Jimmy Carter

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jimmy Carter í 1977.

James Earl "Jimmy" Carter, Jr. (føddur 1. oktober 1924 í Plains í Georgia í USA) er amerikanskur politikari, og limur í Demokratiska flokkinum. Hann var amerikanskur guvernørur í deilstatinum Georgia frá 1971 til 1975 og 39. forseti í USA frá 1977 til 1981.[1][2] Í 2002 fekk hann friðarheiðursløn Nobels.[3]

Í 1974 tók hann avgerð um at stilla upp til forsetavalið í 1976. Eftir Watergategøluna hjá Richard Nixon troyttaðust fólk av politikarum, og boðskapurin frá religiøsa Carter um ongantíð at lúgva fyri amerikanska fólkinum, varð væl mótikin. Carter var ikki afturvaldur á forsetavalinum í 1980, tá hann mátti lúta fyri republikanska Ronald Reagan, sum vann stórsigur. Ein stórmál undir forsetavalinum var gíslatøkan í Iran, har yvirgangsfólk høvdu tikið 52 gíslar á amerikonsku sendistovuni. Dagin eftir at Reagan varð innsettur sum forseti, 21. januar í 1981, vórðu gíslarnir lætnir leysir eftir 444 dagar sum gíslar.

Carter er tann amerikanski forsetin, sum hevur livað longst. Tað metið hevur hann havt, síðan George H. W. Bush andaðist í 2018, 94 ára gamal.

Ávísingar úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Hendan greinin um USA er ein stubbi. Tú kanst hjálpa Wikipedia við at víðka hana
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


Keldutilfar[rætta | rætta wikitekst]

  1. Jimmy Carter, imdb.com
  2. Jimmy Carter Facts, Nobelprize.org
  3. The Nobel Peace Prize 2002, Nobelprize.org