Bilar
Bilin brúka vit mest t.d. at koyra til arbeiðis, at keypa og tá ið vit ferðast. Nógvir serbilar eru eisini, t.d. kappkoyringarbilar, sjúkrabilar, løgreglubilar, hýruvognar og sløkkibilar. Nýmótans bilar brenna diesel ella bensin eins og fyrstu bilarnir, ið vórðu gjørdir síðst í 1880. Men í útsjónd líkjast okkara bilar ikki teimum, sum vórðu gjørdir fyri bara 20 árum síðan. Settu vit allar bilar í heiminum á rað, høvdu teir rokkið av jørðini upp á mánan, og riðilin gerst longri hvønn dag. Motorurin er framman í flestum bilum. Hann dregur beinleiðis á framhjólunum, afturhjólunum ella á øllum fýra hjólum. Oftast eru fýra ella fimm gervi, sum verða nýtt alt eftir ferðini og vegnum. Í lágum gervi mala hjólini seint og fáa eyka megi at fara í gongd ella at koyra niðan brekku. Tá ferðin er nógv, í 4. ella 5. gervi, mala hjólum skjótt. Teldur gera framtíðarbilin eftir royndum í vindtunnlum. Hann verður á tremur av elektronikki, sum ger alt møguligt, eitt nú kann hann finna stytstu leið heim. Verksmiðjurnar nýta nýtt plasttilfar og eru farnar at gera royndir við motorum úr keramikki.
Bilar eru til so mangt. Flestu persónbilar eru rúmligir og koyra skjótt borið saman við tað, teir brenna. Kappkoyringarbilar og teir dýrastu bilarnir leggja dent á ferð og maglæti. Porsche er gott dømi um marglætisbil. Hann er gjørdur í hond næstan allur, sum hann er, og er ein av vakrastu og dýrastu bilum í heiminum, t.d. 10 Porsche 918 Spyder. Kappkoyringabilar, sum t.d. Ferrari, eru gjørdir at koyra skjótt og eru ikki sum aðrir bilar. Teir hava sterkar, stórar motorar, og skrokkurin er úr serliga løttum tilfari. Teir eru so lágir, at teir hava so at siga onga luftmótstøðu, og bilstjórin má tí næstan liggja niðri. 8-10 strokkar í tí øgiliga sterka motorinum gera, at kappkoyringarbilurin fer upp um 500 km/tíman. Trivaligu kringlubremsurnar kunnu minka ferðina á bilinum úr 300 km/tíman niður í 60 km/tíman eftir minni enn trimum sekundum. Dekk til kappkoyringar eru púra sløtt, tað gevur minst mótstøðu, men tey eru ógvuliga breið, so tey hava vegtak kortini. Stuttleikabilar hava stóran motor, rundað snið og vanliga bara rúm fyri tveimum fólkum.
Toyota er heimsins størsti bilframleiðari. [1] Eftir at hava verið tann bilaframleiðarin, sum seldi flest bilar frá 2012 til 2015, bleiv Toyota yvirhálað av Volkswagen í 2016.[2]
Søga
[rætta | rætta wikitekst]Land | Bilar framleitt í 2013[3] | |
---|---|---|
1 | Kina | 22,116,825 |
2 | USA | 11,045,902 |
3 | Japan | 9,630,070 |
4 | Týskland | 5,718,222 |
5 | Suðurkorea | 4,521,429 |
Fólk flentu í kíki at fyrstu royndunum í 1880-árunum at gera bilar. Myndugleikarnir kravdu, at maður skuldi ganga við reyðum flaggi framman fyri bilin. Karl Benz (1844-1929) gjørdi í 1885 ein bil, sum summi siga vera tann fyrsta, men hann hevði bara trý hjól. Fyrsti bilurin við 4 hjólum var danskur. Tað var Hammel-bilurin frá 1886. Hann koyrir enn, og er nú t.d. eisini at síggja á Teknisk Museum. Fransmaðurin Nicolas-Joseph Cugnot (1725-1804) gjørdi longu í 1769 fyrsta eimaktfarið, ein traktor at draga kanónir. Eitt slíkt eimlokomotiv dró ferðafólkavognar millum t.d. Nørre og Fredrikshavn frá 1862. Í 1890-árunum gjørdu René Panhard (1841-1908) og Émile Levassor (1843-1897) fyrsta bilin, har motorurin var framman fyri ferðafólkið. Soleiðis er nú enn í flest øllum bilum. Longu í 1903 koyrdu teir skjótastu bilarnir upp í 100 km/tíman, men teir vóru ógvuliga dýrir og steðgaðu ofta upp. Nú eru bilarnir bíligari og meira álítandi. Henry Ford (1863-1947) í Michigan gjørdi í 1908 fyrsta flutningsbandið í heiminum og kundi tí gera bilar so bíliga, at vanlig fólk høvdu ráð at keypa teir. Hvønn dag koyra milliónir av fólki um allan heimin í bili.
