Finnland

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Suomen tasavalta
Republiken Finland
Lýðveldið Finnland
Flagg Finnland
(Flagg Finnland)
Skjaldarmerki Finnland
(Skjaldarmerki Finnland)
Tjóðarslagorð: Onki
Tjóðsangur: Maamme (Vårt land)
Alment mál Finskt, svenskt
Høvuðsstaður Helsinki
Forseti Alexander Stubb
Forsætisráðharri Petteri Orpo
Fullveldi 6. desember 1917
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
338 432 km²
9,4
Íbúgvar
 - tilsamans 2013
 - tættleiki
 
5 429 894
16,04/km²
Gjaldoyra Evra
Tíðarøki UTC +2
Økisnavn á alnetinum .fi
Telefonkota +358
Pielinen

Finnland (finskt: Suomi) er lýðveldi í Norðurevropa. Finnland hevur mark við Noreg í norðri, Svøríki og botnisku víkina í vestri, Eystrasalt í ein útsynning Finnlandsfjørðin í suðri og Russland í eystri. Finnland er norðasta sjálvstøðuga land í heiminum eftir Ísland.

Flagg Finnlands er blátt og hvítt. Tjóðardjórið er bjørnin. Tjóðblóman er dalaliljan. Tjóðfuglur í Finnlandi er sangsvanurin. Skjaldarmerkið hjá Finnlandi er ein gul leyva, sum heldur í einum svørði og traðkar á ein sápil. Runan um hana eru 9 silvurrósur. Finski tjóðsangurin eitur “Maamme” (Okkara land). Upprunaliga var hann skrivaður á svenskum. Lagið er tað sama sum til estiska tjóðsangin.

Søga[rætta | rætta wikitekst]

Í øldir var Finnland undir svenskum yvirvaldi (Hertugadømið Finnland), til tað kom undir Russland í 1809. Finnland var partur av tí russiska sarríkinum frá 1809 til 1917. Í 1917 undir russisku kollveltingini gjørdist Finnlandi gjørdist ein sjálvstøðug tjóð. Í 1939-1940 leyp Russland á Finnland. Hetta kríggið verður vanliga nevnt Vetrarkríggið.

1. veraldarkríggið var Finnlandi ein ónd tíð. Landið uddi av russiskum hermonnum, og russiskt mál og mentan vórðu við harðari hond trokað inn á teir. Men tá ið russiska kollveltingin á vári 1917 tók seg upp, var øllum greitt, at nú fór vend at koma í, og tá ið so russiska stjórnin út á heystið sama árið var frákoyrd, lýsti finska tingið landið at vera sjálvstøðugt. Hetta hendi 6. desember í 1917. Enn vóru ikki allar súðir syftar. Eftir var at fáa skil á landinum. Enn var ein fjøld av russiskum hermonnum, sum gjørdi viðurskiftini ótrygg. Men Carl Gustaf Mannerheim, herhøvuðsmaður, fekk savnað sær eitt lið av bæði uttanlendis og innanlendis hermonnum. Hann vann á øllum óskilinum og fekk aftur rætt og skjal í landinum.

Eitt trætumál tók seg upp hesa tíðina millum Svøríkis og Finnlands um Álandsoyggjarnar. Fólkið á hesum oyggjunum var svenskt, men oyggjarnar vóru hertiknar av russum í 1809, og nú kannaði Finnland sær oyggjarnar. Hetta dámdi ikki Svøríki, men av tí at tað ikki vildi taka málið í sínar egnu hendur, varð tað lagt fyri fólkadómstólin í Haag. Fólkadómstólurin vildi ikki vera ein forðan fyri hesum nýstovnaða ríkinum og dømdi av teirri orsøk Finnlandi rættin til Álandsoyggjarnar.

Politikkur[rætta | rætta wikitekst]

Samkynt hjúnaband[rætta | rætta wikitekst]

Ríkisdagurin í Finnlandi samtykti 28. nov. 2014 við teprum meiriluta eitt uppskot um at loyva hjúnaband millum persónar av sama kyni.[1] Uppskotið um sokallað kynsneutralt hjúnaband varð samtykt við 105 atkvøðum fyri og 92 ímóti.[2] Síðan 2002 hevur skrásett parlag verið ein møguleiki í Finnlandi, men í 2014 fóru lógarsmiðirnir eitt fet víari. Finnland hevur verið einasta av teimum fimm stóru Norðurlondunum, har samkynd ikki kundu ganga saman í hjúnalag.[3] Lógaruppskotið í 2014 var eitt úrslit av einum sokallaðum borgaratiltaki fyri javnbjóðis hjúnabandslóggávu. Upp móti 170.000 undirskriftir vórðu savnaðar og latnar ríkisdagsformanninum í 2013. Sambært finskari lóg skal ríkisdagurin viðgera ein spurning, ið savnar minst 50.000 undirskriftir. Í juni mánaði í 2014 varð uppskotið havnað í eini tingnevnd, men uppskotið varð kortini lyft víðari inn í ríkisdagssalin, sum tók avgerð sína í spurninginum 28. nov. 2014.[4]

