Ankara

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Ankara

Ankara er høvuðsstaður Turkalands og næststørsti býur, størsti býurin í Turkalandi er Istanbul. Ankara varð fyrr kendur sum Angora. Í 2013 búðu 5.045.083 fólk í Ankara. Býurin liggur umleið 900-1.050 metrar yvir havið, hann liggur mitt í Anatolia. Turkiska stjørnin hevur sæti í býnum. Býurin er ein týdningarmikil handils og ídnaðarbýur og fleiri jarnbreytir og høvuðsvegir møtast har. Fleiri djórasløg eita eftir býnum, eitt nú Angora-geitin, Angora-kettan og Angora-kaninin.

Søga[rætta | rætta wikitekst]

Ankara er ein sera gamal býur við fornminnum frá Hittittunum, Frygia, Hellenistisku tíðini, Rómverjaríkinum, Bysantinska Ríkinum, og frá Osmaniska Ríkinum. Heyggurin ið er í býnum, er krýndur við leivdum av einari gamlari borg, men bert fáir søguligir bygningar frá tí gamla býarpartinum hava yvirlivað til dagin í dag. Men tað eru tó fleiri væl varðveittir bygningar av Hellenistiskum, rómverskum og bysantinskum arkitektururi, har tað týdningarmesta er Augustus og Róm templið (20 á.Kr.) sum eisini er verður nevnt Monumentum Ancyranum.[1]

Í 1923 avloysti Ankara søguliga býin Konstantinopel sum høvuðsstaður landsins.[2] Nøkur ár seinni varð Konstantinopel nýnevndur og síðan eitur hann Istanbul.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið