Eiði
Eiði | |
Ejde (danskt) | |
Bygd | |
Eiði
| |
Land | ![]() |
---|---|
Sýsla | Eysturoya sýsla |
Oyggj | Eysturoy |
Kommuna | Eiðis kommuna |
Íbúgvar | 682 (nov 2019)[1] |
Postnummur | FO-470 |
Markatal | 48-00-00 mk.gl.sk. |
Eiði (danskt: Ejde) er ein bygd í Eysturoy. Eiðis kommuna fevnir um bygdirnar Eiði, Ljósá og Svínáir. Bygdirnar Eiði, Ljósá, Svínáir, Norðskáli og Oyri valdu í 1894 at fara úr felagskommuni í Eysturoynni og stovna Ejdes Sogns Kommune. Fyrsti fundur í nýggju kommununi var 1. oktober 1994. Í 1943 ynsktu bygdirnar Svínáir, Norðskáli og Oyri at fara úr Eiðis kommunu og gerast sjálvstøðug kommuna. Hetta førdi til, at Norðskáli og Oyri gjørdust sjálvstøðug kommuna í 1944, meðan Svínáir varð verandi partur av Eiðis kommunu. Í kommununi búgva 750 fólk (nov. 2019). Av hesum búgva 682 fólk á Eiði (nov. 2019). Í skúlanum á Eiði ganga uml. 72 børn. Í bygdini er kirkja (1881), prestagarður, samkomuhúsini Mizpa (salur hjá brøðrasamkomuni) og Karmel (missiónshús), eitt bygdasavn, fótbóltsvøllur við tilhoyrandi ítróttarhúsi (Hólmahúsið´), ið eisini inniheldur venjingarhøli og veitsluhøli. Við skúlan er mentanarhøll til um 100 fólk. Kampingpláss er á gamla fótbóltsvøllinum á Mølini.
Í bygdini er matvøruhandil, eitt fiskiídnaðarvirki og tvey onnur smá ídnaðarvirki umframt fleiri tænastuvirki. Til bygdina hoyra 5 størri fiskifør og fleiri smærri útróðrabátar. Flestu íbúgvarnir í Eiðis kommunu arbeiða í fiskivinnuni, antin umborð á fiskiførunum, ella á fiskavirkinum, sum er á havnaøkinum í bygdini. Meginparturin av jørðini er ogn, ið fyri tað mesta er nokkso smábýtt, so landbúnaðurin er fyrst og fremst seyðahald til húsbrúks. Einstakir størri eigarar reka vinnuligan landbúna.
Á Eiði vóru 1. des. 2017 216 húski sambært yvirlitinum hjá Posta.
Kend listafólk av Eiði eru Niels Kruse (1871 - 1953), Óli Egilstrøð (1916-1999) og Sigrun Gunnarsdóttir (f. 1950).
Myndasavn[rætta | rætta wikitekst]
Keldur[rætta | rætta wikitekst]
Ávísingar úteftir[rætta | rætta wikitekst]