Maryland

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Flagg Skjaldarmerki
Land: USA USA
Alment mál: Enskt (de facto)
Høvuðsstaður: Annapolis
Størsti býur: Baltimore
Innlimað: 28. apríl 1788
Guvernørur: Larry Hogan (R)
Vídd: 32 133 km²
Íbúgvar (2013): 5,884,563
fyri km²: 230/km²
Tíðarzona: UTC -5/-4
Heimasíða: www.maryland.gov

Staturin Maryland (enskt: State of Maryland) er ein lutstatur har eysturi í USA og hevur mark við District of Columbia, Pennsylvania, Delaware, Virginia og West Virginia. Maryland hevur umleið 5,9 mió. íbúgvum. Eyknevni er Hin frælsi staturin (enskt: The Free State). Í 1788 bleiv Maryland stakríki í USA. Marylands flagg var eitt hitt fyrsta í USA.[1] Flaggið er eyðkent við sínum ólík sniði og reinu linjum.

Søga[rætta | rætta wikitekst]

Norðbúgvar á rannsóknarferð[rætta | rætta wikitekst]

Norðbúgvar í Grønlandi sigldu vestur um Labradorhav til Amerika. Teir komu til Nýfundlands og granskaðu strondina heilt suður til Chesapeake Bay í Marylandi. Tað prógvar, at víkingar komu til USA 500 ár undan Kolumbusi.

Politikkur[rætta | rætta wikitekst]

Deyðarevsing[rætta | rætta wikitekst]

Sum tann 18. staturin í USA hevur Maryland í apríl 2013 gjørt av at strika deyðarevsingina. Frameftir verður lívlangt fongsul uttan rætt til royndarleyslating tann harðasta revsing, sum fólk kunnu fáa har, og avgerðin ber í sær, at fimm deyðadømdir fangar fáa dómin broyttan. Maryland hevur havt deyðarevsing líka síðani 1683, tá økið var bretskt hjáland, men dómsvaldið hevur ikki brúkt revsingina síðani 2005. Guvernørurin í Maryland, demokraturin Martin O'Malley, hevur verið íðin talsmaður fyri at seta deyðarevsingina úr gildi.

Landafrøði[rætta | rætta wikitekst]

Susquehannafossur.

Í norðri hevur Maryland mark við Pennsylvania, í eystri við Delaware, í suðri við Virginia, og í vestri við West Virginia. Høvuðsstaðurin eitur Annapolis og størsti býurin er Baltimore. Baltimore er stórur havnabýur; haðani varð fyrr nógv kol útflutt til Evropa. Út fyri Annapolis í Marylandi er ein oyggj, Kent Island (81.9 km2). Hon er størsta oyggin og eisini tann fólkaríkasta oyggin í Marylandi. Nógvar aðrar stórar oyggjar eru, t.d. Bloodsworth Island (64,7 km2), Smith Island (23,8 km2), Deal Island (13,9 km2), Taylors Island (10,78 km2), Tilghman Island (7,4 km2), Assateague Island (partvís í Virginia), Poplar Island, Tangier Island, Hooper's Island, v.f.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
  1. http://www.visitmaryland.org/info/maryland-facts