Ferðavinna
Ferðavinnan er heimsins skjótast vaksandi vinna.[1] Eitt ferðafólk er persónur, sum í stuttleika-, arbeiðs- ella øðrum líkum ørindum er burturi frá sínum heimstaði í longri enn 24 tímar og gistir.[2][3] Ferðavinna er eingin vanligur ídnaður við verksmiðjum og rávørum. Kortini er ferðavinna ein tann týdningarmesta ídnaðargreinin í verðini. Á hvørjum ári ferðast um leið 800 milliónir fólk sum ferðafólk tvørtur um landamørk. Ferðavinnan skapar arbeiðspláss til meira enn 200 milliónir fólk. Kjarnin í ferðavinnu er flutningur, gisting og endamálið við eini ferð. Ferðavinnan er sum so eingin sjálvstøðug vinna. Heldur er hon ein samanseting av nógvum ymiskum vinnum í landinum, sum hava sum høvuðsendamál ella sum síðumál at veita ferðafólki eina vøru ella eina tænastu. Gisting, flutningur, vistir og tænastur í sambandi við hetta verða tó altíð vinnur, tá vit tala um ferðavinnu. Nú á døgum er nógv ymist virksemi í ferðavinnuni; alt frá at reka eitt tjaldingarstað til at skipa fyri bólkaferðum í fjarløgd lond.[4]
Ferðavinnan tók dik á seg í 1950-árunum og byrjaði í USA og Vesturevropa. Har vórðu lívskorini betri, og alt fleiri fólk fingu ráð at ferðast.[5] Um somu tíð gjørdist tað vanligari at ferðast við flogfari. Skipað varð fyri hópferðum við leiguflogførum, og málið fyri ferðini var ofta tað sama tá, sum tað er nú.[6] Í Evropa varð Spania eitt tað fyrsta ferðamálið, og seinni eru onnur lond við Miðjarðarhavið komin upp í part. Eitt annað slag av hópferðum eru skíðferðirnar til Alpurnar.[7] Evropa er framvegis tann heimsparturin, sum dregur flest ferðafólk at sær úr øllum heiminum. Umframt tey plássini, sum kunnu bjóða sól og baðistrendur, so fáa stórbýir sum Róm, Amsterdam og París nógva vitjan av ferðafólki. Síðan 1980-árini er ferðavinnan nógv vaksin í Ásia og pørtum av Miðamerika. Í londum sum Teilandi, Meksiko, India og oyggjum sum Maldivunum, Aruba og Jameika er mangt og hvat, sum fær ferðafólk úr USA og Evropa at ferðast hagar. Eisini nógv fólk úr Ásia og Suðuramerika ferðast, serliga í sínum egna heimsparti.[8] Ferðavinnuídnaðurin ávirkar alt samfelagið og kann skapa arbeiðspláss til nógv fólk. Tørvur er til dømis á ferðaskrivstovum og øðrum, sum skipa fyri ferðum. Harumframt skulu nógv flutningstól til, bæði tok, flogfør, bussar og bilar. Ferðafólkini skulu eisini búgva onkrastaðni, og av tí stendst nógv virksemi á gistingarhúsum. Somuleiðis eru fyritøkur, ið bjóða fram tjaldingarpláss, vallaraheim, skeiðsdeplar og smáttur. Aðrar tænastur, sum ferðafólk spyrja eftir, eru til dømis handlar, kunningarstovur, søvn, kaffistovur, bilútleigan og matstovur.
Í mun til aðrar vinnur er ferðavinna rættiliga ymisk frá øðrum vinnugreinum. Ferðavinna er ein valutaskapandi tænastuvinna, sum er treytað av, at ferðafólk kemur til landið at leggja pening eftir seg. Hettar styrkir samfelagsliga undirstøðukervið, t.e. samferðslukervið, møguleikarnar fyri gistingum, møguleikarnar fyri at nýta tíðina, tú ert í samfelagnum, til hugna, upplivingar, vistir (matstovur, kaffistovur, v.m.), likamliga og mentanarliga uppbygging og til dagdvølju annars. Jú fjølbroyttari og betri hesir møguleikar eru, tess betri eru møguleikarnir fyri einari týðandi ferðavinnu, og ein ferðavinna í vøkstri styrkir samstundis útbyggingina av hesum møguleikum og styrkir støðið undir fjølbroytni í øðrum vinnum, herímillum kunningartøkniligar vinnur.[9]
Umhvørvistrupulleikar
[rætta | rætta wikitekst]Ferðavinnan ávirkar umhvørvið. Ein økt ferðavinna hevur við sær slit á umhvørvi og náttúru, og krevur tí størri umhvørvisvernd. Harafturat hava ferðafólk eina størri nýtslu, ið hevur við sær størri burturkastnøgdir og størri tilfeingisnýtslu.[10] Nógv serstøk náttúruøki verða niðurslitin, tí at ov nógv ferðafólk koma hagar. Í nógvum fátækum londum eru ikki nóg góð reinsiverk, og spillivatn frá gistingarhúsunum verður latið beinleiðis út á sjógv. Á gistingarhúsum og matstovum verða einnýtisíløt nógv brúkt, til dømis shampoo og smá íløt til súltutoy, og tað ger, at rúgvurnar av burturkasti vaksa. Tá ið umhvørvið verður spilt, spillast eisini møguleikarnir fyri ferðavinnu. Tað kann gerast ein dyggur smeitur fyri landspartar og lond, har ferðavinnan er ein týðandi inntøka. Seinastu árini er tað blivið vanligt at tosa um vistfrøðiliga ferðavinnu. Tað vil siga, at roynt verður at byggja upp eina ferðavinnu, sum á ymsan hátt hevur umhvørvið í huga.[11] Nógvastaðni royna myndugleikarnir eisini at avmarka talið á ferðafólki, so at umhvørvið ikki verður spilt.
Ferðavinnan í Føroyum
[rætta | rætta wikitekst]Ferðavinnan er nú ein stór vinna í Føroyum, og liggur sum triðstørsta vinnan eftir fiskivinnuna og alivinnuna, ferðavinnu í Føroyum.
Hagtøl
[rætta | rætta wikitekst]Nógv flestu ferðafólk koma til:[12][13]
Pláss | Land | UNWTO región[14] |
Vitjandi í 2013 |
Vitjandi í 2012 |
Broyting (2012 til 2013) (%) |
Broyting (2011 til 2012) (%) |
---|---|---|---|---|---|---|
1 | Frakland | Evropa | 84.7 mió | 83.0 mió | + 2.0 | + 1.8 |
2 | Sameindu Statirnir | Norðuramerika | 69.8 mió | 66.7 mió | + 4.7 | + 6.3 |
3 | Spania | Evropa | 60.7 mió | 57.5 mió | + 5.6 | + 2.3 |
4 | Kina | Ásia | 55.7 mió | 57.7 mió | - 3.5 | + 0.3 |
5 | Italia | Evropa | 47.7 mió | 46.4 mió | + 2.9 | + 0.5 |
6 | Turkaland | Evropa | 37.8 mió | 35.7 mió | + 5.9 | + 3.0 |
7 | Týskland | Evropa | 31.5 mió | 30.4 mió | + 3.7 | + 7.3 |
8 | Stóra Bretland | Evropa | 31.2 mió | 29.3 mió | + 6.4 | - 0.1 |
9 | Russland | Evropa | 28.4 mió | 25.7 mió | + 10.2 | + 13.5 |
10 | Teiland | Ásia | 26.5 mió | 22.4 mió | + 18.8 | + 16.2 |
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2016-06-02. https://web.archive.org/web/20160602111719/http://denstoredanske.dk/Livsstil%2C_sport_og_fritid/Turisme_og_fritid/Ferie_og_turisme/turisme. Heintað 2014-11-06.
- ↑ Theobald, William F. 1998. Global Tourism (2nd ed.). Oxford, England: Butterworth–Heinemann. S. 6–7. ISBN 0-7506-4022-7. OCLC 40330075.
- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2010-09-22. https://web.archive.org/web/20100922120940/http://pub.unwto.org/WebRoot/Store/Shops/Infoshop/Products/1034/1034-1.pdf. Heintað 2014-11-06.
- ↑ http://www.newyorker.com/magazine/2012/04/16/youre-welcome
- ↑ http://frugaltraveler.blogs.nytimes.com/2008/09/05/lesons-from-the-frugal-grand-tour/
- ↑ https://snl.no/reiseliv
- ↑ http://www.stmoritz.ch/en/winter/village/spirit-history/birthplace-of-winter-tourism.htmlf[deyð leinkja]
- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2013-04-08. https://web.archive.org/web/20130408071943/http://media.unwto.org/en/press-release/2013-04-04/china-new-number-one-tourism-source-market-world. Heintað 2014-11-06.
- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2016-06-02. https://web.archive.org/web/20160602111719/http://denstoredanske.dk/Livsstil%2C_sport_og_fritid/Turisme_og_fritid/Ferie_og_turisme/turisme. Heintað 2014-11-06.
- ↑ unep.org
- ↑ "journals.cambridge.org". http://journals.cambridge.org/action/displayAbstract?fromPage=online&aid=5945044&fileId=S0376892900022104. Heintað 2014-11-06.
- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2015-02-05. https://web.archive.org/web/20150205165056/http://www.e-unwto.org/content/r13521/fulltext.pdf. Heintað 2014-11-06.
- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2015-01-01. https://web.archive.org/web/20150101005051/http://www.unwto.org/facts/eng/pdf/barometer/UNWTO_Barom11_iu_april_excerpt.pdf. Heintað 2014-11-06.
- ↑ europe.unwto.org