Michigan

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Flagg Skjøldur
Flag of Michigan.svg Seal of Michigan.svg
Map of USA MI.svg
Land: USA USA
Alment mál: Enskt (de facto)
Høvuðsstaður: Lansing
Størsti býur: Detroit
Innlimað: 26. januar 1837
Guvernørur: Rick Snyder (R)
Vídd: 253 793 km²
Íbúgvar (2011): 9 883 640
fyri km²: 67,55/km²
Tíðarzona: UTC -6/-5/-4
Heimasíða: www.michigan.gov

Michigan (enskt: State of Michigan) er ein lutstatur í Samveldisríkinum Amerika við umleið 9,8 mió. íbúgvum. Lansing er høvuðsstaðurin og Detroit er størsti býurin. Í 1837 bleiv Michigan lutstatur í USA. Ovara Hálvoyggjenskum Upper Peninsula ella UP) hevur mark við Wisconsin og Niðara Hálvoyggjenskum Lower Peninsula) hevur mark við Indiana og Ohio.

Arbeiðsloysið í Michigan er 11,7 % (januar 2011), og tískil væl størri enn miðal fyri alt landið, ið er 8,9 %. Í Michigan eru størstu bilverksmiðjur í heiminum: Ford og General Motors. Av Ford-smiðjunum lata teir 15 500 nýggjar bilar um dagin.

Landafrøði[rætta | rætta wikitekst]

Michigan er umgyrdur av Great Lakes á øllum síðum. Eyknevni er Stóruvøtnstaturin (enskt: The Great Lakes State). Sunnarlaga í Kanada og norðarlaga í USA, m.a. í Michigan og Wisconsin, eru fimm stór vøtn, sum eru samanhangandi: Michiganvatn, Huronvatn, Erievatn, Superiorvatn og Ontariovatn. The Great Lakes, sum vøtnini verða nevnd á enskum, eru til samans tað størsta økið í heiminum við feskvatni.

Búskapur[rætta | rætta wikitekst]

Corn flakes er úr Michigan. Alheims høvuðsskrivstovan hjá Kellogg's er eisini í Battle Creek, Michigan.

Á einum stórum strekki vestan fyri Erievatn í Eystur-Michigan dyrka teir bara soyabønir, jarðnøtir og mais. Um tú siglir eftir onkrari á har, so sært tú teir høgu maisleggirnar, ið verða upp til 3 metrar, standa á áarbakkanum, og koyrir tú við toki, so koma maisleggirnir upp fyri vindeyguni á ferðamannavognunum, so tú leingi ikki sært annað enn maisbløð. Nakað av maisini verður m.a. nýtt til matna, vit kenna "corn flakes".

Arbeiðsfólkið er ofta lítið, tað kunnu vera heilt ovurstórir garðar, har ið kona og maður eru einsamøll uttan ta allarstrævnastu tíðina um heystið. Við tað at garðarnir oftast eru so ógvuliga stórir, leggja bøndurnir ikki í at brúka stórvegis av tøðum, summir taða yvirhøvur ikki, komið veksur kortini, men so velta teir heldur ikki sama stykki ár um ár; tá ið teir hava havt korn í einum stykki eitt ár, verður tað bara liggjandi til gras í nøkur ár.

Bilídnaður[rætta | rætta wikitekst]

Chevrolet Tahoe. General Motors hava framleitt bilar síðan 1908. Høvuðssæti er í Detroit.

Bilídnaðurin hevur serliga tikið seg fram í Michigan.[1] Fyrst í 20. øld fóru bilverksmiðjurnar hjá Henry Ford í Detroit, Michigan undir at nýta flutningsbond. Arbeiðið við flutningsbandi fer soleiðis fram, at hvør arbeiðari ger bara ein lítlan part av tí arbeiði, sum skal til fyri at gera lutin, sum t.d. kann vera ein bilur. Bilurin, sum er í gerð, verður so fluttur við flutningsbandinum víðari til tann næsta arbeiðaran, sum so ger sín part av arbeiðinum. [2] Áður var tað so, at allir arbeiðsmenninir vóru við til at gera næstan allan bilin. Nú vórðu bilarnir hjá Ford, General Motors og Chrysler settir saman av lidnum lutum. Í fyrstani var bara eitt modell at fáa, og bara ein litur, sum var svart. Síðan dagarnar hjá Henry Ford er nógv hent í bilídnaðinum í Michigan. Á einari bilverk smiðju verða teir einstøku lutirnir framvegis settir saman til ein bil, men meginparturin av tí arbeiðinum í USA verður nú gjørt av maskinum. Einstøku lutirnir verða gjørdir á ymiskum verksmiðjum, og tær kunnu vera í hvør sínum landi, kanska langt burturi frá tí verksmiðjuni í Detroit ella Lansing, har bilurin verður settur saman. Í 2013 varð næstan fjórði hvør bilur gjørdur í USA, gjørdur í Michigan (22 %). [3] Michigan hevur í 2011 framleitt 1.9 mió. bilar, 1.5 mió. framleitt í Detroit ella Lansing.[4]

Kelduávísingar[rætta | rætta wikitekst]

  1. http://www.slate.com/articles/news_and_politics/explainer/2012/02/why_are_all_the_big_american_car_companies_based_in_michigan_.html
  2. Drowne, Kathleen Morgan; Huber, Patrick (2004). Nineteen Twenties. Greenwood Press. s. 245. ISBN 0-313-32013-6.
  3. http://www.detroitchamber.com/economic-development-2/chamber-initiatives/michauto-universal-name/the-auto-industry-in-michigan/
  4. http://www.detroitchamber.com/economic-development-2/chamber-initiatives/michauto-universal-name/the-auto-industry-in-michigan/

Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]


Flag of the United States.svg
Høvuðsstaðarøki
Flag of the United States.svg
District of Columbia
Amerikanskir statir
Alabama · Alaska · Arizona · Arkansas · Colorado · Connecticut · Delaware · Florida · Georgia · Hawaii · Idaho · Illinois · Indiana · Iowa · Kalifornia · Kansas · Kentucky · Louisiana · Maine · Maryland · Massachusetts · Michigan · Minnesota · Mississippi · Missouri · Montana · Nebraska · Nevada · New Hampshire · New Jersey · New Mexico · New York · Norðurcarolina · Norðurdakota · Ohio · Oklahoma · Oregon · Pennsylvania · Rhode Island · Suðurcarolina · Suðurdakota · Tennessee · Texas · Utah · Vermont · Vesturvirginia · Virginia · Washington · Wisconsin · Wyoming
Amerikonsk hjálond
Amerikanska Sámoa · Bakeroyggj · Guam · Howlandsoyggj · Jarvisoyggj · Johnston Koralloyggj · Jómfrúoyggjar ·
Kingman Koralloyggj · Midwayoyggjar · Navassaoyggj · Norðaru Marianaoyggjar · Palmyra Koralloyggj · Puerto Riko · Wakeoyggj
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið