Chicago
Chicago, Illinois | |
---|---|
Skjøldur | Kort |
Grunddáta | |
Land: | USA |
Stakríki: | Illinois |
Vídd: | 606.1 km² |
Íbúgvar (2011): | 2 714 856 |
fyri km²: | 4,614,7/km² |
Heimasíða: | www.cityofchicago.gov Archived 2013-08-01 at the Wayback Machine |
Chicago er ein býur í stakríkinum Illinois í USA. Hann hevur umleið 2,9 mió. íbúgvar og er triðstørsti býur í USA. Orðið Chicago kemur úr Illinois-Miami "shikaakwa" og merkir villleykur. Millum annað liggur fyrrverandi heimsins hægsti bygningur, Sears Tower, í býnum. Men Chicago er sjálvandi nógv meir enn tað. Í 1850 búðu bert 30 000 fólk í Chicago, men í 1890 var íbúgvatalið meira enn ein millión fólk.
Mentan
[rætta | rætta wikitekst]Listarliga er býurin ómetaliga ríkur, og umframt øll hugsandi tónleikanøvn, sum koma hendavegin, eru nógv listasøvn við bæði klassiskari og nútímans list. Fjølbroyttu býarpartarnir Belmont og Wicker Park eru á tremur við barrum og kaféum, har tey ungu hittast, lítlum sølubúðum, har tú fært alt frá vatnpípum og brúktum bókum til heimagjørd klæði, og bíligum konsertstøðum, har alt frá etniskum tónleiki og jazzi til Heavy Metal og elektroniskan tónleik verður spælt.
Um 1910 tók jazzurin sær nýggjan høvuðsstað, stórbýin Chicago, norðarlaga í Amerika. Nógvir afroamerikanarar fluttu norðureftir, tí í verksmiðjum á Chicagoleiðini var arbeiði at fáa. Tey tóku jazzin við sær. Mangir tónleikarar, eitt nú Joe King Oliver, Louis Armstrong og Kid Ory spældu sín besta New Orleans-jazz í Chicago. Hvítir tónleikarar fóru at taka eftir teimum. Hesin jazzur varð eyknevndur dixieland. Dixieland er í m.a. Louisiana.
Ítróttur
[rætta | rætta wikitekst]- Amerikanskur fótbóltur: Chicago Bears.
- Hornabóltur: Chicago Cubs Archived 2007-09-11 at the Wayback Machine og Chicago White Socks Archived 2007-07-29 at the Wayback Machine.
- Kurvabóltur: Chicago Bulls.
Sí eisini
[rætta | rætta wikitekst]Ávísingar úteftir
[rætta | rætta wikitekst]Coordinates: 41°52′48″N 87°38′0″W / 41.88000°N 87.63333°W
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]