Tunlar í Føroyum


Tað eru í løtuni 22 ferðslutunlar í brúki í Føroyum; fýra av teimum eru undirsjóvartunlar. Samanlagt eru 25 tunlar, sum tó verða til 28, tá Fámjinstunnilin, Dalstunnilin og Húsareynstunnilin (í Havn) vera lidnir.
Gamli Hvalbiartunnilin, sum er millum Trongisvág og Hvalba, var fyrsta berghol í Føroyum. Hann var tikin í brúk í 1963 og varð brúktur til nýggi Hvalbiartunnilin lat upp í 2021. Síðan tá eru eisini gamli Árnafjarðartunnilin og gamli Hvannasundstunnilin stongdir, tí nýggir tunlar eru gjørdir ístaðin. Teir tríggir tunlarnir, sum nú eru stongdir, eru tríggir teir fyrstu tunlarnir, sum vórðu gjørdir í Føroyum. Teir lótu upp ávikavist í 1963, 1965 og í 1967.
Longsti vegatunnil í Føroyum er Eysturoyartunnilin, sum er 11.238 metrar tilsamans. Men tá er øll vegalongdin tald við. Teinurin av Strondum til Hvítanesar er 9.085 metrar, og 9.613 metrar av Saltnesi til Hvítanesar. Teinurin frá Hvítanesi til rundkoyringina er 7.460 metrar. Teinurin frá rundkoyringini inn á Strendur er 1.625 metrar og teinurin frá rundkoyringini inn í Rókina í Saltnesi er 2.153 metrar.
Tí er Sandoyartunnilin, sum er 10.850 metrar langur, í roynd og veru longsti tunnilin her á landi. Í øllum førum er hann longsta tunnilsstrekki í einum, sum gongur millum tvey støð í landinum.
Stytsti tunnilin er teymurin úr Trøllanestunlinum út í Djúpadal, sum er 220 metrar langur. Tað vil samstundis siga, at Eysturoyartunnilin ikki var tann fyrsti tunnilin í landinum við trimum útkoyringum. Tann heiðurin eigur Trøllanestunnilin við stutta teyminum út í Djúpadal, sum liggur millum Mikladal og Trøllanes.[1]
Tilsamans eru teir 28 tunlarnir, sum eru lidnir ella næstan lidnir, góðar 77 kilometrar langir, og teir 22 tunlarnir, sum í dag eru opnir fyri ferðslu, eru góðar 68 kilometrar langir. Tá teir tríggir, sum næstan eru lidnir, lata upp, er samlaði tunnilsteinurin í Føroyum góðar 72 kilometrar. Og vera allir tunlarnir gjørdir, sum standa í yvirlitinum niðast, so kunnu vit leggja góðar 40 kilometrar afturat.[1]
Yvirlit yvir tunlar í Føroyum
[rætta | rætta wikitekst]Ferðslutunlarnir í Føroyum eru hesir:[1]
Bygdur | |||||||
---|---|---|---|---|---|---|---|
Navn | Oyggj | Byrjað | Liðugt | Longd (m) | Vegbreidd | Fríhædd (m) | Breytir |
Hvalbiartunnilin - stongdur | Suðuroy | 1961 | 1963 | 1450 | 3,3 | 3,2 | 1 |
Árnafjarðartunnilin - stongdur | Borðoy | 1964 | 1965 | 1680 | 2,8 | 3,1 | 1 |
Hvannasundstunnilin - stongdur | Borðoy | 1966 | 1967 | 2120 | 2,8 | 3,1 | 1 |
Sandvíkartunnilin | Suðuroy | 1967 | 1969 | 1500 | 3,3 | 3,2 | 1 |
Norðskálatunnilin | Eysturoy | 1973 | 1976 | 2520 | 7,0 | 4,5 | 2 |
Leynartunnilin | Streymoy | 1975 | 1977 | 760 | 7,0 | 4,5 | 2 |
Villingadalstunnilin | Kalsoy | 1978 | 1979 | 1193 | 3,0 | 3,4 | 1 |
Mikladalstunnilin | Kalsoy | 1980 | 1980 | 1082 | 3,0 | 3,7 | 1 |
Ritudalstunnilin | Kalsoy | 1979 | 1980 | 683 | 3,0 | 3,8 | 1 |
Trøllanestunnilin | Kalsoy | 1983 | 1985 | 2248 | 3,0 | 3,5 | 1 |
Teymur út í Djúpadal | Kalsoy | 1983 | 1985 | 220 | 3,0 | 3,5 | 1 |
Leirvíkartunnilin | Eysturoy | 1983 | 1985 | 2238 | 7,0 | 4,6 | 2 |
Kunoyartunnilin | Kunoy | 1985 | 1988 | 3031 | 3,5 | 4,3 | 1 |
Kollfjarðartunnilin | Streymoy | 1987 | 1992 | 2816 | 7,0 | 4,6 | 2 |
Sumbiartunnilin | Suðuroy | 1986 | 1997 | 3240 | 5,5 | 4,3 | 2 |
Vágatunnilin[2] | Vágar | 1988 | 2002 | 4940 | 7,0 | 4,6 | 2 |
Gásadalstunnilin | Vágar | 2000 | 2003 | 1410 | 3,5 | 4,6 | 1 |
Norðoyatunnilin[3] | Borðoy | 2003 | 2006 | 6186 | 7,0 | 4,6 | 2 |
Hovstunnilin | Suðuroy | 2005 | 2007 | 2435 | 7,0 | 4,6 | 2 |
Viðareiðistunnilin | Viðoy | 2014 | 2016 | 1940 | 6,5 | 4,6 | 2 |
Eysturoyartunnilin[4] | Eysturoy | 2016 | 2020 | 11238 | 8,0 | 4,6 | 2 |
Hvalbiartunnilin | Suðuroy | 2019 | 2021 | 2524 | 7,0 | 4,6 | 2 |
Sandoyartunnilin[5] | Sandoy | 2018 | 2023 | 10850 | 7,0 | 4,6 | 2 |
Árnafjarðartunnilin | Borðoy | 2021 | 2024 | 1889 | 6,5 | 4,6 | 2 |
Hvannasundstunnilin | Borðoy | 2021 | 2024 | 2200 | 6,5 | 4,6 | 2 |
Famjinstunnilin - í gerð | Suðuroy | 2022 | 2024 | 1200 | 6,0 | 4,6 | 2 |
Dalstunnilin - í gerð | Sandoy | 2020 | Helst 2025 | 2200 | 6,0 | 4,6 | 2 |
Húsareynstunnilin - í gerð | Streymoy | 2023 | Helst 2025 | 1800 | 8,0 | 4,6 | 2 |
22 tunlar í brúki | 67143 | ||||||
28 tunlar í alt | 77593 | ||||||
3 tunlar stongdir | 5250 | ||||||
3 tunlar á veg | 5200 |
Í hesum yvirliti eru bara ferðslutunlar.
Uppskot um nýggjar tunlar
[rætta | rætta wikitekst]Nógv uppskot hava verið um nýggjar tunlar í Føroyum millum ár og dag. Í 2007 gjørdi Landsverk "Heildarætlan 2008-2020", ið m.a. lýsti ymsar nýggjar tunlar, herundir longdir, kostnað og netto samfelagsvirði av ymsum nýggjum tunlum.
Heildarætlanin er dagførd tvær ferðir síðan. Fyrra dagføringin varð gjørd fyri tíðarskeiðið 2012-2024, og tann seinasta er fyri tíðarskeiðið 2018-2030, sum tó er dagførd í september 2019.
