Slovakia
| |||
Tjóðarslagorð: | |||
Tjóðsangur: Nad Tatrou sa blýska | |||
Alment mál | Slovakiskt | ||
Høvuðsstaður | Bratislava | ||
Forseti | Peter Pellegrini | ||
Forsætisráðharri | Robert Fico | ||
Fullveldi | Eftir sundurbýtingina av Kekkoslovakia 1. januar 1993 | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
49 035 km² 0 % | ||
Íbúgvar - tilsamans 2023 - tættleiki |
5 424 687 111/km² | ||
Gjaldoyra | Evra | ||
Tíðarøki | UTC +1 | ||
Økisnavn á alnetinum | .sk | ||
Telefonkota | +421
| ||
Slovakia (slovakiskt: Slovensko ella Slovenská republika) er eitt lýðveldi í Miðevropa. Í útnyrðing hevur Slovakia mark við Kekkia, í norðri við Pólland, í eystri við Ukraina, í suðri við Ungarn og í útsynning við Eysturríki.
Landafrøði
[rætta | rætta wikitekst]Slovakia liggur millum breiddarstigini 47° and 50° N, and longdarstigini 16° og 23° E. Tað slovakiska landslagið er serliga kent fyri tað fjallaríki náttúruna við Karpatafjøllunum, sum strekkja seg tvørtur um alt landið og fevnir um tað mesta av norðara partinum av Slovakia. Í hesum høgu fjøllum eru fjallatindarnir Fatra-Tatra (harímillum eru Tatrafjøllini, stóru Fatra-fjøll og lítlu Fatra-fjøll), slovakisku Ore-fjøllini, slovakisku míðfjøllini ella Beskids.
Hægstu fjøllini standa norðuri í landinum, í Karpatafjøllunum tætt við markið til Pólland. Teir hægstu tindarnir eru Gerlachovský štít (2.655 m) og Kriváň (2494m).
Tað lægsta láglendi er tað fruktagóða láglendi í útsynningshorninum av landinum, sum kallast Donau-slættin (slovakiskt: Podunajská rovina). Síðan kemur eystara slovakiska láglendi í ein landssynning.
Søga
[rætta | rætta wikitekst]Slovakia, sum vit kenna tað í dag, er í veruleikanum annað landið, ið hevur borið hetta navn. Fyrsta landið var Fyrsta slovakiska lýðveldið (Prvá slovenská republika), ið var til undir seinna heimsbardaga.
Mentan
[rætta | rætta wikitekst]Folk siðvenja hevur sterkar røtur í Slovakia og sæst aftur í bókmentum, tónleiki, dansi og arkitekturi. Eitt dømi um hetta er tann slovakiski tjóðsangurin "Nad Tatrou sa blýska", sum hevur røtur í einum fólkatónleikalagi frá "Kopala studienku" mentanini.
Búskapur
[rætta | rætta wikitekst]Politikkur
[rætta | rætta wikitekst]Slovakia er eitt demokratiskt lýðveldi við parlamentariskari fleirflokkaskipan. Seinasta parlamentsvalið var í mars 2012, og seinasta forsetavalið var í apríl 2009.
Fyrisitingarligt býti
[rætta | rætta wikitekst]Slovakia er býtt sundur í 8 regiónir (slovakiskt: kraj, fleirtal kraje). Hesar eru uppkallaðar eftir høvuðssætinum í regiónini. Regiónirnar hava síðan 2002 í ávísan mun havt sjálvstýri.
- Bratislava-regiónin (Bratislavský kraj), høvuðsstaður Bratislava
- Trnava-regiónin (Trnavský kraj), høvuðsbýur Trnava
- Trenčín-regiónin (Trenčiansky kraj), høvuðsbýur Trenčín
- Nitra-regiónin (Nitriansky kraj), høvuðsbýur Nitra
- Žilina-regiónin (Žilinský kraj), høvuðsbýur Žilina
- Banská Bystrica-regiónin (Banskobystrický kraj), høvuðsbýur Banská Bystrica
- Prešov-regiónin (Prešovský kraj), høvuðsbýur Prešov
- Košice-regiónin (Košický kraj), høvuðsbýur Košice
Regiónirnar eru býttar sundur í fleiri smærri distriktir og kommunur. Tað eru tilsamans 79 distriktir í Slovakia.
Hygg eisini at
[rætta | rætta wikitekst]Ávisingar úteftir
[rætta | rætta wikitekst]- TA3 - Slovakisk tíðindarás
- The Slovak Republic Government Office