Lógarbrot

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Vektin skal vísa, at verja og ákæra skulu nágreiniliga vegast.

Kriminalitetur er øll lógarbrot, ið geva revsing. Vanliga nevna vit alt lógarbrot, tað veri seg herverk ella súkklustuldur, morð ella rán. Summi lógarbrot fara um landamørk. Til dømis yvirgangur, flográn ella rúsevnissmugling. Nógv lond hava sett á stovn felags, altjóða løgregluna Interpol at berjast ímóti slíkum lógarbrotum. Høvuðssætið hjá Interpol er í París. Serligar avtalur eru gjørdar landanna millum um, hvussu lógarbrótarar kunnu verða latnir úr einum landi upp í hendurnar á myndugleikunum í øðrum landi.

Føroyar[rætta | rætta wikitekst]

Í øllum samfeløgum eru fyriskipanir og lógir. Í Føroyum sigur eina mest revsilógin okkum, hvat ið er ólógligt, men eisini eru nógvar aðrar lógir. Í lógunum stendur, hvussu ið revsað verður. Í revsilógini standa tær vanligu treytirnar, fyri at ein kann revsast. Til dømis er hon soleiðis orðað, at lógaldurin er 15 ár. Tað merkir, at ung yngri enn 15 ár kunnu ikki verða handtikin, dømd ella revsað. Føroya Rættur er okkara dómstólur. Her tekur dómarin støðu til lógarbrotini, til dømis herverk ella stuldur. Dómur kann verða skotin inn fyri landsrættin. Av tí, at dómsvaldið í Føroyum er danskt, skal danski landsrætturin viðgera slík mál. Tveir landsrættir eru, Vestari landsrættur í Viborg og Eystari landsrættur í Keypmannahavn, sum er tann, ið kemur til Føroya nakrar ferðir um árið at viðgera dómsmál. Summi álvarsmál skulu fyri nevningating. Í nevningatingi eru 12 nevningar og dómari. Nevningarnir gera av, um ákærdi er ósekur ella sekur. Skal ein verða sekur, skulu minst 8 av nevningunum vera samdir um tað. Nevningar saman við dómara áseta revsingina. Ovasti dómstólur í rættarskipanini nevnist Hægstirættur.

Fyrr var deyðarevsing fyri heilt álvarslig lógarbrot, og enn eru mong lond, har summir lógarbrótarar, til dømis drápsfólk, verða avrættað. Í Danmørk, og tí eisini í Føroyum, varð deyðarevsing tikin av í 1930. Fyri álvarsom lógarbrot kunnu fólk nú verða dømd at sita - treytaleys revsing. Tá ið ein tíð er farin, ber til at sleppa út ávísar tíðir. Eisini er vanligt, at fangar, sum skikka sær væl í fongslinum, sleppa út, áðrenn teir hava sitið alla tíðina, teir eru dømdir at sita. Treytað revsing er linari dómur. Tá verður revsingin freistað og fellur burtur eftir ávíst bil, um ákærdi ikki aftur brýtur lógina hetta bilið.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið