Tennessee

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Tennessee
Great Smoky Mountains Overlook.JPG
Flagg Skjøldur
Flag of Tennessee.svg Seal of Tennessee.svg
Map of USA TN.svg
Land: Flag of the United States.svg USA
Alment mál: Enskt
Høvuðsstaður: Nashville
Størsti býur: Memphis
Innlimað: 1. juni 1796
Guvernørur: Bill Lee (Rep.)
Vídd: 109,151 km²
Íbúgvar (2014): 6,549,352
fyri km²: 58/km²
Tíðarzona: UTC -5/-4
Heimasíða: www.Tennessee.gov

Tennessee (enskt; State of Tennessee) er stakríki í Sambandsríkinum Amerika við umleið 6,5 mió. íbúgvum. Nashville er høvuðsstaðurin og størsti býurin. Næststørsti býurin er Memphis.

Eyknevni er Sjálvboðinsstaturin (enskt: The Volunteer State).

Landslagið og søga[rætta | rætta wikitekst]

Í norðri hevur Tennessee mark við Kentucky og Virginia, í eystri við North Carolina, í suðri við Georgia, Alabama og Mississippi, og í vestri við Missouri og Arkansas.

Har er landslagið eyðkent av stórum gørðum, sum hava stórar víddir til beitilendi. Summir av hesum gørðum, ið eisini verða nevndir ranches, hava tíggjutúsundtals neyt gangandi á beiti. Kjøtið verður flutt út til allan heim. 
Um leið 48 prosent av landjørðini í Tennessee eru velt.[1]

Tennessee bleiv lutstatur í USA í juni 1796. Countrytónleikur tók seg upp sum fólkatónleikur ímillum hvíta, fátæka fólkið í Tennessee.

Búskapur[rætta | rætta wikitekst]

Høvuðsvinnuvegurin í Tennessee er landbúnaður. Myndin er tikin við Bristol.

Í Tennessee eru bæði nógv og góð landbúnaðarjørð. Týdningarmesti útflutningurin er búnaðarvørur: bummull, tubbak, hveiti, mais, korn og kjøt. Onnur týðandi grøði er soyabønir og jarðnøtir. Bøndurnir dyrka eisini frukt og hava eisini skógarvinnu. Í øllum statinum eru ovurstórir garðar. Summar fyritøkur í landbúnaðinum í Tennessee eru sera stórar. Nógvastaðni eru stórar gróðrarlundir. Gróðrarlundirnar hava framvegis stóran týdning fyri búskapin. Nógv jarðarbrúk eru ómetaliga stór. Ein garður kann vera tríggjar ferðir so stórur sum allar Føroyar. Har hava tey ógvuliga nógvan fenað, serliga neyt til at fáa kjøt. Úr hesum stóru landbúnaðarøkjunum verða landbúnaðarvørur flutt­ar út til nógv lond kring allan heim. Hesi støðini hava so statt ógvu­liga stóran týdning fyri at útvega heiminum mat. Landbúnaðarjørð og skógir eru næstan 90 % av økinum í Tennessee. 
Í Tennessee eru fleiri enn 91.000 garðar.

[1] Landbúnaðarframleiðslan í 2014 liggur um góðar $2,2 mrd. um árið.[1]

Næstan allastaðni í Tennessee gerast garðarnir størri og størri. Tað ber illa til hjá bóndagørðum, sum ein familja rekur, at klára seg fíggjarliga, og tí verða fleiri garðar lagdir saman í størri jarðarbrúk. Alsamt færri bøndur framleiða alsamt meira mat. Tað ber til, millum annað tí at betri tøkni til landbúnað verður ment, og tí at nógv verður gjørt við at kynbøta plantur og húsdýr. Nógv jarðarbrúk hava eisini lagt seg eftir einari ávísari grøði ella kanska tveimum. Harumframt nýta tey flestu nógv handilstøð og eitur móti loki og skaðadýrum. Alt hetta ger, at meira fæst burturúr. 


Eitt annað týdningarmikið náttúrutilfeingi í Tennessee er teir stóru skógirnir. 

Skógarlendi fevna um umleið 52 % av landaøki í 2014.[2]

Størstu býir[rætta | rætta wikitekst]

Teir 10 størstu býirnir í Tennessee eftir íbúgvatali vóru í 2019 hesir:[3]

  1. Nashville - 670 820
  2. Memphis - 651 073
  3. Knoxville - 187 603
  4. Chattanooga - 182 799
  5. Clarksville - 158 146
  6. Murfreesboro - 146 900
  7. Franklin - 83 097
  8. Jackson - 67 191
  9. Johnson City - 66 906
  10. Bartlett - 59 440

Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]

Ávísingar úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið

Coordinates: 36°2′24″N 85°59′27.6″W / 36.04000°N 85.991000°W / 36.04000; -85.991000

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. 1.0 1.1 1.2 FARM FACTS, tn.gov
  2. Forestry, tn.gov
  3. City Population—Tennessee, citypopulation.de


Flag of the United States.svg
Høvuðsstaðarøki
Flag of the United States.svg
District of Columbia
Amerikanskir statir
Alabama · Alaska · Arizona · Arkansas · Colorado · Connecticut · Delaware · Florida · Georgia · Hawaii · Idaho · Illinois · Indiana · Iowa · Kalifornia · Kansas · Kentucky · Louisiana · Maine · Maryland · Massachusetts · Michigan · Minnesota · Mississippi · Missouri · Montana · Nebraska · Nevada · New Hampshire · New Jersey · New Mexico · New York · Norðurcarolina · Norðurdakota · Ohio · Oklahoma · Oregon · Pennsylvania · Rhode Island · Suðurcarolina · Suðurdakota · Tennessee · Texas · Utah · Vermont · Vesturvirginia · Virginia · Washington · Wisconsin · Wyoming
Amerikonsk hjálond
Amerikanska Sámoa · Bakeroyggj · Guam · Howlandsoyggj · Jarvisoyggj · Johnston Koralloyggj · Jómfrúoyggjar ·
Kingman Koralloyggj · Midwayoyggjar · Navassaoyggj · Norðaru Marianaoyggjar · Palmyra Koralloyggj · Puerto Riko · Wakeoyggj