Detroit

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Detroit, Michigan
Skjøldur Flagg
Grunddáta
Land: USA
Lutstatur: Michigan
Íbúgvar (2018): 672,662
Heimasíða: detroitmi.gov

Detroit er stórbýur í amerikanska statinum Michigan og liggur við ánna Detroitá. Detroit er størsti býur í statinum Michigan. Hann er kendur sum heimstaðurin hjá amerikanska bilídnaðinum. Tær tríggjar stóru bilverksmiðjurnar General Motors, Chrysler og Ford vóru allar úr Detroit. Vánalig fíggjarumsiting, minkandi íbúgvatal og víkjandi skattagrundarlag seinastu 40 árini hava fingið Detroit út á eggina. So illa stendur til í amerikanska bilbýnum, at áheitan um trotaviðgerð varð latin inn í 2013. Detroit skyldar meir enn 100 millliardir krónur. Býurin er rakur av stórum arbeiðsloysi (18 % í 2014) og ógvusligari fráflyting. Í 1950 búðu á leið 1,8 milliónir í Detroit, men í 2014 er fólkatalið bara 650.000.

Altjóða fíggjarkreppan hevur rakt Detroit hart, og ført arbeiðloysi og økta fráflyting við sær. Í 2014 var fólkatalið 650 000. Fyri 10 árum síðani vóru tey 1 mió í tali.

Sambært Forbes er Detroit er tann býurin í USA við mest harðskapi í 2014 [1], og har vórðu fleiri enn 333 morð skrásett í 2013 [2]. Lógloysið er fimm ferðir størri her enn miðaltalið fyri landið. Samanborið við t.d. New York City verða 11 ferðir so nógv fólk dripin í Detroit, eitt morð fyri 1719 íbúgvar.

Fraklendingar vórðu fyrstu evropearar, sum settu seg niður í Detroit. Hetta var í 1701. 83 prosent av fólkinum í Detroit eru svørt, og nógv teirra eru fátæk. Arbeiðsloysið í býnum er um 18 prosent, á leið tvífalt so stórt sum aðrastaðni í USA.

Búskapur[rætta | rætta wikitekst]

Har eru nógvar bilverksmiðjur; í Detroit eru størstu bilverksmiðjur í heiminum. M.a. hevur G.M., Ford og Chrysler høvuðssæti í býnum.

Fíggjarkreppan 2007-2009 hevur rakt Detroit ógvuliga hart. Millum býirnar sum eru harðast raktir í USA, eru Detroit. Nógv fólk í Detroit eru rakt ógvuliga hart av arbeiðsloysi. Tað er ein dómstólur sum hevur góðkent umsóknina frá býarstýrinum um gjaldsteðg í 2013; hetta er størsta trotabúgv nakrantíð í USA, og gjaldsteðgurin merkir, at kreditorarnir ikki sleppa eftir ognunum hjá býnum, meðan ein ætlan verður gjørd fyri, hvussu skuldin skal fáast av verðini. 650 000 fólk búgva í Detroit, og tey skylda tilsamans yvir 100 mia. kr gjøgnum sín borgaraskap í býnum.

Út ímóti 78.000 bygningar í býnum standa tómir í 2014, og helmingurin av teimum er mettur at kunna rapla. 40 prosent av gøtuljósunum virka ikki. Minni enn helmingurin av sjúkrabilunum í býnum virkaði bara onkuntíð seinasta ársfjórðing. Akførini hjá sløkkiliðnum eru somuleiðis í ringum standi [3].

Ávísingar úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Coordinates: 42°20′43.44″N 83°2′54.24″W / 42.3454000°N 83.0484000°W / 42.3454000; -83.0484000

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. http://www.forbes.com/pictures/mlj45jggj/1-detroit/
  2. http://www.huffingtonpost.com/2014/01/03/detroit-murder-rate_n_4531960.html
  3. http://www.bloomberg.com/news/2012-05-24/half-of-detroit-s-streetlights-may-go-out-as-city-shrinks.html