Jump to content

Alaska

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Flagg Skjøldur
Land: USA USA
Alment mál: Onki
Høvuðsstaður: Juneau
Størsti býur: Anchorage
Innlimað: 3. januar 1959
Guvernørur: Sean Parnell (R)
Vídd: 1,717,855 km²
Íbúgvar (2015): 736,732
fyri km²: 0.42/km²
Tíðarzona: UTC -9, UTC -10
(Aleutoyggjar)
Heimasíða: www.alaska.gov

Alaska er ein lutstatur í USA við umleið 737 túsund íbúgvum. Alaska, sum USA keypti frá Russlandi í 1867, er stórt land, dupult so stórt sum Noreg og Svøríki tilsamans. Staturin er 1,5 mill. ferkilometrar ella umleið 100 ferðir so stórur sum Føroyar.

Nú eru tað Republikanarar, sum sita við ræðið í lutstatinum. Sean Parnell (føddur 19. november 1962 í Hanford, Kalifornia) er guvernørur. Hann umboðar republikanararnar.

Nú verða flogførini mest brúkt til flutning, men enn dámar alaskamonnum væl at koyrakapp við hundasleðum, og í støðum verða tær eisini brúktar til at flyta vøru við.

Tey fyrstu menniskjuni í Norður-Amerika komu gong úr Ásia til Alaska fyri kanska 30.000 árum síðan. Tá í tíðini var landfast millum hesar báðar heimspartarnar. Nú er eitt sund ímillum, Beringssundið. Til um 1800 búðu bara inuittar í Alaska. Hesi fólkini vórðu leingi nevnd eskimoar ella skrælingar, men nú á døgum verður heitið inuittar nýtt. Orðið inuit merkir heilt einfalt "menniskja". Um ár 1890 funnu teir gull í landinum, og tá fór nógv fólk hagar at leita eftir gulli. Men enn eru tó bara 730.000 fólk í øllum landinum. Í 1959 fekk landið rætt at teljast upp í hini ríkini.

Hendingarøð

[rætta | rætta wikitekst]

Upprunafólkið

[rætta | rætta wikitekst]

Í lutstatinum búðu, tá ið teir hvítu komu hagar, indiánar og eskimoar. Helst hava fólk verið í Alaska frá um 10.000 f.Kr. Fornfrøðingar hava funnið eina 11.500 ára gamla barnagrøv í einum steinaldar búplássi mitt í Alaska. Í grøvini, sum er millum nøkur trø beint við eina á, vóru brendar leivdir av einum barni. Barnið var millum eitt og trý ára gamalt, tá tað doyði fyri 11.500 árum síðani. Hetta eru elstu leivdirnar av menniskjum í hesum partinum av Amerika. Staðið har grøvin er kallast Upward Sun River, og tí hevur barnið fingið navnið Xaasaa Cheege Ts’eniin, sum merkir "Upward Sun River Mouth Child" [1].

Tennirnar hjá barninum vísa, at tað er í ætt við indiánarar og fólk úr Eysturásia. Granskarar hava enn ikki staðfest hvat kyn barnið er, tí leivdirnar eru ov illa farnar í eldinum. Amerika og Eysturásia eru á dag skild sundur við einum smølum firði, men tað hava tey ikki altíð verið. Fara vit 14.000 ár aftur í tíðina, so vita vit, at havstøðan var lægri enn hon er í dag. Og tí hava stór øki, sum í dag er hav, verið land tá. Fólk hava tí kunnað ferðast úr Eysturásia til Norðuramerika at búseta seg. Long tíðarskeið í forsøguligari tíð lógu stórir partar av Norðuramerika og Eysturásia undir í ómetaliga tjúkkum ísi, kava og jøklum. Hesi køldu tíðarskeiðini, kalla ístíðir, vóru 100 000 hvørt ár. Ímillum hvørja ístíð var veðurlagið lýggjari í eini 20 000 ár. Tann síðsta ístíðin kom 110 000 ár f.Kr. og var av umleið 13 000 f.Kr. So nógvur sjógvur frysti, at høvini fjarðaðu einar 90 m. Tað hevði við sær, at landfast gjørdist ímillum meginlond, sum havið áður hevði skilt sundur, til dømis lá turt tað grynsta ímillum Alaska og Russland, har Beringssund nú er.

Veiðifólk, sum høvdu búsett seg í Eysturásia fluttu um 13 000 f.Kr. til tað, ið nú er Alaska. Eftir um 12 000 f.Kr. fløddi aftur, og havið stongdi leiðina um Beringsund fyri niðursetufólkunum úr Ásia. Tey fóru longri og longri suður ígjøgnum USA og haðan til Suðuramerika.

Landafrøði

[rætta | rætta wikitekst]
Barrow er norðasta bygd í Alaska og liggur í North Slope Borough.
Denali er hægsta fjallið í Norðuramerika, 6168 metrar høgt.

