Deyðarevsing

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Deyðarevsing kort (trýst á myndini).

Deyðarevsing er revsing við lívláti. 133 ST-limalond hava avtikið nýtslu av deyðarevsing antin í praksis ella umvegis lóggávu. Bert 25 lond framdu avrættingar í 2006 og bert seks lond stóðu fyri 91 prosentum av øllum avrættingunum. Hesi vóru: Iran, sum avrættaði í minsta lagi 177 fólk, harímillum fýra ungdómar; Irak, sum avrættaði í minsta lagi 65 fólk, harímillum ein ungdóm; Sudan í minsta lagi 65 fólk; Pakistan í minsta lagi 82 fólk; USA 53 fólk og Kina, sum avrættaði í minsta lagi 1010 fólk. Avrættingar verða mettar at vera ríkisloyndarmál í Kina og tí eru veruligu tølini nógv hægri, umleið 8000 avrættingar árliga.

Iran hevur undirskrivað altjóða sáttmálan um sivil og politisk rættindi og altjóða sáttmálan um barnarættindi og hevur harvið pliktað seg til ikki at avrætta persónar fyri brotsverk, ið persónarnir framdu, tá hesir vóru undir 18 ár. Hóast hetta hevur Amnesty International síðani 1990 skjalprógvað í minsta lagi 18 avrættingar av gerningsmonnum, ið vóru undir 18 ár, tá ið brotsverkini vórðu framd. Bert í 2005 avrættaði Iran í minsta lagi 8 persónar, ið vóru undir 18 ár.

Hvítarussland er einasta land í Evropa, sum framhaldandi nýtur deyðarevsing. Í Miðasia er rákið somuleiðis við at venda og alt fleiri lond avtaka deyðarevsing. Í juni 2007 avtók Kirigisia deyðarevsing fyri vanlig brotsverk og í Kasakstan hevur deyðarevsing ikki verið
nýtt síðani 2003.

Ravmagnsstólin.

Í Afrika vóru 23 avrættingar í 2011. Fleiri afrikonsk lond hava longu avtikið deyðarevsing. Av teimum 53 londunum í Afriku hava 12 lond heilt avtikið deyðarevsing. Senegal avtók til dømis deyðarevsing í 2004, Fílabeinsstrondin í 2000, Suðurafrika í 1997 og Angola í 1992. Lond sum Mali, Algeria, Niger og Sambia teljast millum tey 14 londini, sum ikki hava framt nakra avrætting seinastu 10 árini, hóast tey formliga ikki hava avtikið deyðarevsing. Tað eru sostatt helmingurin, 27 afrikonsk lond, sum enn fremja avrættingar.

Sambansríki Amerika er einasta landi á amerikanska meginlandinum, ið hevur avrættað sínar borgarar síðani 2003. Tær 43 avrættingarnar, ið vórðu framdar í 2011 í USA, eru lægsta talið av avrættingum síðani mitt í 1990-unum.

Á Filipsoyggjunum varð deyðarevsing avtikin í 2006 og tað eru somuleiðis onnur framstig at hóma í Asia. Kina, ið hevur heimsmet í deyðarevsing, hevur tikið deyðarevsing upp til kjak og væntað verður, at talið av avrættingum fer at minka við 20–30 % í Kina komandi árini.

Í 1706 vóru tvey hálvsystkin, lítið meira enn børn, hálshøgd í Tórshavn fyri blóðskemd, og hetta gjørdist samstundis seinasti deyðadómur í Føroyum. Deyðadómur í friðartíð varð avtikin í Føroyum við gildissetingini borgaraligu revsilógini frá 1930.

Tey londini sum í 2010 høvdu flestar avrættingar[rætta | rætta wikitekst]

Land Avrættingar
1 Fólkalýðveldið Kina Fólkalýðveldið Kina 6000+
2 Iran Iran 252+
3 Norðurkorea Norðurkorea 60+
4 Yemen Jemen 53+
5 USA USA 46
6 Saudi Arabia Saudiarabia 27+
7 Libya Libya 18+
8 Sýria Sýria 17+
9 Somalia Somalia 8+
10 Sudan Sudan 8+
11 Bangladesj Bangladesj 7+
12 Palestina Palestina 5
13 Egyptaland Egyptaland 4
14 Ekvatorguinea Ekvatorguinea 4+
15 Taivan Teivan 4
16 Hvítarussland Hvítarussland 2
17 Japan Japan 2
18 Irak Irak 1+
19 Malaysia Maleisia 1+
20 Barein Barein 1
21 Botsvana Botsvana 1

Keldur[rætta | rætta wikitekst]


Útvortis ávísing[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið