Eiðis Bóltfelag
Eiðis Bóltfelag er eitt føroyskt hondbóltsfelag og fyrrverandi fótbóltsfelag av Eiði, ið nú eitur EB/Streymur.
Søgan
[rætta | rætta wikitekst]Eiðis Bóltfelag (EB) varð sett á stovn 24. februar 1913 og er sostatt elsta bóltfelag í Eysturoynni. Í fyrstuni var bara fótbóltur á skránni, og farið varð beinan vegin undir at gera fótbóltsvøll niðri á Mølini. Hetta var tó lættari sagt enn gjørt, tí nógv grót skuldi brótast burtur. Tí var vøllurin fyrstu árini minni enn teir flestu, og tí var ikki óvanligt at spælt var við færri leikarum á hvørjum liði. Tað var ikki fyrr enn í september 1967, at vøllurin á Mølini varð fótbóltsvøllur í fullari stødd.
Í 1945 varð eisini farið undir at spæla hondbólt á Mølini. Tað var lærarin í bygdini Andreas Thomsen, sum var úr Gøtu, sum tók stig til hetta og undirtøkan var góð. Í 1947 varð fyrstu ferð meldað lið til landskappingina í hondbólti, og kvinnurnar av Eiði gjørdu ikki mætari enn at vinna bæði 1. og 2. deild!
Finaluna í bestu deildini vunnu tær 7-3 móti Vípuni av Sandi. Dysturin varð spældur í Gundadali í Havn og venjari var Óli Egilstrøð. Hetta er framvegis einasta føroyameistaraheitið hjá EB í vaksnamannadeildunum. Annars vunnu EB-kvinnur eisini 2. deild í 1948, 1949, 1973 og 1974 og mennirnir vunnu 2. deild 1969 og 1976.
Í 1972 varð asfalteraður hondbóltsvøllur gjørdur við nýggja skúlan uppi í Koll á Eiði. Men um sama mundið fóru ítróttarhallir at stinga seg upp ymsastaðni í Føroyum og hondbóltur gjørdist ein innandurðaítróttur. Hetta var helst ein av orsøkunum til at EB sum frá leið fánaði burtur í hondbóltshøpi.
Í 2003 bleiv ítróttarhøll gjørd í samband við skúlan á Eiði og síðani er hondbólturin so smátt farin at blomstra aftur í bygdini.
Í 1980’unum tá kvinnufótbólturin bleiv meira skipaður í Føroyum var EB sum oftast at finna í bestu deildini, men hjá monnunum tyktist vera torført at standa seg. Í Sundalagnum var støðan nakað tann sama, og 1992 varð tí tikin avgerð um at stovna Felagsdeildina EB/Streymur til tess at styrkja fótbóltsliðini á Eiði og í Sundalagnum. Fyrstu árini var samstarvið galdandi fyri besta liðið hjá monnum, men í dag fevnur tað um allar deildir hjá báðum kynum.
Felagsliðið má sigast at hava staði seg væl og millum annað hevur besta manslið vunnið tvey meistaraheiti og fýra steypasigrar. Og í 2017 vann besta kvinnuliði (saman við Skála) bæði meistaraheitið og steypakappingina. Hetta prógvar at eitt vælskipað samstarv kann lyfta støðið og vera til stórt gagn fyri allar partar.
Í dag er Eiðis Bóltfelag hondbóltsfelag burturav.
Fótbóltsheiðrar hjá EB
[rætta | rætta wikitekst]- Menn: Vunnu 3. deild 1985
- Dreingir U16: Meistarar 1992 Steypavinnarar 1974 og 1977
- Gentur U14: Meistarar 1993
- Gentur U10: Meistarar 1998
- Dreingir U10 (smápiltar): Meistarar 1986
Heiðrar hjá EB/Streymi
[rætta | rætta wikitekst]- Menn: Meistarar 2008 og 2012 Steypavinnarar 2007, 2008, 2010 og 2011
- Kvinnur: Meistarar 2017 og Steypavinnarar 2017
- Dreingir U18: Meistarar 2004 Steypavinnarar 1993
- Dreingir U14: Meistarar 2011
- Gentur U14: Meistarar 2016 Steypavinnarar 2016
- Gentur U10: Meistarar 2007