Jump to content

Andrew Johnson

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Andrew Johnson (f. 29. desember 1808 í Raleigh, Norðurcarolina – d. 31. juli 1875 í Elizabethton, Tennessee) var 17. forseti í USA frá 1865 til 1869.

Hann stillaði upp sum varaforseti saman við Abraham Lincoln til forsetavalið í 1864. Lincoln, ið verður mettur sum stovnarin av Republikanska Flokkinum, valdi til forsetavalið í 1864 at biðja ein demokrat stilla upp saman við sær.[1] Lincoln og Andrew Johnson vunnu forsetavalið, og byrjaði næsta forsetavalskeið hjá Abraham Lincoln tann 4. mars 1865. Men Lincoln fekk einans 42 dagar í forsetasessinum í øðrum valskeiði, tí hann bleiv myrdur longu tann 15. apríl hetta árið. Og hetta merkti samstundis, at demokraturin Andrew Johnson bleiv forseti restina av valskeiðinum.

Andrew Johnson bleiv við ríkisrættarmáli ákærdur fyri at bróta serligu lógina um uppsøgn av embætismonnum. Lógin skuldi tryggja, at Johnson ikki koyrdi sínar ráðharrar úr starvi, uttan at Senatið hevði góðkent uppsagnirnar fyrst. Lógin bleiv sett í gildi í 1867, og var hon beinleiðis gjørd fyri at verja tásitandi krígsmálaráðharran í USA, Edwin Stanton. Krígsmálaráðharrin var republikanari og var upprunaliga tilnevndur av Lincoln, sum eisini var republikanari. Men nú demokraturin Andrew Johnson hevði tikið yvir forsetaembætið eftir deyða Lincolns, metti Kongressin - sum hevði stóran republikanskan meiriluta - at serliga verja ráðharrarnar í stjórnini, sum Andrew Johnson hevði arvað frá Lincoln.

11 ymiskar ákærur blivu samtyktar í Umboðsmannatinginum og sendar til Senatið í ríkisrættarmálinum. Senatið tá í tíðini hevði 54 senatorar í alt, so 36 av teimum skuldu atkvøða fyri ákærunum. Tríggjar reisur bleiv atkvøtt, men hvørja ferð bleiv úrslitið 19 ósekur móti 35 sekur. Harvið bleiv Johnson ikki dømdur í ríkisrættarmálinum og kundi halda fram sum forseti.[2]

Kelduávísingar

[rætta | rætta wikitekst]
  1. Trefousse, Hans L. (1989). Andrew Johnson: A Biography. New York: W.W. Norton & Company. Síða 177. ISBN 0-393-31742-0.
  2. Trefousse, Hans L. (1989). Andrew Johnson: A Biography. New York: W.W. Norton & Company. Síður 109-111. ISBN 0-393-31742-0.