Jólamaðurin

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Síða við keldutørvi!
Her í greinini mangla ein ella fleiri eftirfarandi keldur.
Tekning frá 1881 eftir Thomas Nast ið, saman við Clement Clarke Moore, hjálpti til við at skapa nýmótans felagsímyndina av jólamanninum (Santa Claus).

Jólamaðurin, stundum nevndur jólanissan ella bara nissan, er ein norðurlendsk útgáva av amerikanska Santa Claus, ið aftur hevur røtur í niðurlendska Sinterklaas ella Sint Nicolaes. Upprunin til Sint Nicolaes er Santa Nikolaus frá Myra, sum Niklasarmessa verður hildin til minnis um. Vanliga er jólamaðurin avmyndaður sum ein førur, kátur, hvítskeggjutur maður – stundum við brillum – í reyðum koti við hvítum kraga og ermakvarðum, reyðum buksum við hvítum buksufaldum, og svørtum leðurbelti og styvlum. Hendan ímyndin av jólamanninum, gjørdist vælumtókt í USA og Kanada í 19. øld, orsakað av eini yrking eftir Clement Clarke Moore “A Visit From St. Nicholas”, og av tekningum hjá Thomas Nast. Hendan ímyndin hevur hildið sær og er styrkt gjøgnum sangir, útvarp, sjónvarp, barnabøkur og filmar.

Upphav[rætta | rætta wikitekst]

Kristnar siðvenjur (traditiónir)[rætta | rætta wikitekst]

Russisk halgimynd (icon) av Sankta Nicholasi frá 1294.

Siðvenjan við jólamanninum byggir á søgnina um tað kristna halgimennið Sankta Nicholas (Sankta Niklas), sum var biskupur í havnabýnum Myra í Lykia, í núverandi Turkalandi í 3 øld. Hann skal hava verið tiltikin gávumildur, og hjálpt nógvum familjum í neyð. Millum annað skal hann í loyndum hava givið tríggjar posar við gulli til ein mann sum átti tríggjar døtur, men ikki hevði ráð at geva teimum heimanfylgju (medgift)‚ tá tær skuldu giftast.
Niklas var verndarhalgimenni fyri millum annað børn og ung. Í 1200-talinum varð tann stóra barnafestin i Frankaríki løgd á minnisdegi Sankta Niklasar tann 6. desember, á Niklasarmessu . Henda fest spjaddi seg við tíðini til onnur lond í Evropa. Siðurin var m.a. at geva smáar gávur, sokallaðar Niklas-gávur, og ofta var tað Niklas sjálvur, ið kom við gávunum. Við síðuna av hesum siði uppstóð ein tilsvarandi fólksligur siður í 1400-talinum har Niklas kom heim til fólk við gávum. Innan protestantismuna, bleiv tann katólski Niklas-figururin sæddur sum ein kappingarneyti til tann veruliga jólaboðskapin, og har bleiv hann útskiftur við Jesusbarnið (Christkind) ella ein protestantiskan ella sekuleran Jólamann á fleiri støðum.

Heidni upprunin[rætta | rætta wikitekst]

Tekning frá 1886 eftir Georg von Rosen av norrøna/germanska gudinum Óðini.

Sambært germansku gudalæruna (sum m.a. umfatar ta norrønu gudalæruna) plagdi Óðin at ríða á áttabeinta rossi sínum Sleipni, ið kundi leypa long strekki; hetta kann samanlíknast við reinsdjórini hjá jólamanninum, ið dragsa gávufyltu sletuna hjá jólamanninum eftir himmalhválvinum. Óðini varð eisini givin mong nøvn, ið benda á ein gamlan hvítskeggjuntan mann, m.o. Síðgrani, Síðskeggr, Langbarðr (ið øll merkja ’síðskeggjutur’) og Jólnir (Jólamaðurin).
Um jóltíðir plagdu børn at seta styvlar fyltar við sukri, gularótum ella hoyggi til rossið Sleipnir hjá Óðini, og afturfyri gav hann teimum góðgæti ella gávur. Framvegis seta børn í Týsklandi, Belgia, Niðurlondum og pørtum av Frankaríki, skógvar fram, ikki til Óðins, men til kristna Sankta Niklas. Í øðrum londum, m.ø. Føroyum, eru styvlarnir skiftir út við hosur, ið verða hongdar upp so jólamaðurin kann koyra gávur í tær um náttina.

Jólamaðurin í Norðurlondum[rætta | rætta wikitekst]

Jólamaðurin í Skandinavia í gomlum døgum, við grangreinum í hárinum, jólamati og einum barni á ørmunum, kundi koma ríðandi á eini geit.

Jólamaðurin kom til Norðurlond í seinnu helvt av 1800-talinum, og avloysti so við og við tann eldra ”jólabukkin” í leiklutinum sum gávuútberi jólaaftan í øllum norðurlondunum. Jólabukkurin, ella Jólageitin, er stórt sæð bara kendur frá Skandinavia (tó ikki Føroyum). Upprunin til jólabukkin er ókendur, men siðurin er elligamal og er jólabukkurin ein tann elsta ímyndin av jólum í skandinavia. Eitt boð uppá upprunan til jólabukkin er at tað var gamal víkingasiður at offra ein geitarbukk um jóltíðir, við ynskjum um at fáa eitt gott nýtt ár; eitt annað boð er at jólabukkurin stavar frá miðaldarligum kirkjuligum jólaspæli, ið ofta eisini hevði ein djevul við hornum, ið líktist einum hornutum geitarbukki.
Í Svøríki verður jólamaðurin róptur Jultomten, í Danmark Julemanden, í Noregi Julenissen, í Íslandi Jólasveinn, í Grønlandi Juulimaaq og í Finlandi Joulupukki har geitarbukksnavnið er varðveitt ("pukki" merkir bukkur), og á finnlandssvenskum julgubben.
Norðurlendsku nissurnar byggja í grundini á vættrar, ið onki samband hava við Sankta Niklas, men tær eru blivnar knýttar at honum við nissu-navninum, sum kemur frá tí norðurlendska forminum av Niklasi, Niels – tvs. jólaniels bleiv til jólaniss. Frá endanum av 1800-talinum vórðu tær smáu garðsnissurnar (vættrarnir) ofta avmyndaðar sum ‘jólanissur’, serliga á jólakortum, og í dag eru tær smáu skeggjutu nissurnar ímyndin av jólunum.

Jólamaðurin í Føroyum[rætta | rætta wikitekst]

Jólamaðurin á føroyskum frímerki.

Nútíðar føroyski jólamaðurin ella jólanissan er av donskum uppruna, komin við danskari mentan, vikubløðum v.m. til Føroya í 20. øld. Roynt hevur verið at føroyska henda danska jólamannin eftir íslendskari fyrimynd, har jólamaðurin verður sagdur at vera “ein góðvættur, ið sigst bera børnum gávur á jólum - ella fólk, ið er ílatið sum slík”. Eisini hava føroyskir jólamenn fingið nøvn sum ‘Kertustubbi’, ‘Greytasleikur’ og ‘Kjøtkrókur’ eftir íslendskum leisti, men hesi nøvn koma fyrst á skrift í Íslandi í 1860, og eru sostatt eini 1600 ár yngri enn Niklas navnið. Eisini er íslendski ‘jólakøtturin’ vorðin til føroyska jólafrensin ‘Halaleysi’, tó hevur íslendska ‘grýlan’ ikki fingið innivist í føroysku jólunum.
Marius Johannesen roynir í sanginum "Eg eri jólamaðurin..." at lata jólamannin í føroysk klæðir og búgva í heyggi eins og huldufólkini: "Eg eri jólamaðurin við stórum gráum skeggi, í koti og svørtum knæbuksum, eg búgvi í hulduheyggi."
Ein siður ið hevur tikið seg upp seinastu árini er, at føroysku jólamenninir nú koma til landið við eini føroyskari slupp; hóast onga ávirkan haðani, so minnir hetta um Sinterklaashaldið í Niðurlondum, har Sinterklaas kemur til Niðurlong við einum dampskipi.

Eisini føroysku vættrarnar eru vorðnar til nissur; Orðabókin sigur um nissu: "nissa: vættur ið heldur til nær menniskjum t.d. í úthúsum (hildin at vera lítil gráklæddur maður í reyðari topphúgvu og við skeggi)", - stundum verður jólamaðurin eisini róptur jólavættur, og nissurnar jólavættrar.

Jólamaðurin í enskmæltu londunum[rætta | rætta wikitekst]

Amerikanskur jólamaður.

Sambært nýmótans amerikanskari siðvenju, er jólamaðurin ein tjúkkur (førur) maður við kritahvítum síðum skeggi, klæddur í reytt við hvítum pelskantum og svørtum styvlum. Vanliga sigur hann eitt hjartaligt “Ho ho ho!”. Hann býr á Norðpólinum har hann framleiðir gávur saman við smáum hjálparum ella nissum. Jólanátt flýgur hann gjøgnum luftina í eini sletu ið verður dragsað av reinsdjórum, har kendasta reinsdjórið er “Rudolf við tí reyðu nøsini”. Frá sletuni fer hann niður gjøgnum skorsteinskaminuna við jólagávum. Tað er vanligt at seta eitt sindur av mati fram til jólamannin. Jólamenn upptraðka ofta áðrenn jólaaftan í keypsmiðstøðum (sentrum) har teir ofta spyrja børn hvat tey ynskja sær til jóla, ella fyri at savna pengar inn til vælgerandi endamál.
Tann enski og USA-amerikanski jólamaðurin byggja á ímyndirnar av tí káta jólaglaða “Father Christmas” frá bretsku oyggjunum og "Sinterklaas" frá Niðurlondum. Frásagnir, yrkingar og tekningar av jólamanninum, serliga yrkingin "A Visit From St. Nicholas" (ella "The Night Before Christmas") frá 1823, skaptu eina felagsmynd av jólamanninum í amerikansku siðvenjuni. Reklamutekningar fyri Coca-Cola í 1931, teknaðar av svenskamerikanaranum Haddon Sundblom, gav gjøgnumbrot fyri tann reyð-hvíta búnan jólamaðurin er ílatin í dag – litirnir hjá Coca Cola.
Jólamaðurin verður oftast róptur Father Christmas í Stórabretlandi, meðan hann í USA verður róptur Santa Claus, ein anglifisering av tí niðurlendska Sinterklaas, tvs. Sankta Nicholas. Hesin jólamaðurin er avmyndaður í óteljandi bókum og filmum, og haraftrat í jólaframsýningum og jólapynti, og er kendur um allan heimin.

Jólamaðurin í Russlandi[rætta | rætta wikitekst]

Í tí gomlu russisk-ortodoksu kirkjuni var Sankta Nicholas hitt mætasta halgimennið, og kom hann eisini við gávum har. Í Russlandi er tað tó Ded Moroz (Дед Мороз), tvs. ”Abbi Frost” (ella Frostabbi) ið hevur leiklutin sum jólamaður. Hann hevur ein gandastav og deilir gávur út til børn á nýggjárinum, ofta saman við abbadóttur síni Snegurotsjka (Снегурочка) á føroyskum «Snjómoyggin». Abbi Frost kemur eisini fyri í týskari siðvenju, har hann verður róptur "Väterchen Frost". Undir kommunismuni varð Ded Moroz fyrst bannlýstur, men seinni bleiv hann m.a. brúktur í mentanarpolitiskari propaganda, sum ein mótsetningur móti tí dekadenta (forfalna) vesturlendska jólamanninum, og var tá nærum altíð klæddur í bláan kappa (kot).

Bústaður jólamansins[rætta | rætta wikitekst]

Fleiri lond siga seg hýsa heimstaðnum hjá jólamanninum. Tá danskt sjónvarp sendi jólarøðina (seriuna) ”Nissebanden i Grønland” í 1989, uppstóð ein nýggj mýta – at húsini hjá jólamanninum liggja í Umanak á vesturstrond Grønlands. Norðmenn siga at jólamaðurin býr í Drøvbakk, sviar at hann býr í bygdini Mora, har tað eisini er ein park nevnd Tomteland, meðan finnar siga hann býr á fjallinum Korvatunturi í landnyrðings-Finnlandi, men hetta plássið hevur fingið kapping frá einum øðrum plássi í Finnlandi, Rovaniemi, har ein Santa Park opnaði í 1998, og royna finnar at fáa ES at góðtaka hetta sum almenna heimstað jólamansins. Sambært norðuramerikanskari siðvenju, so býr jólamaðurin á Norðpólinum, og gav kanadiska stjórnin jólamanninum (Santa) kanadiskan ríkisborgaraskap tann 23 desember í 2008. Men eisini muslimska Turkaland ger (helst tað mest legitima) krav uppá bústað jólamansins, nemliga í heimstaði kristna Sankta Niklasar Myra, nú Demre í Turkalandi. Í muslimska Turkalandi er jólamaðurin eisini vælumtóktur, har er hann kendur sum "Noel Baba" og gevur hann børnum gávur á nýggjárinum, tí turkar halda ikki kristin jól.

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið