Saturn

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Saturn.

Saturn er sætta gongustjørnan frá Sólini og er næststørsta gongustjørnan í sólarskipan okkara. Bara Jupiter er størri. Eins og Uranus, Neptun og Jupiter er Saturn ein gassrisi, og merkir hetta, at hon fyrst og fremst er gjørd úr gassum, heldur enn steini. Saturn er uppkallað eftir rómverska gudinum Saturnus, sum er gudurin fyri bóndaskapi, rættvísi og styrki. Veðurlagið á Saturn er ekstremt, og vindarnir kunnu koma heilt upp í 1 800 km/h. Saturn hevur í minsta lagi 61 mánar. Størsti mánin á Saturn, Titan, er størri enn gongustjórnan Merkur, og er einasti mánin í sólarskipanin, sum hevur eina nevniverda atmosferu.

  • Diametur:   9,14 ferðir Jørðina
  • Massi:   95 ferðir Jørðina
  • Rúmd:   764 ferðir Jørðina
  • Massafylla:   0,69 ferðir vatn
  • Tyngdakraft:   0,92 ferðir Jørðina
  • Mánar:   18 + 12
  • Miðal-hiti:   - 176 °C
  • Max støddarflokking:   - 0,3
 v  k  r Sólskipanin
Sólin Merkur Venus Mánin Jørðin Mars Jupiter Saturn Uranus Neptun PlutoSolar System XXVII.png
Sólin · Merkur · Venus · Jørðin (Mánin) · Mars · Jupiter · Saturn · Uranus · Neptun · Pluto
Gongustjørnur · Dvørgastjørnur · Mánar: Europa
Sí eisini Stjørnufrøði