Alaska, sum er eitt land størri enn Skandinavia, er so at siga fólkatómt. Tað er tað størsta stakríkið í USA, eitt sindur størri enn t.d. Texas. Men roknað eftir íbúgvatali er Alaska millum tey minstu londini í Amerika. Tað er tað kaldasta stakríkið í USA. Hesi seinastu árini er tað tó vorðið lýggjari í Alaska. Hildið verður, at orsøkin er tað vaksandi vakstrarhúsárinið, sum ávirkar veðurlagið á allari jørðini. Tað mesta av tí er fjallalendi, og har er hægsta fjallið í Norðuramerika, Mount Mac Kinley, 6187 m. Vestari partur av meginlandinum Norður-Amerika er eyðkendur av fleiri fjallarøðum, sum til samans eita Kordillurnar (Cordilleran Highlands). Teir hægstu tindarnir í Kordillunum eru meira enn 6100 metrar yvir sjóvarmálanum. Teir eru norðuri í Alaska. Fjøllini røkka um alt meginlandið og halda fram í Suður-Amerika. Har eita tey Andesfjøll. Norðuri við Íshavið og fram við áunum er slætt. Veðurlagið er kalt uttan úti við vesturstrondina. Fram við norðurstrondini er tundralendi, men sunnari vaksa heilt stórir nálaskógir. Størsta áin eitur Yukon, og høvuðsstaðurin er Juneau. Strondin er umleið 76.000 km.

Norðast í Alaska er ógvuliga kalt. Bara í august er miðalhitin oman fyri frostmarkið. Har er pólveðurlag, og her breiðir tundran seg so ber og kørg. Stórir partar av Alaska liggja undir innlandsísi, ið summastaðni er 3000 metrar tjúkkur. Sunnan fyri tundruna er kalt temprað veðurlag. Har er nálaskógarøkið, sum røkkur um stórar partar av Alaska, Kanada og norðara part av USA.

Størstu býir í Alaska:

Býur Íbúgvar (2010)
1. Anchorage 291,826
2. Fairbanks 31,535
3. Juneau 31,275
4. Badger 19,482
5. Knik-Fairview 14,923
6. College 12,964
7. Sitka 8,881
Skelti: "Vælkomin til USA."

Umframt gull eru fleiri onnur málmsløg at finna, og hartil bæði kol og olja. Vælferðin frá oljuni er so mikið stór, at tú rindar ikki skatt í Alaska. Borgarar í Alaska gjalda ikki skatt til lutstatin, bara til samveldismyndugleikarnar. Meðal inntøkan hjá einum íbúgva er millum 350.000 og 400.000 kr. Aftrat hesum fáa allir íbúgvar eina ferð um árið em kekk uppá 14.000 kr. sendandi. Men sagt verður, at vanligar vørur eru dýrari her enn í USA annars. Hetta er orsakað av flutningskostnaðinum. Eins og hjá norðmonnum fer ein stórur partur av avgjaidinum frá oljufeløgunum í ein oljugrunn, sum er ætlaður at brúka úr, tá verri tíðir koma. Tað eru tvey stór oljufeløg, sum arbeiða í Alaska. Umframt Arco er tað eisini BP. Hesi bæði feløgini royna at fáa loyvi til at bora eftir olju í nýggjum økjum har norðuri, í tí teir nevna tað órørda North Slope Borough. Tað er óvist um feløgini fáa loyvi til tess. tí mong halda tað vera skeivt at nema tey náttúruvøkru og fullkomiliga óspiltu økini har norðuri í Alaska.

Viði høgga teir væl av, og fiskur er nógvur at fáa, helst laksur, men tað er eisini nógv til av toski og kalva. Fiskivinnan verður roknað sum ein sera týdningarmikil vinna. Sitka, ein av høvuðsbýunum í Suðuralaska, varð bygdur í árinum 1804. Hann liggur á Baranofoynni og er í dag heimsins fremsta laksahavn.

Prudhoe Bay er størsta oljufeltið sum nakrantíð er funnið í Norðuramerika. Rikidømið hjá Alaska stavar í høvuðsheitum frá hesum eina stóra oljuøkinum.
Ein litil partur av risastóra Prudhoe Bay oljufeltinum í North Slope Borough.

Í dag er olju- og gassvirksemi mest týðandi inntøkukeldan hjá Alaska. Seint í 1950-árunum og tíðliga í 1960-árunum vórðu gjørdar jarðfrøðiligar kanningar í North Slope Borough, tí hildið varð, at her vóru møguleikar at finna olju. Undan tí er olja funnin í Cook-fjørðinum har suðuri í Alaska, men har er ikki talan um so stórar goymslur. Tað var tó ikki fyrr enn í 1968, eftir at oljufeløgini høvdu borað fleiri turrar brunnar, at Arco og tess partnari Humble Oil (ExxonMobil) raktu við risastóra oljufeltið í Prudhoe Bay. Stutt eftir tað kunngjørdi bretska oljufelagið BP (British Petroleum Company) at tað hevði funnið enn eitt risafelt, Kuparuk, í sama økinum. Alt hetta hendi eftir, at oljufeløgini vóru um at missa mótið eftir fleiri miseydnaðar boringar.

Oljukeldurnar í North Slope Borough geva arbeiði til umleið 15,800 fólk. Umframt hesi arbeiðsplássini gevur oljuvinnan eisini arbeiði til túsundtals fólk kring alt Alaska. Her er ikki minst talan um tá vinnuna, sum veitir vørur og tænastur til alt oljuøkið í Prudhoe Bay og annars til alla oljuvinnu í Alaska sum heild. Alaska, sum í mong ár hevur verið ein týðandi oljuframleiðandi statur í USA, goymir sum er framvegis stórar nøgdir av olju og gassi í undirgrundini. Mett verður at hesar goymslur kunnu fáa stóran týdning fyri búskapin og arbeiðspláss í statinum í framtíðini, sum longu er so tætt knýttur at verandi oljuframleiðslu. Hinumegin eru tað tey, sum halda, at økt oljuvirksemi kann skaða umhvørvið eins og hava óhepnar avleiðingar fyri veðurlagið. 

Samferðsla

[rætta | rætta wikitekst]
Alaska Railroad.

Nógvur legst kavin í Alaska, og fyrr mátti farast millum bygdir við hundasleðu. Torført er at ferðast, og tí hava teir bygt nógvar flogstøðir seinnu árini, so at nú verða flogfør ógvuliga nógv brúkt, bæði til at flyta fólk og varu. Í Anchorage setast tey stóru flogførini, sum flúgva millum Evropa og Ásia tvørtur yvir Norðpólinum. 10 tímar tekur ferðin úr Keypmannahavn til Anchorage og 8 tímar haðani til Tokyo, Japan.

Fyri at gera ferðalíkindini betri millum Alaska og hin partin av USA, hava teir lagt veg norður ígjøgnum Kanada, so nú ber til at koyra við bili, ið hvussu er um summarið. Markið millum Kanada og USA, sum gongur 49 breiddarstigi vestur frá vøtnunum, verður ikki vart, so sum gjørt verður millum flest onnur lond. Har eru eingir tollarar ella vaktarmenn, og fólk kunnu fara um markið, sum teimum lystir.

Dýralívið

[rætta | rætta wikitekst]
Í stórum pørtum av Alaska er pólveðurlag. Har trívist tann høvuðshvíta skallaørnin, sum er tjóðfuglur í USA.

Hvítabjørn og roysningur eru størstu dýrini, tú sært í Alaska. Ein stórvaksin, gomul hvítabjørn vigar ikki lítið. Hon kann toga upp ímóti teimum 1600 pundunum. Mest heldur hon seg uppi á landi ella úti á rekaísinum. Stundum balist hon eftir fongi í tí ísakalda sjónum. Tær bleikgulu bjarnirnar bera orð fyri at vera herviligastu ránsdýr í landinum. Tær slúka alt kjøt- og tvøstkent, sum fyri kjaftin rekur. Grammastar eru tær eftir kópatvøsti. Ofta leggur hvítabjørnin seg í slys við eitt íshol - til reiðar at taka kóp, ið kemur upp at anda. Roysningurin er lættur at kenna av ývnu kompunum og teimum báðum longu høggtonnunum. Føðslan hjá roysningi er mest skeljafiskur. Roysningur er av kópaætt. Hann er tó eitt sindur ólíkur kópunum - eisini í lívshátti.

Teir báðir størstu kóparnir í Alaska eru steinkópurin og ringkópurin. Steinkópur er gráur við dimmum blettum um allan kroppin. Ringkópur er vanligasti kópur við norðuramerikansku strendurnar. Navnið hevur hann eftir ringmynstrinum á kroppinum. Á norðuramerikansku havleiðunum er eisini hópur av hvali. Moskusneyt er síðullað, morlitt, og hevur ljósan blett niður á ryggin. Moskusneytini eru ikki verulig neyt, men í ætt við seyð. Tey liva vill úti í norðuramerikansku náttúruni. Revur er nógvur í Alaska. Sløgini eru tvey - hvítrevur og blárevur.

Skallaørn er størsti ránsfuglur í Alaska - flogið er stívar 2 metrar. Føðslan hjá henni er mest fiskur, fuglur og hara. Falkur er væl minni enn ørn. Hann flýgur óføra skjótt, skjótari enn ørnin, og knappur er hann í vendini. Snjóuglan - við teimum stóru, gulu eygunum - livir mest av læminga. Ravnur er eisini vanligur fuglur í Alaska. Hann er svartur, skyggir í grønligum og bláum. Fisk og fugl, kjøt og egg koyrir hann í seg. Eitt vilt slag av høsnaættini livir í Alaska - rýpan (Lagopus leucura). Føðslan hjá henni er bløð, ber og knubbar av runnum og lyngi. Av øðrum fuglum, ið balast við Alaskas strendur, kunnu vit nevna lóm og æðu.

  1. http://www.dailymail.co.uk/sciencetech/article-1360405/Scientists-make-historic-discovery-11-500-year-old-toddler-Xaasaa-Alaska.html


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið