Tunlar í Føroyum
Í Føroyum eru 20 tunlar, harav 3 undirsjóvartunlar. Hvalbiartunnilin var fyrsta berghol í Føroyum. Tað var liðugt í 1963. Hann er millum Trongisvág og Hvalba. Nógvir aðrir tunlar eru eisini í Føroyum, t.d. 13 vatnorkutunlar. Fyrsti vatnorkutunnilin í Føroyum er stívliga 100 m og gongur ígjøgnum ein heygg millum Ryskivatn og rørini, sum vórðu løgd oman í Botn vestantil á Suðuroynni, har fyrsta ravmagnsverk varð bygt í 1921. Longsti vatnorkutunnilin í Føroyum er ein vatnorkutunnil í Eysturoynni, hann er 6,6 km langur úr Norðskála í Eiðisvatn. Longsti vegatunnil í Føroyum er Eysturoyartunnilin við 11.200 metrum.
Yvirlit yvir tunlar í Føroyum
[rætta | rætta wikitekst]Koyritunlarnir í Føroyum eru hesir:[1]
Navn | Byggiár | Longd (m) | Koyribreytir | Fríhædd (m) |
---|---|---|---|---|
Hvalbiartunnilin | 1963 | 1450 | 1 | 3,2 |
Árnafjarðartunnilin | 1965 | 1680 | 1 | 2,8 |
Hvannasundstunnilin | 1967 | 2120 | 1 | 2,8 |
Sandvíkartunnilin | 1969 | 1500 | 1 | 3,2 |
Norðskálatunnilin | 1976 | 2520 | 2 | 4,5 |
Leynartunnilin | 1977 | 760 | 2 | 4,5 |
Villingadalstunnilin | 1979 | 1193 | 1 | 3,4 |
Mikladalstunnilin | 1980 | 1082 | 1 | 3,7 |
Ritudalstunnilin | 1980 | 683 | 1 | 3,8 |
Trøllanestunnilin | 1985 | 2248 | 1 | 3,5 |
Leirvíkartunnilin | 1985 | 2238 | 2 | 4,6 |
Kunoyartunnilin | 1988 | 3031 | 1 | 4,3 |
Kollfjarðartunnilin | 1992 | 2816 | 2 | 4,6 |
Sumbiartunnilin | 1997 | 3240 | 2 | 4,3 |
Vágatunnilin | 2002 | 4900 | 2 | 4,6 |
Gásadalstunnilin | 2005 | 1410 | 1 | 4,6 |
Norðoyatunnilin | 2006 | 6300 | 2 | 4,6 |
Hovstunnilin | 2007 | 2437 | 2 | 4,6 |
Viðareiðistunnilin | 2016 | 1939 | 2 | 4,6 |
Eysturoyartunnilin | 2020 | 11200 | 2 | 4,6 |
Íroknað í hesum lista eru ikki onnur sløg av tunlum enn koyritunlar, til dømis vatnsavningartunlar ísv. vatnorkuverk.
Uppskot um nýggir tunlar
[rætta | rætta wikitekst]Nógv uppskot hava verið um nýggjar tunlar í Føroyum millum ár og dag. Í 2007 gjørdi Landsverk "Heildarætlan 2008-2020", ið m.a. lýsti ymsar nýggjar tunlar, herundir longdir, kostnað og netto samfelagsvirði av ymsum nýggjum tunlum. Niðurstøðurnar í heildarætlan 2008-2020" viðv. nýggjum tunlum vóru:[2]
Tunnil | Longd (m) | Kostnaður (mió. kr.) | Nettonytta (mió. kr.) | Stutt frágreiðing |
---|---|---|---|---|
Nýggjur Hvalbiartunnil | 2120 | 155 | -150 | Nýggjur Hvalbiartunnil (2120m) og nýggjur vegur í Hvalba |
Tunnil til Dals | 3060 | 125 | -145 | Nýggjur Dalstunnil (3060) og nýggir vegir báðumegin |
Tunnil um Sandarlíð | 380 | 40 | -51 | Nýggur og dagførdur vegur, tunnil (380 m) um mittasta teinin |
Sandoyartunnil | 10800 | 676 | -384 | Undirsjóvartunnil millum Gomlurætt og Sandoy, ferja til Hest |
Tjørnuvíkartunnil | 1360 | 64 | -75 | Nýggjur Tjørnuvíkartunnil (1360) við vegum |
Tunnil Norð um Fjall (Klaksvík-Norðdepil) | 3040 | 263 | -283 | Nýggir tunlar, uml. sama stað sum núverandi, dagf. av vegunum (+vegur um Klaksv.) |
Kambsdalstunnil | 3000 | 171 | 2367 (íroknað Eysturoyartunnil) | Eins gott alternativ er Gøtudalstunnil |
Vestmannatunnil |
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ landsverk.fo: "Tunlar"
- ↑ Landsverk: Heildarætlan 2008-2020 fylgiskal 2: Kostnyttu rokning og greining av avleiðingum, Landsverk 2007 (PDF-skjal Archived 2016-11-05 at the Wayback Machine)