Pennsylvania
Pennsylvania | |
---|---|
Flagg | Skjøldur |
Land: | Sameindu Statirnir |
Alment mál: | Einki |
Høvuðsstaður: | Harrisburg |
Størsti býur: | Philadelphia |
Innlimað: | 12. desember 1787 |
Guvernørur: | Tom Wolf (D) |
Vídd: | 119 283 km² |
Íbúgvar (2014): | 12,787,209 |
fyri km²: | 110/km² |
Tíðarzona: | UTC -5/-4 |
Heimasíða: | www.pa.gov |
Samveldið Pennsylvania (enskt: Commonwealth of Pennsylvania) er eitt stakríki í Sameindu Statunum við umleið 12,7 mió. íbúgvum. Høvuðsstaðurin er Harrisburg og størsti býurin er Philadelphia. Í 1787 bleiv Pennsylvania lutstatur í USA. Í norðri hevur Pennsylvania mark við New York, í eystri við New Jersey, í suðri við Delaware, Maryland og West Virginia, og í vestri við Ohio og West Virginia. Í útnorðri liggur Erievatn. Eyknevni er Lokasteinstaturin (enskt: The Keystone State).
Høvuðsmálið í Pennsylvania er enskt. Eisini eru stórir týskttalandi minnilutar í Pennsylvania ("Pennsylvania Dutch").
Navnauppruni
[rætta | rætta wikitekst]Stakríkið Pennsylvania eitur soleiðis, tí at ein teirra, ið grundlegði hesa koloniina, var eingilskmaðurin William Penn (1644-1718).
Søga
[rætta | rætta wikitekst]Indiánarnir
[rætta | rætta wikitekst]Tá ið evropearar komu til Pennsylvania, vóru mangar ymiskar indiánamentanir har, og hildið verður, at har búði eini 300.000 fólk íalt. Miðskeiðis í 18. øld vóru tey nógv fækkað, m.a. av pokum. Mangir indiánar doyðu eisini í stríðnum við niðurlendskar, bretskar og franskar niðursetumenn eystantil. Fyrstu árini var sum oftast gott vinalag og samstarv ímillum indiánar og niðursetumenninar. Men protestantiskir og katólskir niðursetumenn royndu at umvenda indiánarnar til kristna trúgv og at fáa teir at liva og hugsa sum evropearar. Tað vildu teir ikki, og tá hildu niðursetumenninir einki skeivt vera í at drepa teir.
Í 18. øld tørvaði niðursetumonnunum meiri dyrkilendi, og indiánararnir játtaðu teimum tað. Eftir teirra hugsan kundi eingin eiga jørð, teir góvu bara niðursetumonnunum rætt til at nýta hana. Men niðursetumenninir hildu seg hava rætt til at ognartaka jørðina og girdu hana inni og róku indiánararnar langt vestureftir, fjart frá heimlondum sínum í Pennsylvania. Í 1770 búðu umleið 430 000 fólk í Pennsylvania.
Fólkið
[rætta | rætta wikitekst]Amishfólkini búgva uttanfyri Philadelphia - úti á landinum í m.a. Lancaster County, har ið tey eru á bóndagørðum við ongum ravmagni. Amishfólkið liva uttan nýmótans hentleikar; tey ynskja einki nútímans produkt, so streymur er forboðin. Fyri tey merkir amerikanski dreymurin um vælferð og viðgongd tað sama sum at liva við brotsverkum, harðskapi, rúsdrekkamisnýtslu og hjúnaskilnaðum. Amishfólkið hevur í staðin valt tað einfalda lívið. Tað sæst, hvar ið ein amish-bóndagarður er, um bert eitt kertiljós er í vindeyganum um kvøldið, og tað annars er myrkt. Tey selja vistfrøðiligt grønmeti og aðrar hondgjørdar vørur so sum stólar, hondflættaðar kurvar og aðrar húsvørur, og pynt eisini. Mong amishfólk búgva í rættiliga avbyrgdum dølum, og amishfólkið talar pennsylvaniatýskt.
Búskapur
[rætta | rætta wikitekst]Ídnaður
[rætta | rætta wikitekst]Pennsylvania er eitt tað fremsta ídnaðarlandið í USA, og orsøkin til tað eru tey nógvu ráevni, sum eru í statinum. Har er kopar, blýggj, silvur, gull, sink, jarn, o.a. Mesta jarnið varð høgt nærhendis býnum Johnstown (nú mest sum undangingið), meðan bestu kolalindirnar eru enn nær Pittsburgh. Nógvastaðni í Pennsylvania byggja tey stóru feløgini, sum eiga ídnaðarvirkini og námini, hús til arbeiðsfólkið.
Av tí at einki kol er í t.d. Minnesota, verður málmurin førdur við skipum til havnir við Erievatn og haðani koyrdur til Pittsburgh. Har verður so jarnið stoytt. Men hóast Pennsylvania hevur meiri jarnmálm enn nakað annað stat, so er tað so nógv ov lítið. Nýtslan er so stór í USA, at teir mugu flyta nógvan málm inn úr øðrum londum sum til dømis Venesuela og Kanada.
Størstu býir
[rætta | rætta wikitekst]Teir 10 størstu býirnir í Pennsylvania eftir íbúgvatali vóru í 2018 hesir:[2]
- Philadelphia – 1 584 138
- Pittsburgh – 301 048
- Allentown – 121 433
- Erie – 96 471
- Reading – 88 495
- Scranton – 77 182
- Bethlehem – 75 790
- Lancaster – 59 420
- Harrisburg – 49 229
- York – 44 118
Myndir
[rætta | rætta wikitekst]-
Pennsylvania-kort frá 1680.
-
North Branch Township, Wyoming County.
-
Pittsburgh
-
Allentown
-
Tinghúsið í Harrisburg
-
Philadelphia
-
UPenn campus
Sí eisini
[rætta | rætta wikitekst]Ávísingar úteftir
[rætta | rætta wikitekst]- Heimasíða: pa.gov
Coordinates: 41°0′0″N 77°30′0″W / 41.00000°N 77.50000°W