Jump to content

Baltimore

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Kort av Maryland har Baltimore er merkt.

Baltimore er størsti býur og handilsmiðdepil í Marylandi í USA. Tað búgva 593 490 fólk í Baltimore í 2019.[1] Hann er týdningarmikil havnabýur.

 Borgarstjóri í 2020 er Bernard C. "Jack" Young (D).

Baltimore.

Telegrafurin



[rætta | rætta wikitekst]

Eftir tað, at elektromagnetisman var staðfest í 1820, vórðu skjótt gjørdar royndir at brúka hesa nýggju vitanina at gera uppfinningar at senda boð langa leið. Tólini vórðu nevnd telegrafur, tele = fjar, grafur = skrivari. Amerikamaðurin Samuel Finley Breese Morse (27. apríl 1791 – 2. apríl 1872) gjørdi telegrafin, og hann fekk einkarættin í 1840. Ein telegraf-linja varð løgd ímillum Washington DC og Baltimore, og fyrstu boðini vórðu send ímillum 24. mai í 1844. Boðini vórðu send við morsiteknum, strikum og prikkum. Samuel F. B. Morse hevði sjálvur gjørt hesi teknini.[2]

Rasuófriður

[rætta | rætta wikitekst]


Rasuófriður hevur aftur tikið seg upp í Baltimore 27. apríl í 2015. Rasuófriðurin brast á stutt aftaná, at tað gjørdist greitt, at ein hvítur løgreglumaður ikki fór at verða skuldsettur fyri at taka lívið av einum afroamerikanskum manni, Freddie Gray, í býnum. Tað setti sjóneyka á tað høga talið av afroamerikanarum, ið verða dripnir av hvítum løgreglufólkum í Amerika. Tað verður mett, at hvørt ár verða umleið 400 persónar dripnir av løgregluni í USA.[3] Sambært fleiri amerikanskum miðlum hevur guvernørurin í Maryland boðað frá undantaksstøðu av ófriðinum í Baltimore. Baltimore-løgreglan er brostin saman við steinkastandi demonstrantum sum eru í øðini inn á at amerikanski Freddie Gray doyði eftir at hann var tikin av løgregluni. Minst sjey løgreglufólk eru skadd í ófriðinum sum sambært løgregluni er íbirtur av kriminellum bólkum í býnum.[4]

Ávísingar úteftir

[rætta | rætta wikitekst]

Coordinates: 39°17′11″N 76°36′40″W / 39.28639°N 76.61111°W / 39.28639; -76.61111

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


  1. QuickFacts Baltimore city, Maryland (County), census.gov
  2. Stover, John F. (1987), History of the Baltimore and Ohio Railroad, West Lafayette, Indiana: Purdue University Press, s. 59–60, ISBN 0-911198-81-4
  3. Local police involved in 400 killings per year, usatoday.com
  4. Md. gov calls up National Guard after roving gangs attack police, torch patrol car and store, foxnews.com (archive.today)