Tað hevur havt við sær fleiri broytingar. Niðanfyri er uppsettur eitt yvirlit yvir møguligar - og ivaleyst eisini sannlíkar - tunlar, sum vit fara at hoyra meira um í tíðini sum kemur. Onkrir av tunlunum í yvirlitinum niðanfyri vera politiskt raðfestir fremri enn aðrir, og tí skal raðfylgjan í yvirlitinum ikki takast fyri meira enn hon er. Tó er sannlíkt, at tunnilin til Tjørnuvíkar stendur heilt frammarlaga. Upphæddirnar, og longdirnar á tunlunum, eru tiknar úr nýggjastu samferðsluætlanini hjá Landsverki. Leinki til hana sæst niðarlaga á hesari síðuni. [6][7][8][9]
Tunnil | Longd (m) | Samlaður kostn. (mió. kr.) | Kostnaðarmeting gjørd | Stutt frágreiðing |
---|---|---|---|---|
Tjørnuvíkartunnil | 2300 | 200 | 2018 | Skal gera farleiðina til Tjørnuvíkar tryggari, har tað eru ofta eru trupulleikar við gróti og skriðulopum. |
Gjáartunnil | 700 | 90 | 2018 | Tunnil úr Funningi til Gjáar. Tunnilin verður 700 metrar, men so skal nýggjur vegur gerast, sum er umleið 1,2 kilometrar langur. |
Gøtudalstunnil | 3200 | 350 | 2018 | Skal linka trýstið á veganetið á eystara armi á Skálafjørðinum, sleppa undan Gøtueiði og stytta leiðina úr Gøtudali til Hvítanesar |
Vestmannatunnil | 4299 | 400 | 2018 | Farleiðina til Vestmanna verður styttri og tryggari, serlig um veturin. Verandi farleið liggur høgt - 280 metrar á Høgareyni. |
Sandavágstunnil | 3000 | 385 | 2018 | Nýggjur tunnil undir hálsin í Sandavági og nýggjur vegur omanfyri Miðvág. Skal gera farleiðina tryggari, bæði fyri tey ferðandi og íbúgvarnar í Sandavági og Miðvági. Slakar 400 milliónir tilsamans. |
Suðuroyartunnil | 22800 | 3500 | 2024 | Skal knýta Suðuroy í meginøkið við føstum sambandi. |
Sandvíkartunnil | 2500 | 500 | 2024 | Nýggjur tunnil til Sandvíkar og nýggjur umkoyringarvegur í Hvalba |
Tunnil um Sandarlíð | 380 | 40 | Nýggur og dagførdur vegur, tunnil (380 m) um mittasta teinin | |
Runavík - lokarenna | 300-400 | 120 | 2018 | Íbindingarvegur, sum skal leiða ferðsluna burtur frá havnarlagnum og miðbýnum. |
Kambsdalstunnil | 3000 | 171 | Ein alternativ til Gøtudalstunnil, sum hevur verið nevnt, men sum ikki longur er sæst í samferðsluætlanini hjá Landsverki |
Aðrir tunlar - ikki til ferðslu
[rætta | rætta wikitekst]Tað eru eisini nógvir aðrir tunlar í landinum, sum ikki eru ferðslutunlar, til dømis 13 vatnorkutunlar. Fyrsti vatnorkutunnilin í Føroyum er stívliga 100 metrar og gongur ígjøgnum ein heygg millum Ryskivatn og rørini, sum vórðu løgd oman í Botn, vestantil á Suðuroynni, har fyrsta ravmagnsverk varð bygt í 1921. Longsti vatnorkutunnilin í Føroyum er í Eysturoynni; hann er 6.600 metrar langur og gongur úr haganum við Norðskála í Eiðisvatn.[10]
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ 1.0 1.1 1.2 Landsverk, landsverk.fo: Tunlar, dagført 26. februar 2025
- ↑ Tunnil.fo - um Vágatunnilin
- ↑ Tunnil.fo - um Norðoyatunnilin
- ↑ Tunnil.fo - um Eysturoyartunnilin
- ↑ Tunnil.fo - um Sandoyartunnilin
- ↑ Landsverk: Heildarætlan 2008-2020 fylgiskal 2: Kostnyttu rokning og greining av avleiðingum, Landsverk 2007 (PDF-skjal Archived 2016-11-05 at the Wayback Machine)
- ↑ Landsverk, landsverk.fo: Samferðsluætlan 2008-2020
- ↑ Landsverk, landsverk.fo: Samferðsluætlan 2012-2024
- ↑ Landsverk, landsverk.fo: Samferðsluætlan 2018-2030 - dagførd 20. september 2019
- ↑ SEV, sev.fo: Søgan
Slóðir
[rætta | rætta wikitekst]- Landsverk, landsverk.fo - Tunlar, dagført 26. februar 2025
- Landsverk, landsverk.fo: Samferðsluætlan 2008-2020
- Landsverk, landsverk.fo: Samferðsluætlan 2012-2024
- Landsverk, landsverk.fo: Samferðsluætlan 2018-2030 - dagførd 20. september 2019
- Tunnil.fo - um Vágatunnilin
- Tunnil.fo - um Norðoyatunnilin
- Tunnil.fo - um Eysturoyartunnilin
- Tunnil.fo - um Sandoyartunnilin
- SEV, sev.fo: Søgan