Tórur
Tórur, ið rópast eisini Ása-Tórur ella Øku-Tórur, er tann sterkasti ásagudurin í norrønu gudalæruni. Hann er sonur Óðins og Jarðarinar. Kona hansara eitur Siv og børnini hjá honum eru Magni, Móði og Trúður. Hann eigur hamaran Mjølnir og við honum berjist hann mót tussum og risum. Kerran sum hann ekur í verður drivin av tveimum geitarbukkum. Við ragnarøk man Tórur berjast við Miðgarðsorm og teir verða hvørjum øðrum at bana.
Tórur umtalast í mongum av Eddukvæðunum, t.d. í Hárbarðsljóðum har hann reypar av avrikum sínum.
- Eg var á eysturleið,
- bardist við jatnir,
- illar gívrar
- ið gingu á fjalli.
- Fjølment hevði jatnaætt verið
- um allir enn livdu,
- so varð ongin
- eftir í Miðgarði.
Tórshavn, Hósvík og hósdagur/tórsdagur eru nevnd eftir Tóri.
Keldur[rætta | rætta wikitekst]
- Hárbarðsljóð (týtt hevur Anker Eli Petersen) (2005).
- Gylvaginning (týtt hevur Anker Eli Petersen) (2005).
- Tór & Rán Postverk Føroya
Gudarnir í Norrønu gudalæruni | |
---|---|
Æsir: |
Andhrímnir | Baldur | Bragi | Dellingur | Forseti | Heimdallur | Hermóður | Høður | Hønir | Kvasir | Magni | Móði | Óður | Óðin | Summar | Svåsud | Tórur | Týr | Ullur | Váli | Ve | Víðar | Vili | Vetur |
Eir | Fjørgyn | Fulla | Gevjun | Gersimi | Gná | Iðun | Lín | Lovn | Nanna | Noss | Sága | Siv | Sigyn | Snotra | Syn | Vár | |