Óðin

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Óðin ríður Sleipni á hesi gomlu íslendsku myndini.

Óðin (Norrønt: Óðinn) er mætasti gudurin í norrønu gudalæruni og forngermanskari gudafrøði, har hann verður nevndur Wotan. Óðin er gudur vísdómsins, krígsins og stríðsins, gandsins, sigursins og skaldskaparins. Hann er alfaðir og kongur alra ása. Hann er einoygdur eftir at hava latið annað eyga sítt í veð fyri at drekka úr Mimirs brunni, haðani hann hevur fingið sín vísdóm. Ravnar Óðins, Hugin og Munin (Hugurin og Minnið), flúgva um allan heimin og boða Óðini frá tí, ið fyriferst í heiminum.

Kona Óðins eitur Frigg, men hann eigur eisini børn við Jørðini og nøkrum jatnadøtrum. Mætastur av synum Óðins er Tórur, sum vinnur á øllum livandi. Aðrir synir Óðins eru Baldur, Høður, Váli, Víðar og kanska Heimdallur, Týr og Bragi.

Óðin eigur hestin Sleipnir, sum hevur átta bein.

Uppruni[rætta | rætta wikitekst]

Fornnorrøna gudanavnið Óðinn og tess skyldorð fornenskt Wóden, fornsaksiskt Wōden, fornhátýskt Wuotan og Langobardiskt Godan ella Guodan, stava øll frá tí endurskapta protogermanska gudanavninum *wōđanaz. Kallkynsnavnorðið *wōđanaz rann úr protogermanska lýsingarorðinum *wōđaz ið er skylt við latínskt vātēs of fornírskt fáith, ið bæði merkja ‘spámaður, profetur’. Lýsingarorð, ið stava frá *wōđaz, umfata m.o. gotiskt woþs 'besettur', fornnorrønt óðr ‘óður’, og fornenskt wód 'óður'. Lýsingarorðið *wōđaz (ella *wōđō) er vorðið til onnur navnorð t.d. fornnorrønt óðr ið merkir viti’, ‘sál’, ‘orka’ ella ‘lívskraft’.

Navnið Óðinn er samansett av tveimum liðum óð og -inn, har seinni liður í hesum føri merkir ‘harri’. Sostatt merkir navnið ‘Harrin yvir lívskraftini’. Uml. 200 onnur nøvn ella eyknevni eru fyri Óðini ið lýsa hansara útsjónd og eginleikar, t.d. Alfǫðr (Alføður), Blindi, Bragi (Høvdingi) Bölverkur (Illgerðarmaður), Forni, Grímnir (Grímuklæddi), Hárbarðr (Gráskeggi), Herfǫðr (Herfaðir), Hildolfr (Krígsálvur), Loðungr (Rísni kappi), Síðhöttur (Síðhattur), Síðskeggr (Síðskeggi), Valfǫðr (Vígvallarfaðir) og Vegtamr (Vegkendi).


Í fyri-kristnu tíðini varð Óðin dyrkaður í øllum tí germanska økinum í núverandi Týsklandi, Hollandi og Onglandi. Ætlandi spjaddist dyrkanin av Óðini norðureftir frá Rhínøkinum í 1. øld e.kr. og hevur nátt Skandinavia í 5'tu øld e.Kr. Her hevur ásatrúgvin avloyst eina eldri fruktbærisdyrkan. Óðin framstendur sum ein krígsgudur í suðurgermanskum keldum frá 5'tu til 8. øld e.Kr.

Óðin eigur hestin Sleipnir, sum hevur átta bein.

Føroysku orðini óður, øði, ódn og (á suðuroyarmáli) ónsdagur, stava frá navninum Óðin.


Kelda[rætta | rætta wikitekst]

Gudarnir í Norrønu gudalæruni

Æsir:

Andhrímnir | Baldur | Bragi | Dellingur | Forseti | Heimdallur | Hermóður | Høður | Hønir | Kvasir | Magni | Móði | Óður | Óðin | Summar | Svåsud | Tórur | Týr | Ullur | Váli | Ve | Víðar | Vili | Vetur

Ásynjur:

Eir | Fjørgyn | Fulla | Gevjun | Gersimi | Gná | Iðun | Lín | Lovn | Nanna | Noss | Sága | Siv | Sigyn | Snotra | Syn | Vár

Vanir:

Froyur | Froya | Frigg | Njørður | Máni | Sól

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið