Senatið í USA

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Senatið heldur til í Capitol.

Senatið í USA (enskt United States Senate) er tann eini helmingurin av tí føderala lóggevandi tinginum, sum er Kongressin. Hin helmingurin er Umboðsmannatingið (House of Representatives). Hvør einstakur av teimum statunum í USA hava tveir senatorar. Annað hvørt ár stendur ein triðingur av senatorunum fyri vali, og tí varir eitt valtíðarskeið í seks ár. Upprunaliga vóru senatorarnir tilnevndir av lóggevandi tinginum í teirra statum, men síðan 1913 hevur amerikanska grundlógin kravt beinleiðis val. Senatið hevur umframt vanligt lógararbeiði ábyrgdina av at undirskriva ella at vraka altjóða sáttmálar, sum USA ger við aðrar tjóðir, og hevur ábyrgdina fyri at góðkenna ráðharrar, umboðsmenn (ambassadørar) og dómarar, sum eru tilnevndir av forsetanum.

Senatið hevur eins og øll kongressin hjá USA bústað í Capitol-bygninginum í Washington, D.C.. Varaforsetin í USA er formaður fyri Senatið. Um so er, at atkvøðurnar standa á jøvnum, tá atkvøtt verður, so kann hansara atkvøða gerast tann avgerandi. Í verandi Senati, hava demokratarnir meiriluta við 59 limum, meðan republikanararnir hava 41 limir. Harry Reid (D), Senatorur, er meirilutaleiðari, og Mitch McConnell (R), senator, er minnilutaleiðari. Tveir limir eru uppstillaðir og valdir sum uttanveltaðir, men hoyra de facto til demokratarnir.

Limir í Senatinum[rætta | rætta wikitekst]

Alabama

Alaska

Arizona

Arkansas

Colorado

Connecticut

Delaware

Florida

Georgia

Hawaii

Idaho

Illinois

Indiana

Iowa

Kalifornia

Kansas

Kentucky

Louisiana

Maine

Maryland

Massachusetts

Michigan

Minnesota

Mississippi

Missouri

Montana

Nebraska

Nevada

New Hampshire

New Jersey

New Mexico

New York

North Carolina

North Dakota

Ohio

Oklahoma

Oregon

Pennsylvania

Rhode Island

South Carolina

South Dakota

Tennessee

Texas

Utah

Vermont

Virginia

Washington

West Virginia

Wisconsin

Wyoming

Keldur[rætta | rætta wikitekst]


Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið