Oklahoma
Flagg | Skjøldur |
---|---|
Land: | USA |
Alment mál: | Enskt |
Høvuðsstaður: | Oklahoma City |
Størsti býur: | Oklahoma City |
Innlimað: | 16. november 1907 |
Guvernørur: | Kevin Stitt (R) (síðan jan. 2019) |
Vídd: | 181 196 km² |
Íbúgvar (2011): | 3 751 351 |
fyri km²: | 19,4/km² |
Tíðarzona: | UTC -6/-5 |
Heimasíða: | www.ok.gov |
Oklahoma (enskt: State of Oklahoma) er stakríki í Sambandsríkinum Amerika við umleið 3,7 mió. íbúgvum. Høvuðsstaðurin og størsti býurin er Oklahoma City. Í norðri hevur Oklahoma mark við Kansas og Colorado, í eystri við Missouri og Arkansas, í suðri við Texas, og í vestri við New Mexico. Eyknevni er Skjóttaristaturin (enskt: The Sooner State). Orðið Oklahoma kemur úr Choctaw og merkir reyðmanslandið.
Guvernørurin er síðan januar 2019 Kevin Stitt, sum er limur í Cherokee-ættbólkinum. Fyrrverandi guvernørurin, Mary Fallin, var tann fyrsta kvinnan í guvernørsessinum í Oklahoma. Hon var republikanari; hart í móti fosturtøku, hon vildi ikki hoyra talað um, at samkynd sleppa at giftast, og hon var limur í NRA, sterka felagsskapinum, sum virkar fyri, at amerikanarar sleppa at bera skotvápn.
Í Oklahoma eru tey sera von við melduródnir. Fleiri hundrað melduródnir eru á hvørjum ári í melduódnarbeltinum, sum gongur ígjøgnum Oklahoma og Kansas. Í stórari melduródn kann vindferðin vera 350-400 km um tíman, og tvørmátið kann vera 200 m ella meira. Melduódnin flytur seg einar 25 km um tíman. Slíkur vindur rívur lættiliga bæði hús, bilar og fólk um koll. Ódnin Moore kravdi t.d. 24 mannalív í 2013 [1]. Oklahoma var betri fyrireika hesaferð enn í 1999, tá ein líknandi ódn rakti stakríkið, og tók lívið av 55.
Søga
[rætta | rætta wikitekst]Upprunafólkið
[rætta | rætta wikitekst]Fyrstu fólk, ið settu búgv í Oklahoma, komu úr Asia fyri fleiri enn 12 000 árum síðan [2]. Tey eltu djórini, ið tey veiddu. Sum frá leið livdu ættirnir í skipaðum samfeløgum. Fjaðrar vístu, hvussu raskur indiáni hevði verið í bardøgum. 1 vísti, at hann hevði dripið ein fígginda; 2 vísti, at hann hevði dripið ein fígginda og tikið hársvørðin við sær; 3 vísti, at hann hevði skorið ein fígginda á háls; og 4 bar boð um, at hann var sjálvur særdur í bardaga.
Í 1541 komu á fyrsta sinni fólk úr Spania til Oklahoma. Tey vildu hava lendi og hóttu soleiðis lívsgrundarlagið hjá upprunafólkinum. Indiánarnir í Oklahoma vóru ofta í bardaga við niðursetumenninar. Serliga í 19. øld gjørdu indiánarnir mótstøðu, tá ið oklahomska stjórnin vildi hava teir burtur av leiðunum, har teir hildu til. Eftir harðligt stríð vóru indiánarnir fluttir í friðingarøki, landøki, ætlað teimum burturav. Teir 392 túsund indiánarnir [3] í Oklahoma búgva nú í friðingarøkjum, sum teir sjálvir stýra. Fyri stuttum hava nógvar ættir gjørt um seg og vunnið sær eftur land, sum tær áður høvdu mist. Friðingarøkið hjá osaga, størstu indiánaættini í Oklahoma [4], er meira enn 5;792φ,80 km2 í Osage County.
Indian Territory
[rætta | rætta wikitekst]Staturin, ið fekk navnið Oklahoma, varð í síni tíð avmarkaður ella avbyrgdur frá hinum statunum og fekk navnið Indian Territory í 1834. Hagar vórðu allir indianarar, sum upprunaliga búðu í øllum USA, savnaðir saman. Í hesum skróvturra landi vestan fyri tiltikna hundraðnda longarstig vórðu indianarafólk savnað saman og flutt til Indian Territory, antin tey vóru av preriuni, úr fjøllunum fyri vestan, úr skógunum fyri eystan, úr Florida ella av mýrilendinum við Mississippi. Filosofiin var tann, at ein indianari var ein indianari, antin hann búði í mýrlendinum í Everglades heilt suðuri í Florida ella í skógarlendinum sunnan fyri tey stóru vøtnini, ella hann var sioux, cheyenne ella irokesari. Teir høvdu ongan kjans at matskaffa sær sjálvir. Tað vil siga, tað var bara ein máti at gera tað uppá, og tað var at liva av tí, sum amerikanska stjórnin útvegaði teimum. Her var talan um tað, sum vit nú á døgum í øðrum sambandi rópa veitingarinntøkur. Við hvørt eitur tað blokkstuðul, við hvørt eitur tað heildarveiting. Heilsuviðurskiftini hjá indianaranum vóru so út av lagi vánalig, at t.d. eitt kent fólk sum cheyenne-fólkið endaði við at vera minni enn trý hundrað eftir til samans. Tá ið tað var minst eftir, var talið tvey hundrað og ein og fýrs.
