Mississippi
Flagg | Skjøldur |
---|---|
Land: | USA |
Alment mál: | Enskt |
Høvuðsstaður: | Jackson |
Størsti býur: | Jackson |
Innlimað: | 10. desember 1817 |
Guvernørur: | Tate Reeves (R) |
Vídd: | 125,443 km² |
Íbúgvar (2014): | 2,994,079 |
fyri km²: | 24,5/km² |
Tíðarzona: | UTC -6/-5 |
Heimasíða: | www.mississippi.gov |
Staturin Mississippi (enskt: State of Mississippi) er stakríki í Sameindu Statunum við umleið 3 mió. íbúgvum. Jackson er høvuðsstaðurin og størsti býurin. Í norðri hevur Mississippi mark við Tennessee, í eystri við Alabama, í suðri og vestri við Louisiana, og í vestri við Arkansas. Í suðri liggur Meksikoflógva. Í 1790 bleiv Mississippi stakríki í USA. Eyknevni er Magnoliastaturin (enskt: The Magnolia State). Magnolia er eitt slag av kjarri.
Framvegis er Mississippi strálbygt í stórum økjum. Íbúgvatættleikin er 24,5 persónar fyri ferkilometurin (fólkatættleikin í Føroyum er í miðal um leið 35,5 fólk fyri hvønn km2). Jackson er størsti býur í Mississippi, og fyrisitingarligur høvuðsstaður fyri lutstatin. Har búgva fleiri enn 172,000 túsund fólk. Johnny Cash-sangurin “Jackson” snýr seg um henda býin. Gulfport er næststørsti býur. Hann er týdningarmikil havnabýur við uml. 70,000 fólkum.
Navnauppruni
[rætta | rætta wikitekst]Orðið "Mississippi" er antin úr einum ojibwe-indianskum navni Messipi, ið merkir “stór á”, algonkin-indianskt, Missi Sepe, ið merkir “Vatnanna faðir” ella chippewa-indianskt, Mici Zipi, ið merkir “Tann Stóra Áin.”
Landafrøði
[rætta | rætta wikitekst]Tað mesta av Mississippi - uml. 65 % - er skógarlendi.[1] Í Mississippi eru nógvar áir.[2] Á vestursíðuni er fyri tað mesta slættlendi, og har eru fleiri góðar havnir. Nógvastaðni eru stór slættlendi við sera fruktagóðari jørð. Sandur, móra og leirur, sum áirnar bera við sær, gera, at áarlendið er avbera fruktagott og hóskar væl til m.a. grønmetisdyrkan. Har jørðin er kargari, verður velt nøkur ár, og so liggur hon sum opinekra, til hon er vorðin fruktagóð aftur natúrliga. Nakrar av longstu áum í Mississippi eru Mississippi River, Pearl River, Pascagoula River og Tombigbee River. Áin Mississippi River, sum er mark millum Mississippi og Louisiana og Arkansas, er ein tann størsta og longsta áin í Amerika. Stóru áirnar og mýrarnar eru tilhaldsstaður hjá nógvum djóra- og plantumeingi. Meginparturin av Suðurmississippi eru Mississippi River-oyrarnar. Suður móti Meksikoflógvin er ógvuliga heitt. Biloxi er ein av stóru havnabýunum í Suðurmississippi.
Søga
[rætta | rætta wikitekst]Fyrstu evropeisku niðursetumenninir í Mississippi gróvu í analoysi út mest sum allar gravheyggjar í Mississippi og beindu fyri týdningarmiklum prógvum, sum søgdu frá hvat var í teimum, og hvussu teir vórðu gjørdir.
Størstu býir
[rætta | rætta wikitekst]Teir 10 størstu býirnir eftir íbúgvatali vóru í Mississippi í 2019 hesir:[3]
- Jackson – 160 628
- Gulfport – 71 705
- Southaven – 55 780
- Biloxi – 46 212
- Hattiesburg – 45 863
- Tupelo – 38 312
- Olive Branch – 38 924
- Meridian – 36 347
- Greenville – 29 085
- Horn Lake – 27 272
Sí eisini
[rætta | rætta wikitekst]Ávísingar úteftir
[rætta | rætta wikitekst]- Heimasíða hjá stjórnini: mississippi.gov
- Mississippi, wikivoyage (á enskum)
Coordinates: 33°0′28.8″N 90°2′2.4″W / 33.008000°N 90.034000°W
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ "Archive copy". http://www.mfc.ms.gov/forest-legacy.php. Heintað 2015-04-23.
- ↑ http://geology.com/lakes-rivers-water/mississippi.shtml
- ↑ City and Town Population Totals: 2010-2019 - Mississippi, citypopulation.de