Walt Disney

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Walt Disney
Disney í 1946
Fødd(ur) Walter Elias Disney
(1901-12-05)desember 5, 1901
Chicago, Illinois, USA.
Andaðist desember 15, 1966(1966-12-15) (aldur 65)
Burbank, California, USA.
Deyðsorsøk
Lungnakrabbi
Hvíldarstaður
Glendale, California, USA.
Bústaður Burbank, California, USA.
Tjóðskapur Amerikanskur
Útbúgving McKinley High School, Chicago Academy of Fine Arts
Starv Stovnari av The Walt Disney Company
Virkin ár 1920–1966
Heimstaður Chicago, Illinois, USA.
Hjúnafelagi(ar) Lillian Disney (f. Bounds)
(g. 1925–1966; deyða hansara)
Børn
  • Diane Disney Miller
  • Sharon Mae Disney
Foreldur Elias Disney
Flora Call Disney
Skyldfólk
Virðislønir 7 Emmy virðislønir
22 Oscar-virðislønir
Cecil B. DeMille virðisløn
Undirskrift
Newman Laugh-O-Gram (1921)

Walter Elias "Walt" Disney [1] (føddur 5. desember 1901, deyður 15. desember 1966) var ein amerikanskur vinnulívsmaður, teknari, animator, filmframleiðari, filmrithøvundur, entreprenørur og raddaleikari. Hann spældir ein stóran leiklut innan amerikanska teknifilmídnaðin, og kring allan heimin verður hann sæddur sum eitt altjóða ikon[2] og filantropur, væl kendur fyri sína ávirkan og íkast til undirhaldsídnaðin í 20. øld. Saman við beiggja sínum, Roy O. Disney, stovnaði hann Walt Disney Productions, sum seinni gjørdist ein av best kendur teknifilmsframleiðarum í heiminum. Fyritøkan er nú kend sum The Walt Disney Company og hevði ein árligan umsetning, sum var umleið 36 milliardir US dollarar í fíggjarárinum 2010.[3]

Sum ein teknari og entreprenørur var Disney serstakliga kendur sum ein filmframleiðari og ein vældámdur skemtari, eins væl og ein nýskapari innan teknifilm og design av temaparkum. Hann og starvsfólk hansara hava skapað nakrar av heimsins best kendu íspunnu persónum/leiklutum, eitt nú Mickey Mouse, sum Disney sjálvur legði rødd til í fyrstuni. Meðan hann livdi, fekk hann fýra Oscar-virðislønir og vann 22 Oscar-virðislønir av tilsamans 59 tilnevningum, harímillum var eitt metstórt 4 tilnevningar í einum ári, [4] sum gav honum fleiri virðislønir og tilnevningar enn nakar annar einstaklingur í søguni.[5] Disney vann sjey Emmy Awards og legði navn til Disneyland og Walt Disney World Resort temaparkirnar í USA, eins væl og til altjóða stuttleikaparkir sum Tokyo Disney Resort, Disneyland Paris og Hong Kong Disneyland.

Disney fekk lungnakrabba og andaðist 15. desember 1966 í Burbank, California. Eitt ár seinni fór felagið hjá honum í gongd við at byggja Walt Disney World Resort í Florida. Beiggi hansara, Roy Disney, vígdi Magic Kingdom hin 1. oktober 1971.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Collins English Dictionary (2003): "Disney"
  2. "Space.com". http://www.space.com/news/spacehistory/vonbraun_disney_020813.html. Heintað 2002-08-16. 
  3. "2010 Form 10-K, Walt Disney Company". United States Securities and Exchange Commission. http://www.sec.gov/Archives/edgar/data/1001039/000119312510268910/d10k.htm. 
  4. "Walt Disney Academy awards". Academy of Motion Picture Arts and Sciences. http://awardsdatabase.oscars.org/index.jsp. Heintað May 21, 2008. 
  5. "Results Page – Academy Awards Database". http://awardsdatabase.oscars.org/ampas_awards/help/helpMain.jsp?helpContentURL=statistics/indexStats.html. Heintað February 16, 2012. 


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið