Jersey

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Bonne Nuit Bay, Jersey.

Jersey er sjálvstýrandi oyggj, men undir bretskum kongadømi. Høvuðstaðurin er Saint Helier. Jersey er tann sunnasta av Bretsku Kanaloyggjunum og er hon heilar 160 km frá Bretska fastlandinum, men einans 22 km frá fronsku strondini. Uml. 99.500 fólk búgva á Jersey og oyggin er 116 km2 til støddar tvs. Á leið sama stødd sum Sandoyggin, sum er góðar 110m2.

Líkamikið, hvar á oynni tú ert, sært tú altíð Atlantshavið. Jersey er eisini kent fyri, at har er munurin á flóð og fjøru heilar 12 metrar, hetta er heimsmet.

Talaða málið í Jersey og Kanaloyggjunum er enskt, men Jerseybúgvar hava sítt egna upprunamál, Jèrrais. Jèrrais verður eisini kallað “Jersey franskt” ella “Jersey normanskt franskt”

Náttúran á Jersey er stórbær við skógi, sandheyggjum, klettum, runnagirðingum og strondum. Oyggjin hevur heilar 720 km av vegi og av hesum, eru 72 km skýrdir “Green Lanes” grøn strekki. Hetta merkir, at ikki er loyvt at koyra meira enn 24km/t og fólk til gongu, tey sum súkla og hestar hava framíhjárætt.

Jersey er býtt í 12 kommunur. Fyri hvørja kommunu verður ein leiðari valdur, sum arbeiðir ókeypis og sjálvboðið.

Jerseybúgvar eru kendir fyri at taða vanliga bøðin við tara. Oyggin er eisini kend fyri bundnar Jerseys, sum enn vera seldir har, hóast seyðaull ikki verður góðskað á Jersey meira. Harumframt er Jersey kent fyri tey Jersey neytini.

Fyrr var høvuðsbúskapurin á Jersey landbúnaður, fiskivinna og ull. Í dag er fíggjarvinnan ráðandi við heili 40% av BTÚ og ferðavinnan er eisini sera týdningarmikil. Oyggin krevur bara 20% í inntøkuskatti.

Fíggjarfyritøkur velja Jersey, orsakað av stabilum stýri, nærleika við bæði Stóra Bretland og Evropa og orsakað av lágum skatti. Jersey hevur nú heili 33.000 skrásettar fyritøkur á oynni.

Gjaldoyrað á Jersey er Pund Sterling og hóast Jersey er undir bretsku trónuni, er Oyggin ikki ein partur av EU og Stórabretlandi, hon er sjálvstýrandi og hevur ymiskar seravtalur, har Stóra Bretland røkir hennara áhuga í altjóða málum.


Lond í Evropa
Albania | Andorra | Armenia² | Aserbadsjan¹ | Belgia | Bosnia-Hersegovina | Bulgaria | Danmark | Estland | Eysturríki | Finnland | Frakland | Georgia¹ | Grikkaland | Hvítarussland | Írland | Ísland |
Italia | Kasakstan¹ | Kekkia | Kosovo | Kroatia | Kýpros² | Lettland | Liktinstein | Litava | Luksemburg | Lýðveldið Makedónia (FYROM) | Malta | Moldova | Monako | Montenegro | Niðurlond | Noreg |
Pólland | Portugal | Rumenia | Russland¹ | San Marino | Serbia | Slovakia | Slovenia | Spania | Stóra Bretland | Sveis | Svøríki | Turkaland¹ | Týskland | Ukraina | Ungarn | Vatikanríkið
Sjálvstýrandi øki: Akrotiri og Dhekelia² | Áland | Føroyar | Gibraltar | Guernsey | Jersey | Man
1. Land lutvíst í Asia. 2. Landafrøðiligani í Asia, men ofta roknað sum partur av Evropa av mentanarligum og søguligum ávum.


Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið