Hvalbiartunnilin
Hvalbiartunnilin er elsti tunnil í Føroyum. Hann varð liðugt bygdur í 1963. Tunnilin er 1450 metrar langur. Frí hædd er 3,0 metrar, víddin á koyribreytini er 3,3 metrar.[1] Áðrenn tunnilin kom, var onki vegasamband millum bygdirnar Hvalba og Trongisvág/Tvøroyri, fólk gingu tá upp um fjøllini, og tí siga hvalbingar enn, at tey fara upp á Tvøroyri. Tunnilin var eitt stórt frambrot, tá hann kom, men 50 ár seinni er sera stór ónøgd við tunnilin, tí hann ikki hóskar til nútíðar krøv. Í Hvalba er nógv vinnuligt virksemi, og hetta verður darvað av vánaliga tunnilssambandinum. Tunnilin er ov lágur og ov smalur til at vanligir treylarar kunnu koyra ígjøgnum tunnilin. Tað er annars krav frá heilsumyndugleikunum, at fiskur, sum verður virkaður á fiskavirkjum, ikki skal skipast um, men koyrast í kølibingjum beinleiðis av flakavirkinum til sølustaðið. Men í Hvalba ber hetta ikki til, orsakað av gamla tunlinum. Har má fiskurin umskipast, so hann sleppur gjøgnum tunnilin.
Tunnilin verður dagførdur í 2009-12, eftir at kanningar vóru gjørdar í 2007-08. Í 2009-2010 var arbeitt við syðra portaløkinum. Í 2011 verður norðara portaluøkið tryggjað. Talan var um at tryggja loftið við betongi og at vatntryggja økið, hetta varð millum annað gjørt við at leggja dren í loftið. [2]