Jump to content

Áratíggju

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Eitt áratíggju ella tíggjuáraskeið, á øðrum málum eisini nevnt decennium, (úr latíni decem, 'tíggju' og annum, 'ár') er eitt tíðarskeið, ið fevnir um tíggju ár. Sjálvt um tað kann vera talan um eitt hvørt tíðarskeið á tíggju ár, so verður tað vanliga brúkt um eitt tíðarskeið, har tað fyrsta árið endar við 0 (null), og tað seinasta við 9, t.d. eru 1960-árini frá 1960 til og við 1969. Á enskum verður orðið decade brúkt, tað kemur (gjøgnum franskt og latín) úr fornum grikskum máli frá orðinum dekas ið merkir tíggju.

Yvirlit yvir áratíggju

[rætta | rætta wikitekst]
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið