Slovenia

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Republika Slovenija
Flagg
(Flagg )
Skjaldarmerki
(Skjaldarmerki )
Tjóðarslagorð:
Tjóðsangur: Zdravljica
Alment mál Slovenskt, Italskt, Ungarskt
Høvuðsstaður Ljubljana
Forseti Nataša Pirc Musar
Forsætisráðharri Robert Golob
Fullveldi Frá Jugoslavia 25. juni 1991
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
20 273 km²
0,6
Íbúgvar
 - tilsamans 2012
 - tættleiki
 
2 057 660
99/km²
Gjaldoyra Evro
Tíðarøki UTC +1
Økisnavn á alnetinum .si
Telefonkota +386

Slovenia er lýðveldi í Miðevropa. Í vestri hevur Slovenia mark við Italia, í norðri við Eysturríki, í eystri við Ungarn og í suðri við Kroatia.

Landafrøði[rætta | rætta wikitekst]

Høvuðsgrein: Slovensk landafrøði

Hægsta fjall í landinum, ið kallast Triglav, er 2864 metrar høgt.
Áin Soča, sum eitur Isonzo í Italia, rennur suður ígjøgnum fjallalendi fram við markinum millum Slovenia og Italia.

Fjallalandið Slovenia er í útnyrðingspartinum á Balkan, millum Alpurnar og Adriahavið.

Vakra landslagið við høgum fjøllum, vøtnum og skógum dregur mong ferðafólk. Alpurnar eru suður í Norðurslovenia. Her eru høg fjøll og djúpir, avbyrgdir dalar. Smáir býir og smáar bygdir við smølum krókutum vegum og timburhúsum eru í dølum og líðum, har ikki er árent fyri skalvi og omanlopi. Av tí at so ringt er at koma fram í hesum kavatakta og bratta lendi, vórðu hesi búpláss mestsum avbyrgd í øldir, men nú á døgum eru tey ímillum best umtóktu ferðamannastøð í Slovenia.

Størsta áin í Slovenia eitur Sava. Hon rennur úr norðara parti í ein landsynning ígjøgnum landið út móti Kroatia og Donaudalinum. Aðrar kendar áir eru Soča (hon rennur tætt við markið til Italia og eitur Isonzo á italskum), Drava og Mura.

Mesta fólkið í Slovenia býr í smáum býum ella í mongu bygdunum, ið eru um alt landið. Um 300.000 fólk búgva í høvuðsstaðnum Ljubljana - hann er næstminsti høvuðsstaður í Evropa.

Býir í Slovenia[rætta | rætta wikitekst]

Slovenskir býir við fleiri enn 20 túsund íbúgvum í 2011.[1][2]

Mentan[rætta | rætta wikitekst]

Høvuðsgrein: Slovensk mentan

Hóast slovenar vóru undir eysturríkarum í nærum túsund ár, hava teir varðveitt mentan sína og mál sítt, sum hoyrir til slavisku málini. Litføgur klæði við baldýraðum mynstrum og eitt sjáldsamt høvuðklæði eru partur av mentan teirra.

Søga[rætta | rætta wikitekst]

Høvuðsgrein: Slovensk søga

Eftir at hava staðið undir Eysturríki og síðan verið samveldisríki í Jugoslavia, gjørdist landið frælst í 1991.

Búskapur[rætta | rætta wikitekst]

Høvuðsgrein: Slovenskur búskapur

Kríggið í gomlu samveldislondunum er farið illa við búskapinum, helst í ferðavinnuni. Stórir skógir eru í Slovenia: haðan fæst viður til saguløð og pappírsverksmiðjur. Seinastu árini hava slovenar fingið nógvar vesturevropeiskar fyritøkur at loyvt slovenum at byggja verksmiðjur, sum gera til dømis bilar, trukkar, mortorsúkklur og køliskáp í verksmiðjum í Slovenia.

Politikkur[rætta | rætta wikitekst]

Høvuðsgrein: Slovenskur politikkur

Hygg eisini at[rætta | rætta wikitekst]

Ávisingar úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið

Coordinates: 46°09′00″N 15°03′00″E / 46.15000°N 15.05000°E / 46.15000; 15.05000

  1. "Largest settlements by number of population". Statistical Office of the Republic of Slovenia. 2012-05-26. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2012-05-26. http://archive.today/E1fN. 
  2. Slovenia: Major Cities, citypopulation.de