Turkaland

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Türkiye Cumhuriyeti
Lýðveldið Turkaland
Flagg Turkaland
(Flagg Turkaland)
Skjaldarmerki Turkaland
(Skjaldarmerki Turkaland)
Tjóðarslagorð: Yurtta Sulh, Cihanda Sulh
Tjóðsangur: İstiklâl Marşı
Alment mál Turkiskt
Høvuðsstaður Ankara
Forseti Recep Tayyip Erdoğan
Varaforseti Fuat Oktay
Fullveldi 29. oktober 1923
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
814 578 km²
1,3 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2011
 - tættleiki
 
76 667 864
94/km²
Gjaldoyra Turkisk Lira (TRY)
Tíðarøki UTC +2
Økisnavn á alnetinum .tr
Telefonkota +90

Lýðveldið Turkaland (Turkiskt: Türkiye Cumhuriyeti) er bæði í Evropa og Asia, og smalt sund er ímillum evropeiska og asiatiska partin. Turkaland hevur mark við Svartahav í norðri, Bulgaria og Grikkaland í vestri, Sýria og Irak í suðri, og við Iran, Armenia, Aserbadjan og Georgia í eystri. Í meiri enn 600 ár var Turkaland partur av máttmikla Osmannaríkinum. Nú er Turkaland lýðveldi, har bæði islamskir og kristnir siðir hava djúpar røtur. Turkaland hevur uml. 71,8 mió. fólk (juli 2008). Yvir 11,3 mió býr í Istanbul. Istanbul er størsti býur í Turkaland. Høvuðsstaður er Ankara við 3,9 mió. íbúgvum. Til samans er Turkaland 783 túsund ferkilometrar til støddar. Mong ferðafólk koma til Turkalands. BTÚ fyri hvønn íbúgva í landinum er $ 12,900 (sbrt. CIA World Factbook Archived 2016-05-27 at the Wayback Machine). Tjóðardagur er 29. oktober.

Søga[rætta | rætta wikitekst]

Fyrri heimsbardagi gjørdi enda á Osmannaríkinum. Arábisku landslutirnir fingu sjálvræði, og ríkið misti øll landøki síni í Evropa uttan Konstantinopel, og í 1923 legði seinasti osmanniski sultánurin, Mohammed 6., frá sær. Í oktober sama ár varð landið lýst lýðveldi, og Mustafa Kemal (19. mai 188110. november 1938) varð valdur forseti. Hann var heryvirmaður og hevði verið uppi í at stovna eina tjóðskaparfylking seinast í heimsbardaganum. Mustafa varð afturvaldur í 1927, 1931 og 1935; hann varð nevndur Atatúrk, sum merkir "faðir turkanna", og hesi árini setti hann stórar nýskipanir í verk og nútíðargjørdi landið. Ímillum nýskipaninar varð nýggj stýrisskipan, nýggj sivil rættarskipan, valrættur til konufólk, latínska stavraðið varð tikið í nýtslu, og fleirkonuhjúnalag varð bannað. Eisini eggjaði hann landsmonnum at ganga í evropeiskum klæðum og skipaði fyri einari fýra-ára búskaparætlan. Kemal Atatúrk doyði í 1938.

Í 2007 var val í Turkalandi, og samstundis harðnaði andstøðan millum kurdar og turkisku stjørnuna, ið hevur ført við sær eina øking av bæði yvirgangi og av turkiskari nationalismu.

Politikkur[rætta | rætta wikitekst]

Evropasamveldið[rætta | rætta wikitekst]

Í 2004 byrjaðu samráðingar um ES-limaskap. Tað eru 32 samráðingarøki, ið skulu góðkennast. Samráðingar um seks av hesum økjum eru byrjaðar. Bert eitt av hesum økjum er í dag góðkent, tað er "tøkni og vísindi".

At byrja við gekk tað væl við kjakinum um ES-limaskap, serliga tí Turkaland hevði eina sterka alliansu við Bretland, sum við Tony Blair á odda hevði formanskapin í ES. Í dag er tað Nicolas Sarkozy, sum situr við formansskapinum í ES, og Fraklandi er einamest móti turkiskum limaskapi. Forsætisráðharrin í Bretlandi Gordon Brown, er heldur ikki so heitur fyri turkiskum limaskapi.

Turkiska nationalisman er einamest við til at seta fóti fyri øllum samráðingunum um turkiska limaskapin í ES. Eitt stórt problem í mun til hetta er, at turkiski herurin er alt ov sterkur. At turkar enn forfylgja minnilutum, so sum kurdum, kristnum og sínum egnu atfinnarum, við lógini móti at tosa niðursetandi um alt, sum er turkiskt. Enn vil Turkaland ikki viðurkenna Kýpros og vil ikki loyva skipum úr Kýpros at leggja at í turkiskum havnum, bert við hesi avgerð brýtur Turkaland við 8 økir, ið skulu góðkennast av ES.

Gamli býurin Efesos á strondini í Vesturturkalandi er gitin fyri stóra uttanduraleikpallin, sum varð bygdur í 1. øld e. Kr. - har eru 24 000 sessir.

Mentan[rætta | rætta wikitekst]

Marknaðir ella basarar eru vanligir í mongum turkiskum býum. Turkaland er gitið fyri listhandverk sítt, helst vøkru teppini, lutir úr leiri, leðurvørur og smíðaðar lutir úr kopari. Teppini verða knýtt av silkitráði og bummullartráði og hava vøkur mátað mynstur ella blómumynstur, ið ofta eru úr heimstaði vevarans.

Siður er, at fólk hittast á uttandurakaféum, helst mannfólkini. Teir koma hagar at drekka te ella turkiskt kaffi, roykja pípu og práta. Ofta spæla teir kort ella damma. Bara mannfólk roykja vatnpípu. Roykurin verður sogin ígjøgnum langa slangu. Sterkt, svart kaffi er væl umtóktur drykkur í Turkalandi.

Landfrøði[rætta | rætta wikitekst]

Landafrøðisliga liggur bara 3 prosent av Turkalandi í Evropa. Restin liggur í Asia. Landslagið er fjølbroytt, og veðurlagið er skiftandi, nógvastaðni fruktar væl, og landið er sjálvbjargið við mati.

Búskapur[rætta | rætta wikitekst]

Ferðavinna[rætta | rætta wikitekst]

Fleiri milliónir ferðafólk koma til Turkalands á hvørjum ári at njóta góða veðrið, at vera á sandstrondunum og at síggja fornminni. Ferðavinnan er ein av høvuðsvinnuvegunum í Turkalandi.

Landbúnaður[rætta | rætta wikitekst]

Annaðhvørt fólk í Turkalandi arbeiðir í landbúnaðinum. Bøndurnir dyrka m.a. hveiti, bummull, tubbak, sukurrøtur og frukt. Fram við Svartahavi dyrka teir nógv te, tað er væl dámdur drykkur í Turkalandi. Konufólk gera mesta landbúnaðararbeiði. Nógv og góð búnaðarjørð er í Turkalandi, og landið dyrkar nóg mikið til egna nýtslu og til útflutnings.

Fólkið[rætta | rætta wikitekst]

Meginparturin av fólkinum er muslimar, ið tala turkiskt; men eingin ríkisátrúnaður er í landinum. Miðallívsævin í landinum er 75.73 ár.

Mál[rætta | rætta wikitekst]

Fólkasløg[rætta | rætta wikitekst]

Átrúnaður[rætta | rætta wikitekst]

Myndir[rætta | rætta wikitekst]

Hygg eisini at[rætta | rætta wikitekst]

Ávisingar úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið