Mississippiá
Appearance
Mississippiá er, tá ið greinin Missouriá verður uppíroknað, longsta á í heiminum, 7000 km. Missouriá kemur heilt vestan úr Klettafjøllum. Um várarnar, tá ið tað fer at toya í fjøllunum, er ofta so nógv vatn í henni, at áin tekur ikki ímóti, men fer yvir bakkarnar og ger stóran skaða. Til at forða fyri hesum hava teir nú grivið fleiri stórar gryvjur frá ánni og gjørt byrgingar í støðum.
Ein onnur grein hjá Mississippiá er Ohioá, sum kemur eystanífrá, hon førir eisini heilt nógv vatn við sær. Í hesa á rennur aftur ein á, sum eitur Tennesseeá.