Jeffrei Henriksen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Jeffrei Henriksen (føddur 1. mai 1930 í Sørvági, deyður 27. november 2018 í Runavík) var føroyskur rithøvundur og lærari. Aftan á at hava gingið í barnaskúla í heimbygdini var hann ein vetur á Føroya Fólkaháskúla, áðrenn hann í 1946 fór á Føroya Læraraskúla, har hann tók prógv í 1950. Hann var lærari í og Gásadali 1950-1955, á Eiði 1955-1960, í Tórshavnar Kommunuskúla 1960-1968, skúlastjóri á Venjingarskúlanum 1968-1981 og frá 1981 fastur lærari á Føroya Læraraskúla.

Í 1958 byrjaði Jeffrei brævskúla í føroyskum, hann hevur verið við til at leggja til rættis føroysku lesibókarøðina og hevur sjálvur skrivað og greitt til prentingar: "Lesibók við avmarkaðum orðatilfari", 1959, "Fyrisagnir til 3. skúlaár", 1960, "Grundbók brævskúlans í føroyskum", 1961, "Mállæra til fólkaskúlan", 1963, "Lítil rættskrivingarorðalisti" 1964, "Føroysk rættskriving til 4. skúlaár" 1967, "Ljóðlæra", 1975, "Uppgávur í føroyskum til framhaldsskúlan I-II" 1980.

Útgávur[rætta | rætta wikitekst]

Útgivið í Míni jólabók[rætta | rætta wikitekst]

  • 1950 Gloprið í Míni jólabók
  • 1955 Dreingirnir, sum dugdu gand í Míni jólabók
  • 1956 Álvakongur í Míni jólabók
  • 1957 Í Miðgarði í Míni jólabók

Bøkur og prentað rit[rætta | rætta wikitekst]

  • Orðatilfarið í barnastílum (Serprent úr Skúlablaðnum 1959).[1]
  • Lesibók við avmarkaðum orðatilfari (1959).
  • Kanning av rættskrivingarroynd (Serprent úr Skúlablaðnum 1960).
  • Fyrisagnir til 3. skúlaár (1960).
  • Grundbók brævskúlans í føroyskum (1961 – 4. útg. 1980).
  • Vavtrúðnismál (týðing úr Eldru Eddu. Serprent úr Varðanum 1962).
  • Mállæra til fólkaskúlan (1963; 2. útg. 1985).
  • Lítil rættskrivingarorðalisti (1964; 2. útg. 1992).
  • Lokki í norrønu gudalæruni (Serprent úr Varðanum 1966).
  • Føroysk rættskriving til 4. skúlaár (1967 – uppafturprentað í broyttum líki 1992-2001 sum „Rættskriving I-II-III“).
  • Intelligensbúning og intelligensmát (Serprent úr Skúlablaðnum 1968).
  • Føroysk mállæruheiti (Serprent úr Skúlablaðnum 1970).
  • Móðurkærleiki – móðursaknur (Serprent úr Skúlablaðnum 1972).
  • Skúlahagtøl (1974).
  • Ljóðlæra (1975).
  • Skúlamál (Greinar úr Skúlablaðnum 1976).
  • Uppgávur í føroyskum I-II (1980).
  • Odysseus (1982).
  • Kursus i færøsk I-II (1983).
  • Kursus i færøsk, ljóðband (1984).
  • Esperantobókin (1987).
  • Jomsvíkingar (1988).
  • La Filo (týðing av „Sonurin“ eftir Marionnu Dahl. 1990).
  • Kvæða- og vísuskrá (1992. – Dagførd á heimasíðu hjá Føroya Landsbókasavni).
  • Rættskriving. Fyrri partur (1992).
  • Rættskriving. 2. partur (1995).
  • Esperantobókin II, orðalisti (2000).
  • Orðalagslæra (2000).
  • Rættskriving. 3. partur (2001).
  • 15 týðingar / 15 tradukoj (2001- yrking).
  • Mál- og bókmentaheiti (2003).
  • Bendingarlæra (2004).
  • Uppaling og skúlaskapur (Sprotin, 2007)
  • Málsligar rannsóknir, greinir og hugleiðingar (Sprotin 2010)
  • Orðalagslæra (Sprotin 2000, onnur økta útgáva 2011)

Yrkingar og týðingar[rætta | rætta wikitekst]

  • Eiriks-Paulina kvað (Fjúrtandi 1953. Songbók Føroya Fólks, 9. útg. nr.92).
  • Heystkvøld (Varðin 1955, Songbók Føroya Fólks, 8. útg. nr. 359).
  • Álvakongurin (Mín Jólabók 1956).
  • Sorgblíðu órógv (týðing eftir Bertil Malmberg. Varðin 1957).
  • Hjálpirótin (Varðin 1961, Lesibók til 7. skúlaár).
  • Vavtrúðnismál (týðing úr Eldru Eddu. Serprent úr Varðanum 1962).
  • Guðrunarkviða (týðing úr Eldru Eddu. Varðin 1961, Lesibók til 3. real).
  • Sisyphos (týðing eftir J.S. Welhaven. Varðin 1964).
  • Bjarnabani (Barnablaðið 1963, Lesibók til 3. skúlaár II, Grør so fagurt).
  • 15 týðingar / 15 tradukoj (2001 – bóklingur).

Fjølrit[rætta | rætta wikitekst]

  • Greind rættskrivingarroynd (1958).
  • Fornnorrønt í samanburði við føroyskt (brævskúlaskeið, 1963).
  • Intelligensmodning og legemsvækst (1967).
  • Ættatal (1979).
  • Úr Gásadals søgu (1979).
  • Staðhjáliðir, støða teirra í setninginum (1981).
  • Tvey kvæði eftir J. H. Djurhuus, yngra sjóvarbóndan, í frumriti (1982).
  • Skjaldur, kvæði og dansispøl (Bólkarbeiði, 1984).
  • Fallsamsvar í føroyskum (1989).
  • Føroysk heiti í skinnviðgerð (týðing 1994).

Søgur[rætta | rætta wikitekst]

  • Heilatváttur (Lesibók til 3. real).
  • Dreingirnir sum dugdu gand (Lesibók til 5. skúlaár).

Annars mest útgivið í Míni Jólabók.

Greinar og ritgerðir[rætta | rætta wikitekst]

  • Identitetseffekt – en mangel ved målsætningen? (Dansk Pædagogisk Tidsskrift 1971).
  • Esperanto (Varðin 1978).
  • Tættir, ið hava framt ella darvað føroysku málmenningina (Skúlablaðið 1987).
  • Faktorer, der fremmer eller truer det færøske sprog (Bilingualism and the Individual. Serprent 1988).
  • Dansk i Færøerne (Nordisk Språksekretariats Rapporter 8. 1988).
  • Málsliga samsvarið í FFÆ (Fróðskaparrit 1988).
  • La feroaj baladoj (Literatura Foiro 132/1991).
  • Esperanto (Málting 1/1991).
  • Navnháttur ella lýsingarháttur í føroyskum (Málting 3/1991).
  • La Feroa lingvo (La jaro 1992).
  • Umsetingarmaskinur (Málting 4/1992).
  • Hin ósakliga málvilluleiðin (Málting 5/1992).
  • Kongruens i færøsk (The Nordic Languages and Modern Linguistics 7,I. 1992).
  • Málbrigdi (Fjúrtandi 27.10.1990-20.10.1993).
  • Hugtøk og heiti (Málting 11/1994).
  • Tolsøgn ella ávirki (Málting 17/1996).
  • Ljóðglopstreinging (Málting 18/1996).
  • Skúlabyrjan – Føroyskir bókstavir (Skúlablaðið 1/1997).
  • Hvørsfall (Málting 23/1998).
  • Høvuðssagnorð (Málting 25/1999).
  • Esperanto (á heimasíðu hjá Málstovuni, www.fmd.fo 2001).
  • Umljóð (Málting1/2002).
  • „Í gjár“ (Málting1/2002).
  • Eitt kis (Málting1/2002).
  • Setningsgreining – „Sleppið næmingum undan hugtaksfløkjuni“ (Skúlablaðið 2/2002).
  • Eitt sindur um Bukkutátt (Eivindarmál 2002)
  • Kristindómur og fordómur (Dimmalætting og Sosialurin 16-17.okt. 2002)
  • Okkurt spinnandi galið (Skúlablaðið 7/2003
  • Støðan hjá føroyskum í føroyska útbúgvingarverkinum (Skúlablaðið 4/2004)
  • Føroyskur dansur fyri eini øld síðan (Dimmalætting 28.10.2005)
  • Fyri skúlaaldur (Pedagogblaðið 1/2007)
  • Ein upprunafrøðilig tilhugsan (Fróðskaparrit 54/2006)

Handrit[rætta | rætta wikitekst]

  • Illion (hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags).

Heiður[rætta | rætta wikitekst]

  • 1977 M.A.Jacobsens heiðursløn fyri yrkisbókmentir
  • 1986 Heiðurslimur í felagnum Sverige – Färöarna
  • 2000 Sømdargáva úr Grunni Kristjans á Brekkumørk [2]

Ávísing úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Rit.fo
  2. BFL.fo[deyð leinkja]