Søgugongd
[rætta | rætta wikitekst]- 1765: Nicholas Cugnot byggir tvey dampstýrd akfør, ið skulu brúkast at flyta vápn.
- 1835: Dampbussar verða tiknir í nýtslu til ferðafólkaflutnings í Onglandi.
- 1885: Gottlieb Daimler og Wilhelm Maybach byggja akfar við motori á tveimum hjólum.
- 1885: Carl Benz byggir eitt trýhjólað akfar við motori.
- 1893: Charles og Frank Duryea byggja tann fyrsta amerikanska bilin við motori.
- 1896: Henry Ford byggir sín fyrsta bil.
- 1903: Ford Motor Company verður stovnað í Detroit, Michigan í USA.
- 1908: Ford T bilmerkið kemur á marknaðin.
- 1933: Fyrsti Drive-In-biografurin í USA stovnaður.
- 1968: Bilar seldir í USA skulu hava trygdarseðlar (nýtt krav).
- 1971: Japan gerst heimsins næststørsti bilframleiðari eftir USA.
- 1973: Fyrsta altjóða orkukreppan í kjalarvørinum av Yum Kippur-krígnum í Ísrael.
- 1976: Ráðið fyri Ferðslutrygd sett á stovn í Føroyum.
- 1979: Iranska kollveltingin elvir til nýggja oljukreppu.
- 2003: Álitið um Nullhugsjónina hjá RFF almannakunngjørt.
- 2007: Ferðslutrygdarætlan fyri Føroyar sett í verk.
Bilsøgan í Føroyum
[rætta | rætta wikitekst]Fyrsti bilurin kom til Føroya 6. mai 1922, men verulig ferð kom ikki á bilasøluna fyrr enn seinast í 1960-árunum. Ferðslan á vegunum í Føroyum frá tí, at fyrsti bilurin kom til landið og so upp í 1960-árini, kann als ikki sammetast við ta ferðslu, sum vit kenna í dag. Bilarnir vóru sera fáir, og sama var við vegunum í bygd og bý. Heldur ikki vóru nógvir vegir millum bygda, og tað bar als ikki til at nýta bilin at ferðast úr einum enda á landinum í hin. Við tað at ferðslan var lítil, vóru eisini fáar ferðsluvanlukkur í mun til fólkatalið. Men í mun til bilatalið og koyrdar km var ikki heilt einki av ferðsluvanlukkum. Tá ið komið varð í 1970-árini, er føroyska samfelagið fyri stórum broytingum, og eftir fáum árum fekk tá tann vanligi føroyingurin væl meira av peningi um hendi í gerandisdegnum. Hetta bar m.a. við sær, at bilatalið fór at vaksa í stórum. Í 1969 vóru 3001 bilar skrásettir í Føroyum, men bara fimm ár seinni er talið meira enn tvífaldað: í 1974 eru 6825 bilar skrásettir. Longu í 1981 fór bilatalið upp um 12.000, so tað varð ferfaldað eftir bara 12 árum. Samstundis, sum hetta hendi, kom verulig gongd á at útbyggja vegasambandið: vit fáa brýr og tunlar, og bilaferjur fara at sigla millum oyggjarnar.
Ì 1980-árunum liva føroyingar yvir evni, og tá kemur uppaftur meira ferð á bilasøluna. Bara í 1984 vera 2093 nýggj akfør skrásett, og í 1985 eru 15.000 akfør í Føroyum. Og bilatalið veksur enn skjótari næstu fimm árini, tí 1. januar 1990 eru skrásettt 18.000 akfør í Føroyum, og bilatalið er næstan tvífaldað í tíggju ár. Hetta árið eru 3551 vøru- og lastbilar, 118 bussar, 233 hýravognar, 13.986 vanligir persónbilar og bara 113 motorsúkklur. Síðani koma kreppuárini, og eini 6000 fólk flyta av landinum. Fólk hava ikki ráð at umvæla eldri bilar, og teir verða settir, og tí minkar talið av akførum. Alt virksemið steðgar, og stóru lastbilarnir verða seldir av landinum. Næstu fimm árini gerast akførini 5000 færri í Føroyum. Ì 1995 er skrásett 15.504 akfør, men tá ið vit koma til ár 2000 ár, táttar bilatalið longu í 20.000 akfør. Vøru- og lastbilarnir í 2013 vóru 516, vøruvognarnir 3560, bussarnir 108, motorsúkklurnar 725, hýruvognarnir 101 og persónbilarnir 20.507. Haraftrat eru onnur akfør skrásett, sum ikki dagliga koyra í gøtunum millum annað ellisakfør og brandbilar. Verður alt talt við eisini prutlini, sum eru 1614 í tali, kampingbilar og kampingvognar, so nærkast vit 31.000 akfør við nummarplátu. Til hvørt motorakfar vóru 2,1 fólk, og til hvønn persónbil vóru 2,9 fólk.
Hagtøl
[rætta | rætta wikitekst]Í 1960 vóru 111 persónbilar í Føroyum, í 2013 er talið 20.504 bilar. Sambært fólkateljingini hjá Manntali í 2014, so er bilur næstan í hvørjum húski. 85 % av øllum í landinum hava ein ella fleiri bilar. Sambært fólkateljingini sæst, at í øllum økjum í Føroyum hava umleið helvtin av øllum húskum ein bil. Bara í Eysturoynni og Norðstreymi er tað undir helvtin av húskinum, sum bara hevur ein bil. Afturfyri eru tað fleiri húski her, sum hava tveir ella tríggjar bilar. Húskini í Eysturoynni hava flestar bilar. 90 % av øllum húskum í Eysturoynni hava ein ella fleiri bilar.
Síðani 6. juli í 2013 til 6. juli 2014 eru níggju deyð í ferðsluni í Føroyum - ein kvinna og átta menn. Samanborið við grannalond okkara eru flest deyð í ferðsluni í Føroyum í mun til fólkatalið (18 deyð/100.000 íbúgvar). Í Danmark, Noregi og Svøríki eru umleið 3-3,7 deyð seinastu árini fyri hvørjar 100.000 íbúgvar. Síðan fyrstu deyðsvanlukkuna í ferðsluni í 1928, eru 281 føroyingar deyðir í ferðsluni. 202 menn og 79 kvinnur. Av hesum vóru 100 børn ella ung, yngri enn 18 ár.
# | Land | Bilar/1000 íbúgvar [4] | Deyð/100.000 íbúgvar [5] |
---|---|---|---|
1 | San Marino | 1,263 | 0,0 |
2 | Monako | 899 | 0,0 |
3 | USA | 809 | 11,6 |
4 | Liktinstein | 750 | |
5 | Ísland | 745 | 3,8 |
6 | Luksemborg | 739 | 6,5 |
7 | Avstralia | 717 | 5,2 |
8 | Nýsæland | 712 | 7,4 |
9 | Malta | 693 | 3,8 |
10 | Italia | 679 | 6,2 |
11 | Guam | 677 | |
12 | Puerto Riko | 635 | 12,8 |
13 | Grikkaland | 624 | 9,1 |
14 | Finnland | 612 | 4,7 |
15 | Kanada | 607 | 6,0 |
16 | Spania | 593 | 4,1 |
17 | Japan | 591 | 4,8 |
18 | Noreg | 584 | 2,9 |
29 | Svøríki | 520 | 3,0 |
34 | Danmark | 480 | 3,0 |
39 | Føroyar | 410 | 18,0 [6] |
45 | Ísrael | 350 | 3,3 |
48 | Teivan | 324 | 20,5 |
49 | Litava | 319 | 10,8 |
53 | Russland | 293 | 18,6 |
54 | Surinam | 291 | 19,6 |
57 | Brasil | 249 | 22,5 |
66 | Teiland | 206 | 38,1 |
105 | El Salvador | 94 | 21,9 |
107 | Bahamaoyggjar | 81 | 13,7 |
114 | Ekvador | 71 | 27,0 |
129 | India | 41 | 19,9 |
136 | Komoroyggjar | 33 | 21,8 |
163 | Eritrea | 11 | 48,4 |
167 | Tansania | 7 | 22,7 |
171 | Móritania | 5 | 28,0 |
182 | Togo | 2 | 17,2 |
Kelduávísingar
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ http://www.oica.net/wp-content/uploads/2013/03/ranking-2012.pdf
- ↑ http://e24.no/bil/dieselskandalen/volkswagen-passerer-toyota-stoerst-i-verden/23911360
- ↑ http://www.oica.net/category/production-statistics/
- ↑ https://en.wikipedia.org/wiki/List_of_countries_by_vehicles_per_capita (Grein á ensku Wikipedia)
- ↑ https://en.wikipedia.org/wiki/List_of_countries_by_traffic-related_death_rate (Grein á ensku Wikipedia)
- ↑ http://www.ferdslutrygd.fo/?p=1710