Midwayoyggjar
| Midway Islands (enskt) Pihemanu Kauihelani (hawaiianskt) | |
|---|---|
Kort av oynni. | |
| Landafrøði | |
| Vídd | 6,23 km² |
| Umsiting | |
| Land | |
| Íbúgvalæra | |
| Fólkatal | 40 (2011) |
Midwayoyggjar (28.12° norðurbreidd, 177.22° vesturlongd) (á hawaiianskum Pihemanu Kauihelani) er ein oyggjabólkur sum hoyrir til USA. Oyggjarnar eita Midway Islands á enskum. Midway er m.a. gitin frá Seinna heimskríggi. Bardagin við Midway fór fram bara seks mánaðar eftir álopið á Pearl Harbor, og hetta var ein avgerandi flotabardagi undir 2. veraldarbardaga.
Har verpur eitt slag av albatrossi, sum á enskum eitur Laysan Albatross.[1]
Landalæra
[rætta | rætta wikitekst]Oyggin Midway liggur mitt í norðara Kyrrahavinum, og var funnin so seint sum í 1859.
Midwayoyggjar er ein oyggjabólkur, sum liggur í Kyrrahavinum millum Hawaii og Wake.
Hon hevur tropiskt veðurlag.
Oyggjar
[rætta | rætta wikitekst]
Í Midwayoyggjum eru 3 oyggjar.
| Navn | Stødd í ha |
|---|---|
| Sand Island | 486 |
| Eastern Island | 135 |
| Spit Island | 2 |
| Midway | 623 |
Søga
[rætta | rætta wikitekst]Bardagin við Midway
[rætta | rætta wikitekst]4. juni í 1942 loypa japanar á Midway. Japan hevði ikki sent USA krígsavbjóðing, tá ið teir lupu á Midway, sum kanska var týdningarmesta herflotahavnin hjá USA í Kyrrahavinum. Amerikonsk stríðsflogfør við torpedobumbum søktu japonsk skip.
