Arkansas
Flagg | Skjøldur |
---|---|
Land: | USA |
Alment mál: | Enskt |
Høvuðsstaður: | Little Rock |
Størsti býur: | Little Rock |
Innlimað: | 15. juni 1836 |
Guvernørur: | Asa Hutchinson (R) |
Vídd: | 137 732 km² |
Íbúgvar (2014): | 2 966 369 |
fyri km²: | 22/km² |
Tíðarzona: | UTC -6/-5 |
Heimasíða: | www.Arkansas.gov |
Staturin Arkansas (enskt: State of Arkansas) er ein lutstatur í Sambandsríkinum Amerika við umleið 2,9 mió. íbúgvum. Little Rock er høvuðsstaðurin og størsti býurin. Í norðri hevur staturin mark við Missouri, í eystri við Tennessee og Mississippi, í suðri við Louisiana, og í vestri við Oklahoma og Texas. Eyknevni er Náttúrustaturin (enskt: The Natural State). Økið er eitt tað týdningarmesta, har m.a. rís verður dyrkað í USA. Til støddar er Arkansas sum Ongland, men fólkatættleikin er lítil, bert 22 íbúgvar/km².
Fleiri kend fólk hava búð í Arkansas; t.d. eru bæði Johnny Cash og Bill Clinton úr Arkansas.
Landafrøði
[rætta | rætta wikitekst]Veðurlagið í Arkansas er fyri tað mesta meginlandsveðurlag. Her er summarið heitt. Veturin er ofta ógvuliga kaldur og turrur, tí langt er til varman og vætuna í sjónum. Meginlandsveðurlagið er sostatt eyðkent av heitum sumrum og køldum vetrum. Har eru langar fjallarøðir, skógir, víðar fløtur, háslættar og stórar áir. Norðari partur av statinum er eyðkendur av fleiri fjallarøðum, m.a. Ouachita Mountains og Ozark Mountains. Fjøllini, ið eru klødd við stórum skógum, gera tað til eitt stað við einastandandi náttúru. Tann hægsti tindurin, Mount Magazine, er 839 metrar høgur. Meiri enn 23 % av Arkansas eru berlig fjøll, og næstan alt, sum eftir er, er skógur. Grasfløturnar í Eystur-Arkansas eru týdningarmesta landbúnaðarlendið.
Sæð undir einum er Arkansas eitt sera strálbygt stakríki. Tað vil siga, at miðaltalið av fólki fyri hvønn km² er sera lágt. Fólkatættleikin er í miðal um leið 22 fólk fyri hvønn km². Tað vil siga, at um alt slag av lendi verður tikið við, so hevur hvørt fólk so nógv pláss í part, sum svarar til um leið fimm fótbóltsvøllir. Men tað er misjavnt, hvussu nógv pláss er í part kring stakríkið. Eini 56 % búgva í býum ella í øðrum tættbygdum økjum. Góð 44 % búgva í fámentum økjum í 2010.[1] Hóast samlaða nettotalið sigur, at Arkansas spakuliga verður urbaniserað, so er staturin framvegis sera ruralur. Tað er ikki bara í Little Rock, at urbaniseringin er farin fram, men eisini úti á bygd.
Størsta vatnið í Arkansas er í Hot Springs. Tað verður nevnt Lake Ouachita. Vatnið verður nýtt sum drekkivatn og er sostatt størsta drekkivatnsgoymsla í statinum. Mississippi River er tann longsta áin í Arkansas (3734 km). Áin Arkansas River er næstlongsta, hon er 2364 km.
Búskapur
[rætta | rætta wikitekst]Landbúnaðurin hevur alstóran týdning í Arkansas; umleið 43 % av landjørðini eru velt.[3] Veðurlag og jørðildi hava nógv at siga fyri, hvussu jørðin verður brúkt. Í statinum er nógv fjøll og stórur skógur, og tað er sera ótætt bygt. At kalla allur norðari partur av Arkansas er fjallalendi, høgar eggjar við djúpum dølum ímillum. Tey størstu dyrkilendini eru at finna sunnarlaga í Arkansas. Her velta tey m.a. rís, hveiti, mais og bummull. So hvørt sum maskinurnar gera meiri og meiri av arbeiðinum í landbúnaðinum, skulu alt færri fólk til at framleiða tann matin, sum okkum tørvar. Við at nýta maskinur kann ein einsamallur bóndi tí arbeiða stórar víddir. Í Arkansas arbeiða 287 000 (uml. 20 %) fólk í landbúnaðinum.[4]
Í Arkansas verður nógv kjøt framleitt.[5] Fenaðurin, sum gongur á beiti, kann vera neyt, seyður, geitir, jakkneyt ella lamur. Kjøt, ull og mjólk hevur mest at siga av tí, sum fæst burtur úr húsdýrahaldi. Leingi var tað soleiðis, at bara í Arkansas lógu næstan tvey prosent av allari landbúnaðarjørð óbrúkt vegna sonevnda ovframleiðslu. Av og á vórðu stórar rúgvur av korni brendar. Nú á døgum verður alsamt størri partur av landbúnaðarjørðini brúkt til grøði, sum til ber at vinna etanol úr. Tað verður brúkt sum brennievni til bilar í staðin fyri bensin. Tað ber til at velta hesa grøðina umaftur og umaftur, og tí er etanol ein rávøra, sum kann verða endurnýggjað. Eingin semja er um, at etanol sum brennievni til bilar er gott fyri umhvørvið. Ein orsøk er, at tað fer so nógv orka til at gera etanolið. Verður tað gjørt úr til dømis hveiti, so skal nógv orka verða brúkt til handilstøð, til maskinurnar, sum skera akurin, og til verksmiðjurnar, sum gera etanolið. Tað skulu stórar nøgdir av rávøru til at útvinna etanol. Tað vil siga, at har skulu stórir akrar til.
Hóast landbúnaður er høvuðsvinnuvegurin, so hevur ídnaðurin eisini nógv at týða fyri Arkansas.
Søga
[rætta | rætta wikitekst]- Um 7 500 f.Kr. - Elsti gravstaður, fólk vita um, funnin í Arkansas.
Rasuófriður
[rætta | rætta wikitekst]Í 1954 eydnaðist teimum, sum stríddust søk teirra svørtu, at fáa hægstarætt at viðurkenna, at svørt og hvít børn skuldu ganga í sama skúla í USA. Í Little Rock í Arkansas setti statsovastin statshirðina at halda skil á og vísti 9 svørtum næmingum úr skúlanum. Forsetin í USA sendi samveldisherdeildir til Little Rock at ansa eftir, at svartir næmingar sluppu í skúla.
Størstu býir
[rætta | rætta wikitekst]Teir 10 størstu býirnir eftir íbúgvatali vóru í 2019 í Arkansas hesir:[6]
- Little Rock - 197 312
- Fort Smith - 87 891
- Fayetteville - 87 590
- Springdale - 81 125
- Jonesboro - 78 394
- Rogers - 68 669
- Conway - 67 638
- North Little Rock - 65 903
- Bentonville - 54 909
- Pine Bluff - 41 474
Kend fólk úr Arkansas
[rætta | rætta wikitekst]- Scott Joplin (1868-1917), klaverleikari og tónaskald
- Sonny Liston (1932-1970), heimsmeistari í tungvekt í nevaleiki
- Johnny Cash (1932-2003), countrysangari
- Glen Campbell (1936-2017), country- og poppsangari
- Bill Clinton (* 1946), fyrrverandi forseti í USA
- Barbara Hendricks (* 1948), operasangarinna
- John Grisham (* 1955), rithøvundur
Sí eisini
[rætta | rætta wikitekst]Ávísingar úteftir
[rætta | rætta wikitekst]- Heimasíða hjá stjórnini: arkansas.gov
- Arkansas, wikivoyage (á enskum)
Coordinates: 35°1′44.4″N 92°17′16.8″W / 35.029000°N 92.288000°W
Keldutilfar
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ http://www.census.gov/prod/cen2010/cph-2-5.pdf
- ↑ Watkins, Bradley K., Merle M. Andres and Tony E. Windham, "An Economic Comparison of Alternative Rice Production Systems in Arkansas." Journal of Sustainable Agriculture Vol. 24. Issue 4 (2004): S. 57-78
- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2015-04-13. https://web.archive.org/web/20150413034304/http://stuffaboutstates.com/agriculture/farm_by_percent.htm. Heintað 2015-03-30.
- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2016-03-05. https://web.archive.org/web/20160305013138/http://lawcochamber.org/wp-content/uploads/2014/07/AgricultureWorksForArkansas.pdf. Heintað 2015-03-30.
- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2015-09-22. https://web.archive.org/web/20150922221442/http://www.arfb.com/for-consumers/arkansas-ag-facts/. Heintað 2015-03-30.
- ↑ City and Town Population Totals: 2010-2019 - Arkansas, citypopulation.de