Tað var bannað at selja indianarum í Indian Territory eldvatn, brennivín. Hetta land, indianararnir vóru savnaðir og passiviseraðir í, var rættiliga strálbygt, og tí bar als ikki til at hava eftirlit við hesum loynihandli við brennivíni. Og tað var ikki bara "eldvatn", ið varð selt teimum ólógliga. Alt møguligt annað, sum vanliga var ólógligt, varð selt har, uttan at amerikanska stjórnin hevði møguleika fyri at gera nakað við tað. Indianararnir í Oklahoma vórðu í stórum tali týndir av hungri og sjúku.
Innliman
[rætta | rætta wikitekst]Í november 1907 bleiv Territory of Oklahoma 46. staturin í USA og broytti tá navn til State of Oklahoma. Men áðrenn tað royndi umráðið at koma upp í USA sum tveir ymiskir statir: Oklahoma og Sequoyah, sum í dag er eystari partur av Oklahoma. Hevði Sequoyah havt eydnu við at gerast ein sjálvstøðugur lutstatur, hevði meirlutin av fólkinum har verið úr fimm ymsum indiánaraættbólkum, sum í 1830 vórðu flutt higar úr Mississippi. Fyrstu ferð, at talan var um at gera ein stat her, var í 1902, tá umboð fyri Cherokee, Choctaw, Creek, Chickasaw og Seminole møttust at umrøða hugskotið um ein indiánara-stat. Staturin fekk navnið Sequoyah eftir Cherokee leiðaranum Sequoyah, sum millum annað stóð fyri at gera Cherokee-stavraðið. Ættbólkarnir møttust aftur í 1903 og í 1905, tá teir gjørdu eina grundlóg og løgdu umbønina um sín egna stat fyri amerikansku kongressina.
Tað var um reppið, at staturin bleiv veruleiki. Men tríggir politikarar úr eystara parti av USA mæltu forsetanum Theodore Roosevelt frá at taka tveir nýggjar statir úr tá vestara parti upp í USA av ótta fyri, at vestari parturin fór at fáa størri vald og ávirkan enn eystari parturin. Harvið endaðu royndirnar at gera ein stat við indiánskum meiriluta, men grundlógin hjá statinum Oklahoma er bygd á grundlógina, sum teir fimm ættbólkarnir settu saman til tað, sum skuldi verða staturin Sequoyah.
Yvirgangsálop
[rætta | rætta wikitekst]Í 1996 vaks óttin fyri atsóknum frá víðgongdum hernaðarligum høgrabólkum, sum stríðast fyri hvítum yvirræði í Oklahoma. Í 1995 sorlaði ein bilbumba eini samveldishús í Oklahoma City í Oklahoma, og 167 børn og vaksin doyðu. Høgravíðgongdi Timothy McVeigh (23. apríl 1968 – 11. juni 2001), ið hevði verið amerikanskur hermaður, varð seinni dømdur frá lívinum fyri ræðuligu bumbuatsóknina.
Størstu býir
[rætta | rætta wikitekst]Teir 10 størstu býirnir eftir íbúgvatali í Oklahoma vóru í 2019 hesir:[5]
- Oklahoma City - 655 057
- Tulsa - 401 190
- Norman - 124 880
- Broken Arrow - 110 198
- Edmond - 94 054
- Lawton - 93 025
- Moore - 62 055
- Midwest City - 57 407
- Stillwater - 50 299
- Enid - 49 688
Kend fólk úr Oklahoma
[rætta | rætta wikitekst]- Chet Baker, jazztónleikari
- Garth Brooks, countrysangari
- Woody Guthrie, sangari (folk)
- Toby Keith, countrysangari
- Carrie Underwood, countrysangarinna
- Brad Pitt, sjónleikari
- Dr. Phil, sjónvarpsvertur
- Tony Randall, sjónleikari
- John Michael Talbot, tónleikari, sangari og sangskrivari
Myndasavn
[rætta | rætta wikitekst]-
Í hesum húsinum í býnum Oklahoma City heldur ríkisstjórnin í Oklahoma til.
-
Landspartar í Oklahoma
-
Sí størri kort, við at trýsta á myndina.
-
Grasfløturnar (Great Plains) í Suður-Oklahoma
-
Bisonurin er tjóðardjór í Oklahoma
Ávísingar úteftir
[rætta | rætta wikitekst]Coordinates: 35°30′0″N 98°0′0″W / 35.50000°N 98.00000°W
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ http://www.news9.com/story/24020267/victims-to-be-remembered-6-months-after-may-20-tornado
- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2011-01-03. https://web.archive.org/web/20110103043024/http://www.ou.edu/cas/archsur/flash/oklahoma.html. Heintað 2011-05-30.
- ↑ http://www.census.gov/prod/2002pubs/c2kbr01-15.pdf
- ↑ Census of 2000, United States Census Bureau
- ↑ City and Town Population Totals: 2010-2019 - Oklahoma, citypopulation.de