Hvítarussland
| |||
Tjóðarslagorð: | |||
Tjóðsangur: My, belarusy | |||
Alment mál | |||
Høvuðsstaður | Minsk | ||
Forseti | Aleksandr Lukasjenko (Александр Лукашенко) | ||
Forsætisráðharri | Roman Golovchenko (Раман Галоўчэнкo) | ||
Fullveldi | 1991 | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
207 595 km² | ||
Íbúgvar - tilsamans 2012 - tættleiki |
9,46 milliónir 46/km² | ||
Gjaldoyra | Rubel | ||
Tíðarøki | EET +2 | ||
Økisnavn á alnetinum | .by | ||
Telefonkota | +375
| ||
Hvítarussland er lýðveldi í Evropa. Í norðri hevur Hvítarussland mark við Letland, í eystri við Russland, i suðri við Ukraina, og í vestri við Pólland og Litava. Hvítarussland er fátækt landbúnaðarland, tað er strálbygt, og náttúrutilfeingið er lítið. Kortini eru korini nógv batnað síðan 1960-árini, tá ið farið varð at menna ídnaðin og byggja betri hús. Spreingingin á kjarnorkuverkinum í ukrainska býnum Tjernobyl í 1986 elvdi stóran skaða í Hvítarusslandi, mong fólk máttu verða flutt heiman, og mong gjørdust og gerast alsamt sjúk av geislavirknu dálkingini, ið stóðst av vanlukkuni. Tveyhundrað ár við russiskum yvirræði endaðu í 1991 við falli Sovjetsamveldisins, og Hvítarussland gjørdist sjálvstøðugt land.
Minsk er miðskeiðis í landinum. Hóast býurin var skotin í sor í seinna heimsbardaga, hevur hann í friðartíð verið stjórnarbýur og miðdepil í útbúgving, mentan og samskifti. Seinastu árini hevur menningin í ídnaðinum havt við sær, at býurin er nógv vaksin. Minsk er høvuðssæti hjá SNG, ið er ríkjasamband við 12 sovjetlýðveldum, ið vóru.
Tungídnaður, sum oljureinsing og maskinur, hava stóran týdning fyri Hvítarussland. Tá ið sovjetstýrið ráddi, vórðu bygdar stórar verksmiðjur, sum virkaðu ráevni úr Russlandi og Ukraina. Virðismikil ráevni, t.d. olja, steinsalt og ymisk sandsløg, eru funnin í landinum. Sandurin verður nýttur til glasgerð.
Tá ið sovjetstýrið ráddi, lærdu næstan allir hvítarussar at lesa og skriva, og næmingarnir høvdu undirvísingarskyldu í 10 ár. Góða skúlagrundarlagið hevur ríkað mentanina, og bókmentir og tónleikur eru høgt í metum ímillum manna.
Stór øki í í syðra parti í Hvítarusslandi eru mýrilendi, og Pripetmýrarnar báðumegin Pripetánna eru størstu mýrar í Evropa. Her veksur nógvur skógur, t.d. fura, eik, elri og askur, og skógarvinna er týðandi ídnaður á hesum leiðum. Nógv dýr, t.d. elgur, geypa, villsvín og rýpa, halda til í mýrunum og í skógunum.
Nógvur soppur veksur í tættu og slavnu skógunum; og so væl dámar fólki at henta soppar, at tað verður nevnt tjóðarítrótt Hvítarusslands. Soppar og epli eru høvuðsføðsla. Kókað epli, gjørd til á ymsan hátt, verða etin til morgunmat, døgurða og nátturða. Soppar í súrróma verða etnir aftur við steiktum kjøti av t.d. kanin og svíni. Hvítarussar bæði salta, turka og súlta soppar, men teir verða eisini etnir feskir.
Søga
[rætta | rætta wikitekst]Politikkur
[rætta | rætta wikitekst]Deyðarevsing
[rætta | rætta wikitekst]Hvítarussland er einasta land í Evropa, ið hevur deyðarevsing. Í mai 2010 tóku mynduleikarnar stig ímóti at stegað deyðarevsing. Bert tveir dagar aftaná vóru tveir menn dømdir til deyða vegna morð.
Oleg Alkev hevur starvast sum fangavørur í Hvítarusslandi, hann greiður frá hvussu ein deyðarevsing vanliga fer fram: "Fangin hevur bind fyri eyguni, hendurnar eru bundnar aftan fyri ryggin. Hann verður leiddur inn í eitt rúm. Hann fær at vita, at hann verður hildin, so hann ikki situr skeivt. Hann verður tvungin niður á knø, tað tekur einans nøkur fá sekund, so er hann skotin [1].
Landafrøði
[rætta | rætta wikitekst]Størri býir
[rætta | rætta wikitekst]Fyrisitingarligar eindir
[rætta | rætta wikitekst]Hvítarussland er býtt sundur í seks voblast (sóknir ella landslutir):
Harumframt hevur høvuðsstaðurin Minsk serstaka støðu.