Donald Trump

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Donald Trump
er eitt menniskja
Fødd(ur) 14. jun 1946 í/á Jamaica Hospital
Alma mater Fordham University, Wharton School, The Kew-Forest School, New York Military Academy, University of Pennsylvania
Starv ríkmenni, íløgufólk, matstovueigari, politikari, vertur fyri Game show, real estate entrepreneur, sjónvarpsframleiðari, filmframleiðari, høvundur, sjónleikari, chief executive officer, conspiracy theorist, keypmaður
Politiskur flokkur Republikanski Flokkurin
Trúgv Presbyteranisma
Børn Donald Trump, Jr., Ivanka Trump, Eric Trump, Tiffany Trump, Barron Trump
Foreldur móðir Mary Anne MacLeod faðir Fred Trump
Mál Enskt mál
Undirskrift
Heimasíða https://www.donaldjtrump.com
Dátuheiti
ISNI 0000000108986765
VIAF 49272447
LCAuth n85387872
IMDB nm0874339
Commons Donald Trump

Donald John Trump, Sr. (f. 14. juni 1946 í New York City, New York í USA) er fyrrverandi forseti í USA, valdur fyri Republikanska flokkin á forsetavalinum í USA í november 2016. Trump er er ytst á høgravonginum í USA. Donald Trump, sum fyrst og fremst varð kendur sum eitt úrslit av bakgrund hansara innan handilsheimin frá 1970-árunum og frameftir, var vertur fyri reality-sjónvarpsrøðina ”The Apprentice”, sum koyrdi frá 2004-2015, og sum hann sjálvur var við til at framleiða. Harumframt botnar populariteturin hjá Donald Trump, sum ikki hevur havt nakra serliga politiska fortíð, eisini í, at hann verður sæddur sum eitt mótrák ímóti tí etableraðu politisku skipanini í Washington.

Trump hevur tikið USA úr París-avtaluni, og hansara atfinningar móti NATO hava viðført, at hini limalondini nú eru meira til reiðar at rinda meira fyri limaskapin, enn tey hava gjørt frammanundan. USA hevur rindað alt for stóran part í mun til hini londini, heldur Trump.[1][2]

Forsetavalið[rætta | rætta wikitekst]

Høvuðsgrein: Forsetavalið í USA 2016

Úrslitið av forsetavalinum
  Donald Trump.
  Hillary Clinton.

Útnevningin av Republikanska forsetavalevninum fór fram, tá Republikanski flokkurin hevði konvent í Ohio 18.-21. juli 2016. Trump fekk ikki stuðul frá týðandi persónum í Republikanska flokkinum. Hvørki Jeb Bush, George H. W. Bush ella George W. Bush søgdu seg vilja atkvøða fyri Donald Trump til forsetavalið. Tað er brot á siðvenjuna í USA, tí fyrrverandi forsetar plaga at stuðla valevninum hjá flokkinum. Eisini aðrir framstandandi republikanarar noktaðu at stuðla honum, t.d. Mitt Romney og John McCain.[3]



Vinnarin av forsetavalinum 2016 gjørdist Donald Trump, meðan Hillary Clinton tapti.

Politikkur[rætta | rætta wikitekst]

Í januar 2016 gjørdi Trump greitt, at hann ynskti at seta forboð fyri, at muslimar sluppu inn í Amerika, og eitt av kendastu lyftum hansara var at byggja ein stóra múr millum USA og Meksiko. Donald Trump segði eisini, at hann fór at vísa fleiri milliónum ólógligum innflytarum úr landinum, um hann gjørdist amerikanskur forseti á valinum 8. november 2016.[4] Trump skeyt upp undir valstríðnum, at tollgjaldið á kinesiskar vørur skuldi hækka upp til 45 prosent, og skuldsetti Kina fyri at føra búskaparligt kríggj móti USA, og fyri at taka amerikansk arbeiðspláss.[5] Hann er ímóti, at samkynd kunnu ganga í hjúnaband,[6] og hann er eisini ímóti fríari fosturtøku. Trump ætlar at ógilda heilustrygdarskipanina Obamacare, sum Barack Obama, forseti, setti í verk.[7] Hann hevur eisini lovað at avtaka tær lógir, ið Barack Obama setti í verk, ið loyva børnum av ólógligum tilflytarum at vera verandi í landinum.

DACA[rætta | rætta wikitekst]

Tann 4. september í 2017 kunngjørdi Donald Trump at hann vildi avtaka skipanina, DACA. DACA (Deferred Action for Childhood Arrivals) er ein skipan sum fyrrverandi amerikanski forsetin, Barack Obama setti í verk. Skipanin verjir børn, ið eru komin ólógliga til USA við foreldrum sínum. Skipanin DACA ger tað lættari hjá hesum fólkunum at fáa arbeiðs- og uppihaldsloyvi í USA. Trump, ið arbeiðir fyri at herða reglurnar um tilflytarar í USA kunngjørdi sostatt at hann vildi avtaka hesa skipanina. Hetta hevur fingið øði í nógv fólk, serliga tey umleið 800,000 fólkini, ið eru umfataði av DACA skipanini.[8]

Innferðarforboð[rætta | rætta wikitekst]

Umstrídda innferðarbannið hjá amerikanska forsetanum móti seks londum í Afrika og Miðeystri, varð sett í verk 30. juni 2017. Innferðarbannið fevnir um borgarar frá Libya, Iran, Somalia, Sudan, Sýria og Jemen. Hetta eru alt lond, har meginparturin av íbúgvunum eru muslimar. Upprunaliga var Irak eisini fevnt av innferðarbanninum, men hetta varð broytt aftur. Trump gjørdi longu í januar eina fyriskipan um at seta innferðarbann í verk, men síðan tá hevur málið verið aftur og fram í ymsum dómstólum, sum hava sett fyriskipanina úr gildi.[9]

Fyrr var innferðarbannið vent einans móti muslimskum londum. Men við at seta Norðurkorea, Venesuela og Kjad á listan í sept. 2017, hevur Trump víðkað listan til eisini at umfata lond, ið ikki eru muslimsk. “At gera Amerika trygt hevur mína fyrstu raðfesting. Vit vilja ikki loyva fólkum inn í landið, sum vit ikki kunnu trygdarkanna,” skrivaði Trump á Twitter, tá umsiting hansara hevði kunnað um nýggja innferðarbannið.

Londini á listanum verða viðgjørd eitt sindur ymisk, tí tað er ikki beinleiðis bann móti borgarum úr øllum londum, men meira, at hesir skulu kannast nærri. Til dømis eru allir norðurkoreanar raktir av banninum, meðan tað er møguligt hjá einum lesandi úr Iran at koma inn í landið eftir at verða kannaður nærri. Hóast afrikanska landið Kjad samstarvar við USA í Stríðnum Móti Yvirgangi, so hevur landið ikki latið neyðugar upplýsingar um yvirgang til USA. Tað er orsøkin til at Trump ikki longur vil geva borgarum í Kjad ferðafólkavisum. Veikast er bannið móti Venesuela. Tað er bert ávís embætisfólk og familjur teirra, ið verða sýtt atgongd til USA.[10]

París-sáttmálin[rætta | rætta wikitekst]

Trump tekur USA úr París-avtaluni, 1. juni 2017.

Donald Trump forseti hevur 1. juni 2017 tikið avgerð um at taka USA úr París-veðurlagsavtaluni. París-avtalan frá 2015 leggur upp til, at upphitingin av jørðini skal haldast undir 1,5-2 stigum. Men avtalan er í sjálvum sær ikki nóg mikið at náa málinum, og hon er heldur ikki bindandi løgfrøðiliga.[11]

Ráðharrarnir í stjórnini eru ójavnir á máli um altjóða veðurlagsavtaluna. Steve Bannon, ráðgevi hjá forsetanum, hevur roynt at sannføra Trump um at taka seg burtur úr avtaluni, men Rex Tillerson, uttanríkisráðharri, og dóttir Trump, Ivanka, mæla til, at USA skal halda seg til avtaluna.[12]

"Fyrrverandi stjórnin skoytti ikki um arbeiðarar, tá hon setti lógir í gildi. Vit kunnu verja umhvørvið, samstundis sum vit loyva fólki at arbeiða", segði Donald Trump, tá hann skrivaði undir nýggju kunngerðina. Millum átøkini, ið eru strikað, er eisini Clean Power Plan, ið hevði til endamáls at tryggja, at statirnir í USA tálmaðu CO2 útlatið soleiðis, at USA megnaði at liva upp til París-sáttmálan. Clean Power ætlanin hevur tó ikki verið virkin síðani 2016, tí at amerikanski hægstirættur skuldi avgerða, um hvært ætlanin var í stríð við amerikansku grundlógina.

Fyriskipanin ógildar eisini eitt forboð at leita eftir koli í nýggjum námum. Forsetin segði, “at við hesum varð støðgur settur fyri ágangin á kol og arbeiðsdrepandi reglugerðum”.[13]

Múrurin[rætta | rætta wikitekst]

21. nov. 2016 kunngjørdi Donald Trump hvat hann ætlar sær at gera fyrstu 100 dagarnar, hann er forseti.

Hann er kendur fyri sínar ætlanir um at byggja ein múr á markinum millum USA og Meksiko. Meksikanski forsetin, Enrique Peña Nieto, hevur í januar 2017, í kjalarvørrinum av at Trump hevur sagt, at múrurin ímillum USA og Meksiko verður bygdur heilt skjótt, og at Meksiko skal gjalda 100% av byggikostnaðinum, boðað frá, at land hansara ikki fer at rinda fyri nakran múr. “Vit eru miðskeiðis í einari kreppu á syðra markinum. Tí er umráðandi, at vit betra um trygdina í báðum londunum. Ein tjóð uttan landamørk er ongin tjóð. Og í dag taka vit stýringina av okkara marki aftur. Vit bjarga túsundvís av fólki, skapa milliónir av arbeiðsplássum og vinna milliardir av dollarum”, segði Trump forseti millum annað í hesum sambandi.[14]

Republikanarar í Senatinum hava boðað frá, at Kongressin ætlar at halda fram við ætlanini, og at hon kemur at kosta millum 12 og 15 milliardir dollarar.[15] Markið millum USA og Meksiko er 3.200 kilometrar langt.

Donald Trump hevur í januar 2017 kunngjørt, at hann ætlar sær at seta 5,000 markavaktir aftrat í starv og at trýfalda talið av immigratións- og tollvalds arbeiðsfólkum.[16]

Trump hevur aftur og aftur brúkt Meksiko sum evni í sínum røðum gjøgnum valstríðið í 2016. Aftur og aftur hevur hann tosað um at byggja ein múr á markinum millum USA og Meksiko fyri at forða fyri ólógligari innflyting og narkobrotsverkum. Hann fer eisini at senda fólk uttan pappírir út úr landinum. “Vit hava vart landamørk uttanlands, meðan land okkara er fylt við rúsevnum og kriminellum tilflytarum. Soleiðis fer tað ikki at vera framyvir”, helt Trump millum annað fyri í Kongressini í februar 2017.[17]

Norðurkorea[rætta | rætta wikitekst]

30. juni 2017 hevði forsetin vitjan úr Suðurkorea í Washington.

Leiðarin í Norðurkorea, Kim Jong-un, segði í nýggjársrøðu síni 1. januar 2017, at landið er komið væl áleiðis í royndunum at menna rakettir, ið kunnu røkka allan vegin til norðuramerikanska meginlandið. Hesi orðini hava fingið Trump til at svara aftur: “Norðurkorea hevur júst sligið fast, at landið er við at leggjá síðstu hond á kjarnorkuvápn, ið kunnnu røkka til USA. Tað fer ikki at henda!”, skrivaði Trump á Twitter mánakvøldið 2. januar amerikanska tíð. Twitter dagføringin hjá Trump kemur í hølunum á einari fráboðan frá amerikanska verjumálaráðnum, Pentagon, ið fyrr um dagin hevði ávarað Norðurkorea. Talan er um sonevndar ICBM-rakettir, ella Intercontinental Ballistic Missiles. Hetta eru rakettir, ið røkka millum 5,500 og 9,000 km. Frástøðan frá Kalifornia, ið liggur á amerikansku vesturstrondini, til Norðurkorea er á leið 9,000 km.[18]

Norðurkorea hevur seinni ført fram, at um hálvan august 2017 er landið til reiðar at senda rakettir við spreingievni, sum skulu bresta tætt við amerikansku oynna Guam. Hendan hóttanin fekk amerikanska forsetan at hótta aftur við "fire and fury" (føroyskt: eldi og vreiði).[19][20]


“Allir møguleikar verða umhusaðir viðvíkjandi Norðurkorea”, sigur amerikanski forsetin, eftir at Norðurkorea aftur hevur framt eina royndarspreinging við eini langtrøkkandi rakett í august 2017. Norðurkoreanska rakettin, sum varð skotin út 29. august, fleyg yvir japanskum øki og lendi á sjónum. Tað er fyrstu ferð síðani 2009, at Norðurkorea hevur sent rakett yvir japonskum øki.[21]

Amerikanski forsetin hevur sagt um norðurkoreanska einaræðisharran Kim Jong-un, at hann er á eini sjálvmorðsferð, og Trump hevur hótt við at leggja Norðurkorea í oyði um Guam ella sameind lond í Ásia verða álopin.[22]

Islamski Staturin[rætta | rætta wikitekst]

Omanfyri kanst tú síggja videoupptøku av MOAB-bumbuálopinum.

Donald Trump sigur, at Islamiskur Statur og aðrir islamiskir yvirgangsfelagsskapir slátra leypandi kristin í teirra lokalsamfelagi sum ein part av teirra globala jihad. “Hesir yvirgangsmenn og teirra regionala og heimsumfatandi netverk skal útruddast av jarðarinnar yvirflatu. Hetta er ein missión, sum vit vilja fremja saman við teimum, sum elska frælsi”, segði Trump 20. des. 2017.[23]

13. apríl 2017 tveittu amerikanarar eina sonevnda MOAB-bumbu í Afganistan. MOAB-bumban er sterkasta bumban, sum ikki er kjarnorkuvápn, ið USA eigur. Bumban, sum gongur undir navninum "Mother Of All Bombs", hevur almenna heitið GBU-43/B Massive Ordnance Air Blast Bomb. Bumban inniheldur umleið 11 tons av TNT. Bumban varð tveitt úr einum serligum Hercules flogfari, og hetta er fyrstu ferð, at amerikanarar brúka bumbuna. Sambært amerikanskum myndugleikum doyðu 36 hermenn hjá IS í bumbuálopinum. Bumban, ið vigar næstan tíggju tons, varð fyrst roynd í 2003, men er ongantíð nýtt í krígsførslu fyrr.[24]

“Vit royndu at raka eina tunnilsskipan, ið ISIS hermenn nýta til at ferðast aftur og fram í, ið ger tað lættari hjá teimum at loypa á amerikanskar hernaðarráðgevar og afganskar herdeildir í økinum”, segði Sean Spicer, talsmaður úr Hvítu Húsunum. Hann legði aftrat, at fyrivarni varð tikið, soleiðis at sivilfólk ikki vórðu rakt av spreingini.[25]

Fíggjar- og búskaparpolitikkur

[rætta | rætta wikitekst]

Ein valplakat í Florida.

Undir valstríðnum segði Trump at avtalur sum t.d. NAFTA, ið er eitt slag av heimamarknaði millum USA, Kanada og Meksiko, og TPP, kosta amerikonsk arbeiðspláss. Hann er ímóti fríhandilsavtalum sum TPP, TTIP og NAFTA, sum hann heldur kosta amerikansk arbeiðspláss. Hetta er í stríð við vanliga politikkin hjá Republikanska flokkinum.[26]

Trans-Pacific Partnership (TPP)[rætta | rætta wikitekst]

Amerikanski forsetin hevur við fyriskipan 23. januar 2017 tikið USA úr eini nýggjari fríhandilsavtalu, Trans-Pacific Partnership (TPP), sum fleiri lond við Kyrrahavið, teirra millum Japan og Avstralia, høvdu gjørt við USA, Kanada og Meksiko. Undir valstríðnum fanst Trump harðliga at TPP-avtaluni, og segði millum annað at hon var "ræðulig" og at hon "neyðtók Amerika" og flutti arbeiðspláss til lond við lægri lønarlagi. Ístaðin fara vit at royna at fáa rættvísar, sínámillum handilsavtalur í lag, sum fáa arbeiðspláss og fyritøkur aftur á amerikanska jørð," sigur Trump.[27]

Fyrrverandi forsetin, Barack Obama, stuðlaði avtaluni, sum tó manglaði endaliga góðkenning í Senatinum.

Skattapolitikkur[rætta | rætta wikitekst]

  • Fremja størstu skattalækkan síðani Ronald Reagan var forseti
.[28]
  • Partafelagsskatturin skal skerjast úr 35 niður í 15 prosent fyri at eggja virkjum at flyta vinnuframleiðsluna aftur til USA.[29]
  • Hann ætlar at minka skattin á lægstu inntøkunum.
  • Hann vil ikki hækka skattin hjá teimum ríkastu.
  • Hann sigur seg vilja hækka minstulønina til 10 dollarar um tíman.
[30]
  • Hann gongur inn fyri hækkaðum tolli mótvegis handilspartnarum.


Vápnaeftirlit[rætta | rætta wikitekst]

Trump heldur talu til National Rifle Association of America.

Trump vil ikki hava strangari vápnaeftirlit, og hann vil geva fleiri loyvi at bera fjald skotvápn í teimum statunum, sum loyva tí.
 Hann er ein sterkur stuðul av vápnalógini í USA (Second Amendment) og hevur millum annað skotið upp, at lærarar eiga at kunna bera skotvápn, fyri at forða fyri hópdrápum á skúlum.[31]

Heilsupolitikkur[rætta | rætta wikitekst]

Heilsutrygdin Obamacare skal strikast, og í staðin skal ein onnur skipan gerast, bygd á frælsa marknaðin. Inngjaldið til hesa heilsutænastuna skal kunna dragast frá í skatti. Hann tekur ikki undir við, at allir amerikanarar skulu tvingast við lóg til at hava egna sjúkratrygging.

Donald Trump hevur lovað at geva øllum krígsveteranunum viðgerð á hægsta stigi.[32]

Útbúgvingapolitikkur[rætta | rætta wikitekst]

  • Strika Common Core: Common Core er eitt altjóða akademisk standardmál fyri støddfrøði og enskan málførleika. Trump ynskir í staðin, at lærukravið skal spretta úr statunum sjálvum.
[33]
  • Frítt skúlaval: Trump hevur sagt, at hann var heppin, við tað at familjan hevði ráð at senda hann á ein góðan skúla. Hann ynskir, at allir amerikanarar skulu fáa sama møguleika.[34]

Uttanríkispolitkkur[rætta | rætta wikitekst]

Trump við Benjamin Netanyahu, 2017.

Egnu áhugamálini hjá USA skulu setast fremst. Teir sameindu mugu bera ein størri part av kostnaðinum av síni egnu verju. Samstundis lovar hann at herða Stríðið Ímóti Yvirgangi. Donald Trump gongur inn fyri at økja stuðulin til Ísrael, og hann vil eisini hava nýggjar samráðingar um atomavtaluna við Iran. Harumframt sigur hann at NATO-londini skulu økja teirra hernaðarútreiðslur, áðrenn tey kunnu rokna við at fáa stuðul úr USA til hernaðarlig átøk.[35]

Guantánamo[rætta | rætta wikitekst]

Hann ætlar sær eisini at varðveita fangaleguna í Guantánamo-víkini og at lata amerikanska herin sleppa at brúka vatntortur aftur.[36]

NATO[rætta | rætta wikitekst]

“Vit stuðla NATO, sum er vorðið til sum ein fylgja av tveimum heimsbardøgum, og sum hevur barst ímóti kommunismu. Men okkara sameindu mugu eisini rinda sín part av gildinum. Og tað eru teir farnir at gera. Pengarnir streyma inn. Mítt arbeiði er ikki at umboða allan heimin. Eg skal umboða USA”, segði Trump 28. februar 2017.[37]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. http://edition.cnn.com/2017/06/01/politics/trump-paris-climate-decision/index.html
  2. http://edition.cnn.com/2017/06/29/politics/nato-members-increase-defense-spending/index.html
  3. http://www.cnn.com/2016/05/05/politics/mitt-romney-skips-republican-convention/
  4. http://www.cfr.org/campaign2016/donald-trump/on-immigration
  5. http://www.express.co.uk/news/world/666969/China-urges-USA-rational-Trump-Republican-front-runner-US-elections
  6. http://thehill.com/blogs/ballot-box/presidential-races/246387-trump-im-for-traditional-marriage
  7. https://www.nytimes.com/2017/09/27/us/politics/trump-obamacare-repeal.html
  8. http://www.cnn.com/2017/09/05/politics/daca-trump-congress/index.html
  9. http://www.bbc.com/news/world-us-canada-41382585
  10. https://www.wsj.com/articles/u-s-adds-north-korea-venezuela-and-chad-to-list-of-nations-facing-travel-restrictions-1506296004
  11. https://www.nytimes.com/2017/06/01/climate/trump-paris-climate-agreement.html
  12. http://www.washingtonexaminer.com/steve-bannon-and-scott-pruitt-beat-kushner-tillerson-and-ivanka-on-paris-agreement/article/2624758
  13. http://www.telegraph.co.uk/news/2017/06/01/trump-pull-paris-accord-seek-better-deal/
  14. http://www.cnn.com/2017/01/25/politics/mexico-president-donald-trump-enrique-pena-nieto-border-wall/index.html
  15. http://www.politico.com/story/2017/07/11/gop-fund-trump-border-wall-240418
  16. http://money.cnn.com/2017/03/03/news/economy/hiring-immigration-agents-ice/index.html
  17. "Archive copy". https://www.whitehouse.gov/the-press-office/2017/02/28/remarks-president-trump-joint-address-congress. Heintað 2017-10-03. 
  18. http://thehill.com/homenews/administration/312428-trump-on-north-korea-missile-threat-it-wont-happen
  19. http://www.vp.fo/news-detail/news/news/detail/trump-svarar-aftur-vid-eldi-og-vreidi/?L=rzowcofulgmpffd%252527A%25253D0&cHash=68681f7e8191b2bd9e9b11088aea595d
  20. http://www.cnn.com/2017/09/17/politics/nikki-haley-north-korea-un-cnntv/index.html
  21. http://www.cnn.com/2017/08/28/politics/north-korea-launch-unidentified-projectile/index.html
  22. http://www.cnn.com/2017/09/18/politics/donald-trump-un-speech-iran-north-korea/index.html
  23. http://abcnews.go.com/International/truck-drives-public-square-berlin-injuring-pedestrians/story?id=44287616
  24. https://www.nytimes.com/2017/04/13/world/asia/moab-mother-of-all-bombs-afghanistan.html
  25. http://www.businessinsider.com/spicer-mother-of-all-bombs-2017-4
  26. http://www.independent.co.uk/news/world/americas/donald-trump-tpp-nafta-president-trade-deals-mexico-canada-china-executive-order-a7541611.html
  27. http://www.cnn.com/2017/01/23/politics/trump-tpp-things-to-know/index.html
  28. http://www.foxbusiness.com/markets/2017/09/18/tax-rate-cheat-sheet.html
  29. http://www.npr.org/2016/11/09/501451368/here-is-what-donald-trump-wants-to-do-in-his-first-100-days
  30. http://www.cnn.com/2016/07/27/politics/donald-trump-minimum-wage/index.html
  31. "Archive copy". https://www.whitehouse.gov/the-press-office/2017/04/28/remarks-president-trump-national-rifle-association-leadership-forum. Heintað 2017-10-03. 
  32. http://www.latimes.com/nation/nationnow/la-na-veterans-medical-20170812-story.html
  33. http://www.npr.org/2016/11/09/501451368/here-is-what-donald-trump-wants-to-do-in-his-first-100-days
  34. http://www.npr.org/2016/11/09/501451368/here-is-what-donald-trump-wants-to-do-in-his-first-100-days
  35. http://www.cnn.com/2016/07/27/politics/donald-trump-nato-allies/index.html
  36. http://www.bbc.com/news/world-us-canada-38753000
  37. "Archive copy". https://www.whitehouse.gov/the-press-office/2017/02/28/remarks-president-trump-joint-address-congress. Heintað 2017-10-03.