Jump to content

Baldur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Baldurs död

Baldur er ein gudur í tí norrønu gudalæruni. Hann er sonur til gudin Óðin og gudindina Frigg. Hann er giftur við Nannu og tey hava ein son, sum eitur Forseti. Baldur er gudurin av kærleika, friði og fyrigeving. Hann hevur fleiri beiggjar so sum, tvíburan Hørður og Tórur.

Aftaná Óðin doyði fóru Baldur og Hørður aftur til Ásgarð.

Tá ið Baldur byrjaði at droyma um deyðan, fór Frigg runt um allan heimin at spyrja øll og allar lutir at lova, at tey ikki skulu drepa Bald, men plantan mistilteinur var ikki við upp á lyftið.

Loki gandaði seg sjálvan til eina gamla konu og spurdi Frigg, um tað var nakað, ið kundi drepa Bald.

Hørður var snýttur av Loka til at drepa beiggja sín Bald. Tað verður sagt, at Nanna doyði av sorg av tí, at Baldur doyði.

Loki fekk Hóður at drepa Baldur, tí at hann var ireteraður av at Baldur var tann perfekti gudurin.

Baldur hevði tað størsta og besta skipið nakrantíð bygt kallað Hringhorni.

Tann størsta hendingin, sum hendi í Ragnarok, var tað stóra kríggið, sum var ímillum teir góðu gudarnar og teir ringu gudarnar og risarnar. Kríggið skuldi vera heimsins undirgangur. Næstan allir gudarnir doyðu, t.d Óðin, Tórur, Týr og Loki. Bara nakrar fáa gudindur doyðu t.d Nanna(kona Baldur), Gna og Snotra.

Aftaná Ragnarök var heimurin oyðilagdur, men so varð heimurin gjørdur so at man kundi liva aftur á honum. Tað vóru bara tvey menniskju á jørðini, tey itu Lív og Lívthrasir.

Gudarnir í Norrønu gudalæruni

Æsir:

Andhrímnir | Baldur | Bragi | Dellingur | Forseti | Heimdallur | Hermóður | Høður | Hønir | Kvasir | Magni | Móði | Óður | Óðin | Summar | Svåsud | Tórur | Týr | Ullur | Váli | Ve | Víðar | Vili | Vetur

Ásynjur:

Eir | Fjørgyn | Fulla | Gevjun | Gersimi | Gná | Iðun | Lín | Lovn | Nanna | Noss | Sága | Siv | Sigyn | Snotra | Syn | Vár

Vanir:

Froyur | Froya | Frigg | Njørður | Máni | Sól