Theodore Roosevelt

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Theodore Roosevelt
Theodore Roosevelt 1901-08.jpg
er eitt menniskja
Fødd(ur) 27. okt 1858 í/á New York City
Andaðist 6. jan 1919 í/á Oyster Bay
Deyðsorsøk coronary thrombosis
Alma mater Harvard College, Harvard University, Columbia University
Starv rannsóknarfari, søgufrøðingur, ritroyndarhøvundur, høvundur, politikari, judoítróttarfólk, sjálvævisøguhøvundur, ranch-eigari, boxer, naturalist
Politiskur flokkur Republikanski Flokkurin
Børn Theodore Roosevelt, Kermit Roosevelt, Alice Roosevelt Longworth, Ethel Roosevelt Derby, Quentin Roosevelt, Archibald Roosevelt
Foreldur móðir Martha Bulloch Roosevelt faðir Theodore Roosevelt, Sr.
Mál Enskt mál, Franskt mál, Týskt mál, Italskt mál
Undirskrift Theodore Roosevelt Signature-2.svg
Dátuheiti
ISNI 0000 0001 2130 3885
VIAF 44346731
LCAuth n79027239
Commons Theodore Roosevelt

Theodore Roosevelt (27. oktober 1858 - 6. januar 1919) var neytabóndi, veiðimaður og rannsóknarfari, umframt at hann var politikari. Hann fekk innlit í politikk sum nýskipanar-republikanari í New York og gjørdist væl umtóktur sum ovasti fyri sjálvbodnu Rough Riders, eitt reiðlið, ið gjørdu tænastu í spanska-amerikanska krígnum 1898. Sama ár varð hann valdur landshøvdingi í New York, og í 1901 gjørdist hann varaforseti. Eftir tað at William McKindley forseti varð myrdur í september í 1901, gjørdist Roosevelt forseti, og í 1904 varð hann afturvaldur. Stjórn hansara setti í verk eina nýskipanarætlan, og týdningarmestu broytingarnar vóru, at rættindi hjá stórfyritøkunum vórðu avmarkað, og tiltøk vórðu sett í verk at verja náttúrutilfeingið í USA. Roosevelt tálmaði eisini valdsmisnýtsluna hjá jarnbreytafeløgunum og stytti arbeiðstíðina hjá børnum, sum arbeiddu á verksmiðjum. Í uttanríkspolitikki eggjaði hann Panama at taka loysing frá Kolumbia, og afturfyri útvegaði USA sær rættindi til at gera Panamaveitina.

Hygg eisini at[rætta | rætta wikitekst]