Mentan[rætta | rætta wikitekst]

Finska mentanin er ólík mentanini í hinum Norðurlondum, og finskt er ikki skylt við norrønu málini. Finnar lýsa mentan teirra við trimum orðum "sauna, sisu og náttura" Orsakað av stødd Finnlands er finska mentanin landafrøðiliga deild upp. Í Finnlandi er ein sera sterk smáttumentan. Finnar fara út í smáttur sínar, hvørjaferð tíðin loyvir tí. Hesar smáttur eru sum oftast staddar við sjógvin ella við eitt av mongu vøtnunum í Finnlandi

Tónleikur[rætta | rætta wikitekst]

Í mun til fólkatalið hevur Finnland mest tungmálmsbólkar í heiminum.

Til dømis kunnu nevnast bólkar sum HIM, Nightwish, Children of Bodom og Stratovarious.

Eisini kann nevnast at kendi DJ'urin Darude kemur úr Finnlandi.

Innan rokktónleik eru The Rasmus, celloleikandi bólkurin Apocalyptia og 70'ára-bólkurin Hurriganes helst tey kendastu nøvnini.

Fyrsti finski bólkurin, sum fekk altjóða viðurkenning, var rokkbólkurin Hanoi rocks.

Finnar luttaka í evropeisku sangkappingini Eurovision. Tað hevur ikki gingið teimum væl, undantikið í 2006, tá ið tungmálmsbólkurin Lordi

gjørdist sigursharri.

Landfrøði[rætta | rætta wikitekst]

Á kortinum er Finnland býtt í 19 øki.

Størsti parturin av landinum er skógur, har fura, grann og bjørk vaksa. Kavin liggur næstan allan veturin.

Stórir partar av Finnlandi eru skógvaksnir, og har eru mong vøtn, tí at skriðjøklarnir gróvu djúpar lægdir í lendið í seinastu ístíð.

Búskapur[rætta | rætta wikitekst]

Mesta fólkið livir av jarðarbrúki og skógbrúki. Tað er so í Finnlandi, at til hvønn garð liggur eitt strekki av skógi, og hetta gevur ofta líka nógv av sær sum tað, fólkið fær burtur úr jørðini. Um summarið verða neytini rikin á skógin. Kornsløgini, tey dyrka í Finnlandi, eru mest bygg og havri, men tey velta ikki sørt av hveiti. Inni í landinum kann tað ofta henda, at hann legst við náttarfrosti, tá ið akrarnir eru farnir at næla, og so er alt strevið burturspilt. Kornið stadnar ikki allastaðni á bønum, so teir mugu turka tað inni. Eplum og rótum verður nógv velt av. Røturnar verða brúktar til neytini. Neytatalið í Finnlandi er heilt stórt, og tey kirna væl av smøri. Skógbrúkið hevur ovurhonds nógv at týða fyri finnlendingar; um tveir triðingar av landinum er skógvaksið, og væl ber til at floyta viðin eftir áunum, sum renna millum tey ymsu vøtnini; kortini kann tað henda, at stórir fossar eru á vegnum, og tá ber ikki til, men so hava teir grivið gryvjur millum vøtnini. Hægsti fossurin í Finnlandi eitur Imatra: har er bygt stórt elverk. Tað eru ikki bara stórvið og borðvið, teir flyta út úr Finnlandi. Nøgd av viði, helst av tí, sum lítið virði er í, verður gjørt til pappír, og Finnland flytur pappír út í stórum; krosslineri flyta teir eisini nógv út av; finskir svávulpinnar eru væl kendir. Í nýggjari tíð verður nógvur viður nýttur í klædnagerð (kunstsilki, eisini kallað rayon). Kol ella olja finst ikki í landinum, men fossamegín trýtur ikki, so teir brúka elkraft til drívmegi á ídnaðarvirkjunum. Eitt sindur av jarni er í landinum, men ikki nóg mikið til egið brúk; harafturímóti er væl til av kopari.

Hygg eisini at[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. http://www.theguardian.com/world/2014/nov/28/finland-legalises-gay-marriage
  2. "Archive copy". http://blog.foreignpolicy.com/posts/2014/11/28/finland_becomes_an_unlikely_battleground_for_same_sex_marriage_debate. Heintað 2014-11-30. 
  3. "Finland votes to legalize same-sex marriage". 28.11.2014. https://www.reuters.com/article/2014/11/28/us-finland-gaymarriage-idUSKCN0JC0YX20141128/. Heintað 16.1.2024. 
  4. "Finland Votes To Legalize Same-Sex Marriage". 28.11.2014. https://www.huffpost.com/entry/finland-gay-marriage_n_6235690. Heintað 16.1.2024. 

Ávisingar úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið