Minnesota
Flagg | Skjøldur |
---|---|
Land: | USA |
Alment mál: | Einki |
Høvuðsstaður: | Saint Paul |
Størsti býur: | Minneapolis |
Innlimað: | 11. mai 1858 |
Guvernørur: | Tim Walz (DFL) |
Vídd: | 225,365 km² |
Íbúgvar (2014): | 5,457,173 |
fyri km²: | 23.86/km² |
Tíðarzona: | UTC -6/-5 |
Heimasíða: | www.state.mn.us |
Staturin Minnesota (enskt: State of Minnesota) er ein lutstatur í Sameindu Statunum við umleið 5,4 mió. íbúgvum. Í norðri hevur Minnesota mark við Kanada (landslutur Manitoba og Ontario), í eystri við Wisconsin, í suðri við Iowa, og í vestri við North Dakota og South Dakota. Í landnyrðingi liggur Superiorvatn. Eyknevni er Norðstjørnastaturin (enskt: The North Star State).
Høvuðsstaðurin er Saint Paul og størsti býurin er Minneapolis. Í Saint Paul og Minneapolis eru nakrar av teimum størstu myllunum í heiminum.
Søga
[rætta | rætta wikitekst]Eftir eitt heitt og turt summar í 1918 var býurin Cloquet at rokna sum ein svávuldós, og 12. oktober settu neistar frá einum toki eld í uppturkaðu runnarnar framvið jarnbreytarsporinum. Vindurin fekk eldin at breiða seg við fúkandi ferð, og 25 fólk lótu lív í einum svingi á Highway 73, tá eldurin knappliga byrgdi tey inni. Svingið fekk seinni eyknevnið Dead Man’s Curve. Nógv vórðu fangað í eldinum. Summi bjargaðu sær við at grava seg niður í vátu moldina á uppdyrkaðu fløtunum, og onnur leitaðu sær skjól í brunnum og kjallarum, men fleiri av teimum kvaldust, tá eldurin kom og tók alt súrevnið. Býirnir Cioquet, Kettle River og Moose Lake mistu 453 fólk og 52,000 heim, og materielli skaðan var 7,3 milliónir dollarar, sum svarar til meir enn 100 milliónir dollarar í dagsins peningi.
Landafrøði
[rætta | rætta wikitekst]Minnesota er heldur lágt land við nógvum vøtnum, 10.000 sigast tey at vera í tali. Hægsta fjallið Eagle Mountain við kanadiska markið er 701 m. høgt. Stórir partar av Minnesota eru skógvaksnir - uml. 32 %[2], og har eru mong vøtn. Um 8,5 % av Minnesota eru vøtn, og tilsamans eru tey um 10.000, og tí verður Minnesota javnan nevnt "landið við teimum 10.000 vøtnunum.” Fram við vøtnunum vaksa næstan allastaðni skógir, og ofta skera skógvaksin nes seg út í vøtnini. Nógvir hólmar eru eisini úti í vøtnunum, og summir kunna vera rættiliga stórir. Størsta vatnið er Red Lake.[3] Áirnar eru ikki av teimum heilt stóru, og ofta eru fossar og sker í teimum. Nógvur fiskur er í vøtnunum í Minnesota. Veðurlagið er meginlandsveðurlag; vetrarnir eru kaldir, og óførur kavi legst niður. Ikki fyrr enn í mai tiðnar síðsti ísurin av vøtnunum, men tá kemur summarið fyri álvara, og blómur og gras renna upp. Høvuðsstaðurin eitur Saint Paul, men hetta er ikki tann størsti býurin. Størsti býurin eitur Minneapolis. Superiorvatn í Great Lakes liggur við Norðurminnesota og er størsta vatn í USA.[4]
Størstu býir
[rætta | rætta wikitekst]Teir 10 størstu býirnir í Minnesota eftir íbúgvatali vóru í 2019 hesir:[5]
- Minneapolis – 429 606
- Saint Paul – 308 096
- Rochester – 118 935
- Duluth – 85 618
- Bloomington – 84 943
- Brooklyn Park – 80 389
- Plymouth – 79 768
- Woodbury – 72 828
- Maple Grove – 72 622
- St. Cloud – 68 462
Sí eisini
[rætta | rætta wikitekst]Ávísingar úteftir
[rætta | rætta wikitekst]Coordinates: 46°0′0″N 94°0′0″W / 46.00000°N 94.00000°W
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ https://www.lakesonline.com/USA/Minnesota/
- ↑ "Archive copy". http://www.nrs.fs.fed.us/pubs/rb/rb_nrs12.pdf. Heintað 2015-04-24.
- ↑ http://nationalmap.gov/small_scale/
- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2017-07-21. https://web.archive.org/web/20170721093144/http://www.seagrant.umn.edu/superior/facts. Heintað 2015-04-24.
- ↑ "Annual Estimates of the Resident Population: April 1, 2010 to July 1, 2019", United States Census Bureau.