Argi

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Eitt argi er ein búseting nakað frá bygdini, har fólk í víkingatíð og nakað seinni eru flutt til beiti við kríattúrunum um summarið. Hetta er sama fyribrigdi sum sæter í Noregi. Eitt argi hevur verið við landsynningsendan á Eiðisvatni, og bygdarnavnið Argir bendir eisini á, at har hevur verið argi frá gamlari tíð - helst frá búsetingini í Kirkjubø.