Fosturtøka

Fosturtøka er steðgur av barnsburðartilgongdini, áðrenn fostrið sjálvbjargið. Fyrisitingarligi munurin á einari fosturtøku og einum deyðføddum barni er at deyðfødd børn vera partur av føðingarhagtølunum, fáa eitt navn, fáa útvega eina deyðaváttan og verða jarða.
Føroyar
[rætta | rætta wikitekst]Í Føroyum er lógin frá 1959 viðvíkjandi fosturtøku enn í gildi (anordning nr. 228 af 20. juni 1959 om ikrafttræden på Færøerne af lov om foranstaltninger i anledning af svangerskab m.m.") Sambært hesi lóg kann avgerð um fosturtøku verða tikin av einum sjúkrahúsyvirlækna, sum er settur á einum av teimum 3 sjúkrahúsunum í Føroyum, "dersom afbrydelsen er nødvendig for at afværge alvorlig fare for kvindens liv eller helbred og såfremt tilfældet er begrundet i sygdom, og dette er konstateret på et af de i loven omhandlede sygehuse".
Í Føroyum hevur talið á fosturtøkum seinastu árini ligið millum 29 og 59. Ársbýti sæst niðanfyri[2]:
| Fosturtøku tøl í Føroyum | |
|---|---|
| Ár | Tal |
| 1996 | 48 |
| 1997 | 38 |
| 1998 | 59 |
| 1999 | 47 |
| 2000 | 49 |
| 2001 | 42 |
| 2002 | 49 |
| 2003 | 37 |
| 2004 | 44 |
| 2005 | 29 |
| 2006 | 41 |
| 2007 | 46 |
| 2008 | 37 |
| 2009 | 51 |
| 2010 | 33 |
| 2011 | 33 |
Keldir
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ World Abortion Policies 2013
- ↑ "Landslæknin - Fosturtøka". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2011-08-11. https://web.archive.org/web/20110811183109/http://www.landslaeknin.fo/Statistik/Graviditet_og_foedsler/Aborter.aspx. Heintað 2010-03-29.
