Liktinstein
| |||
Tjóðarslagorð: | |||
Tjóðsangur: Oben am jungen Rhein | |||
Alment mál | Týskt | ||
Høvuðsstaður | Vaduz | ||
Fúrsti | Hans-Adam II. | ||
Forsætisráðharri | Daniel Risch | ||
Fullveldi | 12. juli 1806 | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
160 km² | ||
Íbúgvar - tilsamans 2017 - tættleiki |
38 111 237/km² | ||
Gjaldoyra | Sveisarfrankur (CHF) | ||
Tíðarøki | UTC +1 | ||
Økisnavn á alnetinum | .li | ||
Telefonkota | +423
| ||
Liktinstein er eitt land í Miðevropa, sum liggur millum Sveis og Eysturríki. Landið er sera lítið og fevnir bert um áleið 160 km2. Fólkatalið er umleið 37.000. Høvuðsmálið í Liktinstein er týskt. Liktinstein er einasta týskt-talandi land, ið ikki hevur mark við Týskland. Liktinstein er eitt fúrstadømi. Høgt uppi í Ríndali, á markinum ímillum Sveis og Eysturríki, er lítla týskmælta fúrstadømið Liktinstein. Liktinstein er eitt av fáu smáríkjunum í Evropa, sum hevur megnað at varðveitt sjálvræði sítt. Heilt óheft er landið kortini ikki, tí at tað hevur gjaldaoyrasamband við Sveis og nýtir eisini postverkið og telefonverkið í Sveis.
Í uttanríkismálum samstarva teir eisini við grannan fyri vestan. Fíggjarligar tænastuveitingar eru týdningarmiklar fyri búskapin í Liktinstein, og fræls bankalóggáva og støðug politisk viðurskifti draga mong peningafólk higar. Virkin landbúnaður, blómandi smáídnaður og ferðavinna veita landinum góða inntøku. Mongu vinnuvegirnir gera Liktinstein til ógvuliga ríkt land. Liktinstein ger vøkur frímerkir, ið eru nógv eftirspurd millum savnarar. Frímerkjasøla er um 10 % av árligu ríkisinntøkunum.
Myndir
[rætta | rætta wikitekst]-
Markið millum Sveis og Liktinstein nærindis Balzers.
-
Balzers og Triesenberg
-
Lærdi háskúlin í Liktinstein.
-
Vaduz
-
Slottið í Vaduz.
-
Dómkirkjan í Vaduz.
-
Tinghúsið og bygningurin hjá stjórnini.
-
Listasavnið í Vaduz.
-
Fótbóltsvøllur Rheinpark Stadion í Vaduz.
Ávísingar úteftir
[rætta | rætta wikitekst]- Almenna heimasíða, liechtenstein.li
- Almenna heimasíða hjá landsstýrinum Archived 2019-03-24 at the Wayback Machine, regierung.li
- Liechtenstein, wikivoyage.org (á týskum)
- Liechtenstein , wikivoyage.org (á enskum)
Coordinates: 47°8′0″N 9°33′0″E / 47.13333°N 9.55000°E