrsta skrásetta lækning við Penicillin sum heilivági.
- Ein jarðskjálvti í Japan hevur við sær at 650 bygningar oyðileggjast, og 223 mans lata lív.
- 19. desember - Gosfjallið Mount Merapi byrjar at goysa í Indonesia, og hevur við sær at fleiri bygdir oyðileggjast og 1.300 mans lata lív.
- 20. desember - Íslendska kringvarpið, RÚV (Ríkisútvarpið) hevur sína fyrstu útvarpsending. Fyrsta sjónvarpsendingin verður send tann 30. september 1966.
Ókendar dagsetningar
[rætta | rætta wikitekst]- Desember - Turkiskar kvinnur fáa valrætt.
- Sjokuláta smákøkan (chocolate chip cookie) verður uppfunnin av Ruth Wakefield í Massachusetts, USA.
- Ein stórur hvirvilvindur oyðileggur stóran part av býnum Santo Domingo í Dominikanska Lýðveldinum.
Ítróttur
[rætta | rætta wikitekst]Fótbóltur
[rætta | rætta wikitekst]- 13. juli - Fyrsta heimsmeistaraskapið í fótbólti byrjar. Lucien Laurent skorar fyrsta málið í kappingini, tá Frakland spælir ímóti Meksiko. Uruguay verður heimsmeistari, Argentina silvurvinnari og USA bronsuvinnari.
Føðingar
[rætta | rætta wikitekst]- 10. januar - Roy E. Disney, beiggji Walt Disney og stovnari av Walt Disney Company. (d. 2009)
- 20. januar - Buzz Aldrin, amerikanskur rúmdarfari, og næsti maður á mánanum.
- 30. januar - Gene Hackman, amerikanskur sjónleikari (The French Connection)
- 11. februar - Mary Quant, bretskur mótasniðgevi (d. 2023).
- 15. apríl - Vigdís Finnbogadóttir, íslendskur forseti
- 17. apríl - Chris Barber, enskur jazztónleikari (d. 2021).
- 1. mai - Jeffrei Henriksen, føroyskur rithøvundur og lærari (d. 2018).
- 31. mai - Clint Eastwood, amerikanskur sjónleikari og filmsleikstjóri. (Dirty Harry)
- 8. juli - Jógvan Ingvard Olsen, fyrrverandi reiðari og politikari fyri Sambandsflokkin.
- 5. august - Neil Armstrong, amerikanskur rúmdarfari, og fyrsti maður á mánanum. (d. 2012)
- 25. august - Sir Sean Connery, skotskur sjónleikari (James Bond) (d. 2020)
- 23. september - Ray Charles, amerikanskur tónleikari og sangari (d. 2004)
- 3. desember - Jean-Luc Godard, sveisisk-franskur filmsleikstjóri (d. 2022)
Andlát
[rætta | rætta wikitekst]- 13. mai - Fridtjof Nansen, norskur rannsóknarmaður (f. 1861)
- 7. juli - Sir Arthur Conan Doyle, skotskur rithøvundur (Sherlock Holmes) (f. 1859)